Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 14 TEMA: Einkjur Til arbeiðis í heimarøktini Tá John Richard doyði mátti Ása til arbeiðis. – Eg fór at arbeiða, tá eg var 54 ár, og eg hevði onga útbúgving. Eg fekk tá arbeiði í heimarøktini, og tað var eitt arbeiði, sum eg kendi nak­að til, sigur hon. – Tað var løgið knappliga at skula út til arbeiðis, hóast tað eis­ ini var gott, tí annars hevði eg bara sit­ið inni og grátið, sigur hon álv­ ar­som. – Eg gekk upp í arbeiði við lív og sál, og tað gav mær innihald at kunna vera nakað fyri onnur. Eg syrgdi fyri, at eg hevði nokk at gera, tí eg orkaði ikki at sita heima og gráta so longi, sigur hon erliga. – Man ger seg upptiknan, tí man ork­ar ikki so longi at sita og gráta. Tá man er komin á botn, so má man upp aftur onkursvegna, sigur hon. Eg veit, at fólk hava hugsað og hava biðið nógv fyri mær og fyri John Richard, tá hann var sjúkur. Tað hevur eisini hildið mær uppi, sigur hon. Tó, so leggur hon dent á, at tað er umráðandi, at minnast til at heilsa uppá fólk, sum hava mist. Hon sigur, at hon veit væl, at tað kann verða torført at vita, hvat ein skal siga við tey, sum eftir sita í slík­um støðum, men at tað ikki altíð er neyð­ugt at nýta so nógv orð. – Tað kennist gott, tá onkur klemm­ar og heilsar uppá ein, eftir at man hevur mist. Tann, sum hev­ ur mist, bíðar eftir, at tú gert tað, Tað hjálpir ómetaliga væl, og man føl­ir seg ikki so gloymdan. Ikki er neyð­ugt við eini rúgvu av orðum, tí tey fara ofta bara framvið, sigur hon alvarsom. Nýggjur kapittul í Fuglafirði Ása arbeiddi í heimahjálpini í Klaksvík í hálvtannað ár, tá hon møtti Richard Danielsen úr Fugla­ firði. – Eg havi altíð vitað hvør Rich­ ard var, men eg hevði ongantíð snakk­að við hann fyrr, so vit kend­ ust slett ikki, sigur Ása Klakkstein Dani­elsen. Richard var jarnsmiður og arb­ eiddi og búði í Fuglafirði. – Eg kendi meg hepna, at eg fyri aðru ferð hevði møtt einum góð­um manni, sigur hon. Hóast børn­ini vóru vaksin tá, so tók hann tey til sín sum síni egnu, og var ómetaliga góður við tey, greiðir Ása Klakkstein Danielsen frá. Ása og Richard blivu væl og gift­ ust í 1998. – Tá lovaði eg mær sjálvari, at nú skuldi eg hava tað gott, sigur hon. Brúðarferðin endaði á sjúkrahúsi Eftir brúdleypið ætlaðu hjúnini á brúð­arferð í Rumenia, har Richard kendi nógv fólk, men bert fimm dag­ar eftir, at tey høvdu sagt ja hvør til annan, fekk Richard ein blóð­tøpp og varð innlagdur á sjúkra­húsi í Ungarn á veg til Ru­ me­nia. Har lá hann í eini tríggjar vik­ur, greiðir hon frá. Í meðan hann lá á sjúkrahúsi kendi Ása, hvussu fólk sum vóru rund­an um hana veittu stuðul og hjálp. Hon búði fyrst hjá fólki, sum Rich­ard kendi, og síðani bjóðaði ein sjúkra­systur henni íbúð hennara, hóast hon ikki kendi hana. Síðani hevði systir Richard ringt eftir mostur Ásu og manni henn­ara, sum vóru í Rumenia tá, at koma at vera hjá Ásu. Tey komu síð­ani til Ungarn og búðu á einum hotel kamari, sum hevði eitt eyka rúm, og tað fekk