fríggjadagur 23. juni 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017
SOSIALURIN 72
13
missa hann, og á ein hátt fekk eg
arbeitt við sorgini hesa tíðana
hann var sjúkur. Tó, so var tað tor
ført at missa hann, og eg kendi eitt
ógvusligt tómrúm, tá hann var far
in, greiðir hon syrgin frá.
Ógvusligt tómrúm
Svár sorg omaná sorg hevði rakt
Ásu hesi árini, tí áðrenn John
Richard andaðist í 1996, bert 56 ára
gamal, hevði Ása mist tveir beiggj
ar og eina systur. Trý ár gingu í
millum, at hvør teirra doyði og síð
ani doyði maður hennara.
– Tá eg sá meg sjálva í speglinum,
eftir at eg var komin heim aftur av
sjúkrahúsinum hugsaði eg, at Vár
harra veit hvat hann ger, tí eg havi
onki eftir av orku ella styrki, stað
festir hon.
Fyri Ásu hevur trúgvin á Gud
verið tað, sum hevur hildið henni
uppi allar tær ferðirnar, hon hevur
mist ein av teimum, sum hon elskar
allar mest.
– Hevði eg ikki havt Gud at farið
til, so hevði eg ikki komið í gjøgn
um tað. Hann hevur lovað, at tikið
sær av mær allar dagar eg livi, sigur
hon álvarsom.
– Eg ivist tó onkuntíð í, um Gud
er góður við meg eftir alt tað, sum
eg havi verið í gjøgnum, men eg
haldi meg til Gud, hóast eg ikki
skilji alt, leggur hon afturat.
Hon nevnir, at vissan um, at hon
ein dag fór at síggja mann sín aftur
var ein uggi, og hon krøkti seg í tey
lyftini, sum trúgvin veitti.
John Richard var ein virkin
maður, sum hevði nógv samskifti
við menniskju í gerandisdegnum.
Telefonin ringdi javnan og dagliga
vóru fólk á gátt og fingu drekka
muðar frá Ásu.
– Tað var eitt forferdiligt tóm
rúm aftana, tí John Richard hevði
við so nógv fólk at gera. Eftir nakr
ar mánaðir ringdi telefonin ikki
meir, og tað var ómetaliga einsligt.
Fleiri ferðir lyfti eg hornið upp á
telefonini fyri at vita, um hon var
í ólagi, tí ongin ringdi longur. Alt
steðgaði upp, og tað bleiv sum í
grøvini, sigur hon.
– Tá var tað gott at hava børnini,
og tað er tað enn. Tað er ein stór
signing fyri meg, at tey øll búgva í
Føroyum, sigur hon.
framhald
Ása hjálpir til á
Zarepta í summar,
sum so mangan fyrr
Ása og John Richard Klakkstein saman við
børnum teirra á silvurbrúdleypsdegnum
Ása og seinni maður hennara Richard
Danielsen. Her halda tey veitslu tí hon
bleiv 70 ár og hann bleiv 75 ár.