Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 15 DANJAL AV RANA T að eru sterkar kenslur, sum fara gjøgnum fólk, tá sorgin rakar. Í sorgini eru ofta vreiði, angist, vantrúgv og máttloysi, og hóast tey flestu megna at taka sorgina trygt til sín, so eru nøkur, sum steðga upp, sum gerast sjúk og sum hava tørv á hjálp at koma víðari. Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, sigur, at tað er týdningarmikið, at ein gevur hesum sterku kenslunum rúm. – Tú kanst ikki viðgera pínuna burtur, tú mást finna henni eitt pláss í lívinum, sigur hon. Deyðin bíðar øllum og hetta merkir eisini, at vit øll verða rakt av missi og sorg fyrri ella seinni, í størri ella minni mun. – Vit missa øll og sorgin er komin fyri at vera. Tað týdningarmikla er so, at vit lata sorgina fáa rúm, tí kensl­urnar, sum fylgja, eru púra nát­úr­ligar, sigur Kathrina Linden­ skov Holm, sálarfrøðingur. Hon leggur dent á, at sorgin og tær kenslurnar sum fylgja seinni, eru heilt nátúrligar, men at vit menniskju eru gjørd soleiðis, at vit megna at koma ígjøgnum sorgina. – Tú kanst ikki fyrireika teg til missin, men tey flestu hava eitt slag av mótstøðuføri, so at tey megna at taka sorgina og gerast ikki sjúk av henni. Tú megnar at liva víðari, hóast pínuna, sum sorgin ber við sær, sigur hon. Sterku kenslurnar koma óvart á – Tað kemur ofta óvart á fólk, hvussu sterk sorgin er, serliga fyrstu tíðina. Tað er ein rúgva av kenslum, sum koma í einum. Tú fært ilt í kroppin og gerst øgi­ liga móður. Við tíðini letur ein so sorgina koma tættari inn at lív­in­ um, men tá eru kanska aðrar kensl­ ur, sum gera vart við seg, inn­til ein til síðst hevur góðtikið, at mak­in er farin av foldum, og at tað ber til at liva uttan hann, greiðir hon frá. Hon sigur, at allar hesar fyrstu kensl­urnar, upplivingarnar eru í lagi, men um tær vara við í mán­ að­ir, er neyðugt at søkja hjálp. Fyrstu tíðina kann tað kennast, sum um at tú ikki kanst liva uttan mak­an, men sum frá líður tilpassar tú teg nýggja gerandisdagin. So líð­ andi byrjar tú at gera tær upp­gáv­ ur­nar, sum makin annars plagdi at gera. Kathrina Lindenskov Holm sigur, at tað týdningarmikla er at skilja tað, sum hevur verið og vita, hvussu tú kanst taka tað við tær víð­ari í lívinum. – Tá fólk koma til viðgerð her orsaka av sorg, tosa vit nógv um, hvat tey hava mist og hvat tað er, sum forðar teimum at koma víð­ ari í lívinum. Síðani tosa vit um, hvussu ein kann taka makan við sær víðari, minnini, sum ein part av ger­andisdegnum. Makin fer jú altíð at vera har, hann verður ongantíð gloymd­ur, sigur hon. – Okkara uppgáva er so at hjálpa teim­um at ásanna, at ein kann liva eitt gott lív og hugsa um tað, sum hev­ur týdning her og nú, meðan ein kortini tekur minnini við sær. – Gráturin er ein nátúrligur part­ur av sorgini, men øll gráta ikki, og tað er ikki neyðugt. Tað er so ymiskt, hvussu fólk taka sorgina til sín. Tað er ikki mongdin á tárum, sum er avgerandi, sigur hon. Sorgin krevur uppmerksemi Kathrina Lindenskov Holm sig­ur, at sorgin í stóran mun er rætt­að móti tí, sum er farið, men hev­ur kortini avleiðingar inn í ger­and­ is­degin. – Tað, sum vit skulu minnast, er at sorgin hvørvur ikki, men vit mugu lata hana gerast ein part av ger­andisdegnum. Flestu okkara megna hetta, men onkrum tørvar hjálp. Onkur gerast sjúk, onnur velja meiri oyðileggjandi loysnir. Ser­liga eru tað einkjumenn, sum eru útsettir og kunnu millum ann­að velja at søkja til rúsdrekka, greið­ir hon frá. – Tað eru ábendingar um, at sorgin ikki fær tað uppmerksemi, sum hon skal hava. Ofta fáa fólk stað­fest tunglyndi heldur enn kom­pliseraða sorg. Hagtøl vísa eis­ini, at einkjur og einkjumenn ger­ast oftari sjúk, bæði sálarliga og krops­liga, eins og at deyðstíttleikin mill­um tey er hægri, sigur Kath­ rina Lindenskov Holm. Hon sigur, at júst nú verður farið undir eina stóra kanning í Danmark, har einkj­ur og einkjumenn skulu fylgj­ast í eitt longri tíðarskeið fyri at síggja, hvørja langtíðarávirkan sorg hevur menniskju. Kathrina Lindenskov Holm held­ur, at tað er týdningarmikið at geva sær tíð at dvølja við sorgina. – Hon krevur sítt uppmerksemi, men spurningur er, um tú letur hana fáa tað. Tað letur seg tó ikki gera at skumpa hana vekk. Fyrr fingu fólk heilivág, men hann kann ein­ans doyva pínuna. Men pínan er týdningarmikil. Vit skulu læra at rúma hesum sterku kenslunum, sum koma, tá tú missir. Sorgin tek­ ur langa tíð at arbeiða við og fylgir tær alt lívið. Hon krevur nógva orku. Fyrstu tíðina er torført at sova, men orsøkin er, at tú skalt ikki sova. Likamið og heilin skulu við­gera sorgina og tað skal gerast, með­an tú ert vakin, sigur hon. Tíðin lekir kanska ikki øll sár, men sum vikur, mánaðir og ár líða, byrjar tú at góðtaka nýggju støðuna og ruðuleikin av kenslum mink­ar. Tað merkir ikki, at sorgin hvørv­ur, men at hon finnur aðrar mát­ar at gera vart við seg. Tá ber til at knýta sorgina at ávísum døgum ella støðum, og ein lærir seg at geva sorgini rúm, greiðir Kathrina Lin­ den­skov Holm frá. Vit tosa um, hvussu ein kann taka makan við sær víðari, minnini, sum ein part av gerandisdegnum. Makin fer jú altíð at vera har, hann verður ongantíð gloymdur, sigur Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur. Kathrina Lindenskov Holm: SORGIN ER KOMIN FYRI AT VERA