Ása. Seinni gav ein yv­ir­lækni á sjúkrahúsinum Ásu lyk­il­in til eitt kamar, sum hann plagdi at brúka at sova í, tá hann hevði vaktir. – Tað var so vakurt av so nógv­ um fremmandum fólki at gera so nógv fyri okkum har. Vit vistu onki um tey og tey onki um okkum, sig­ ur hon rørd. Tá Richard so dánt var komin fyri seg aftur, stóð endurmenning hon­um í boði, og tí tilboðnum tóku ný­giftu hjúnini av. Ása greiðir frá, at Richard var eitt sindur veikur, tá tey komu til Før­oy­ar aftur. Hann orkaði ikki tað sama sum fyri tilburðin, men hann hevði tað tó gott, og talaði nógv og var virkin í samkomuhøpi. Árið eftir fóru Ása og Richard tó avstað aftur til Rumenia, fyri at fáa ta brúðarferðina, sum tey ikki fingu tá árið fyri. Ása missir aftur Lívið í Fuglafirði gekk sína gongd, og Ása fortelur, at hon fyrstu tíðina longd­ist illa, og treivst ikki so væl. - Eg var í so øgiliga ringum lag, og tá segði Richard, at eg skuldi ikki stúra, tí eg kundi bara fara har eg hevði hug til at fara, og so kom hann við. Eftir at eg visti, at eg hevði ta fríheitina, longdist eg ikki meir, og fór eisini at arbeiða í heima­røktini í Fuglafirði, sigur hon. Tá hjúnini í 2013 høvdu verið gift í 15 ár rakti sorgin aftur Ásu. Tey vóru á veg til Suðuroyar við ommu­soninum, sum hevði verið á vitj­an hjá teimum. Richard var sum hann plagdi, hóast kanska eitt sind­ur troyttur eftir langa túrin. Tá tey komu til dóttur Ásu, sparkaði Rich­ard bólt inni við tí lítla, tey fingu ein drekkamunn og fóru so til songar. – Eftir at vit fóru í song, høvdu vit hvør sína bøn, og so hendi tað svára, at hann knappliga sløknaði beint áðrenn eg skuldi sløkkja ljós­ið. Eg rópti á dóttir mína, sum leyp inn í kamarið, men hann kom ong­an­tíð fyri seg aftur, sigur hon syrg­in. Aftur til Fuglafirðar Eftir at Ása var vorðin einkja fyri aðru ferð og stóð einsamøll í Fugla­ firði, tók hon av tilboði um sorg­ ar­bólk. – Tá fekk eg sett orð á kenslurnar og eisini skriva tær niður. Tað hjálpti at fáa tað út tá. Eisini var gott at hoyra søgurnar hjá hinum, og at vit fingu styrkt hvønn annan í bólkinum. Eisini var eg nógv á Zar­epta og hjálpti til á legunum har, og soleiðis var eg upptikin og virk­in í sorgini, sigur hon. Ása Klakkstein Danielsen hev­ ur eitt lætt sinni, og henni dám­ar væl at vera virkin. Hvønn ger­and­ is­morgun í eini 16 ár hevur hon svom­ið ein túr í sjónum saman við vin­konunum og síðani gingið ein túr á tveir kilometrar aftana. – Eg svimji í sjónum hvønn morg­un líkamikið, hvussu veðrið er. Eg var ofta sjúk áðrenn eg byrj­ aði uppá hetta, men eg havi ong­ an­tíð verið sjúk síðani, sigur hon. Hon leggur afturat, at virksemi sum hetta eisini hevur hjálpt henni í sorg­ar­tilgongdini, eftir at hava verið í gjøgnum so stóra sorg so mang­ar ferðir. – Eg havi eitt lætt lyndi, tá eg eri saman við fólki, men tá eg eri ein­sam­øll, eri eg mangan kedd. Eg veit tá, at tí eg eri komin heilt niður á botn, so má eg eisini koma upp aft­ur, sigur hon avgjørd. Møtti kærleikanum á triðja sinni Ása Klakkstein Danielsen búði í Fugla­firði í eina tíð eftir at Richard var deyður, inntil hon hálvt triðja ár seinni møtti kærleikanum á triðja sinni, tá hon summarið 2015 møtti Børga Joensen úr Klaksvík. – Hann ringdi til mín, tí hann feg­in vildi hitta meg. Vit fóru tá ein langan biltúr og drukku ein kaffimunn saman. Vit bæði prát­ aðu væl saman. Eg eri øgiliga spon­ tan, og eg hevði tað so gott saman við honum, sigur hon. – Eg kendi ikki Børga, áðrenn hann setti seg í samband við meg, men stutt eftir fall eg fyri honum. Vit høvdu tað ómetaliga gott saman og vóru í Grønlandi alt síðsta summ­ar við trúboðarabátinum Juvel II, har hann var maskinmaður og eg var kokkur, sigur hon. – Eg flutti tá aftur til Klaksvíkar, eft­ir at eg hevði møtt Børga. Tað vóru blandaðar kenslur, tá eg flutti úr Fuglafirði at fara aftur til Klaksvíkar. Tað var ringt at koma og ringt at fara avstað aftur úr Fugla­firði, tí eg bleiv so væl mót­ tik­in har, men familjan hjá mær var øll í Klaksvík, so tað var tað rætta at gera, sigur hon. Ása fekk tó ikki nógva tíð sam­ an við triðja kærleika sínum, tí hálvtannað ár eftir, at tey komu sam­an, fekk hann krabba, og hann doyði 27. februar 2017. Kenslurnar koma í bylgjum Nú hevur Ása keypt sær eitt lítið heim í Klaksvík og er við at flyta í húsið. Hon greiðir frá, at hon ger tað, sum hon eisini hevur gjørt fyrr, tá hon hevur mist og saknurin er svár­ur, og hevur verið líka svárur hvørja ferð. – Tað er tómt at skula fara at byrja einsamallur. Tað er so ræðu­ liga trist ikki at hava onkran at deila tankar og kenslur við, sigur Ása Klakkstein Danielsen. – Kenslurnar koma í bylgjum, og tá eg siti einsamøll, er tað serliga ringt. Hóast dagarnir eru ójavnir, sig­ur hon. – Viðhvørt haldi eg, at tað er lætt­ari at seta meg niður og syrgja, og tað er tí eg ikki havi tað gott, legg­ur hon afturat. – Tað hjálpir mær at koma burt­ ur frá øllum og hava nokk at gera, sum eg geri, tá eg hjálpi til á Zar­ epta. Eg eri eisini takksom fyri, at eg kann orka tað, sigur hon um tíð­ ina eftir missin Hon leggur afturat, at hon eisini hug­savnar seg um hondarbeiði, sum er ein slag av terapi. – Tað kemur ikki so nógv burt­ ur­úr, sum tað kundi, tí eg siti nógv bara og syrgi, men tað er gott at kunna brúka hendurnar, sigur hon. – Tað er ymiskt frá persóni til persóni, hvussu ein kemur í gjøgnum sorgina, men tað er gott at koma burturfrá. Eisini haldi eg, at kreftirnar til at syrgja koma omanífrá, tí tað klára vit ikki í okkum sjálvi. Tað má verða Harr­ in sum leiðir okkum og styrkir okk­um, hóast vit ikki altíð síggja tað, so ger hann tað kortini. Hann gev­ur okkum styrki til at bera tað sum vit skulu í gjøgnum í lívinum, sig­ur hon til endans. Tað er ymiskt frá persóni til persóni, hvussu ein kemur í gjøgnum sorgina, men tað er gott at koma burturfrá. Eisini haldi eg, at kreftirnar til at syrgja koma omanífrá, tí tað klára vit ikki í okkum sjálvi. framhald Ása og Børge Joensen á silvurbrúdleypsdegi dóttur Børga