Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 16 TEMA: Einkjur DANJAL AV RANA S um prestur hevur Bergur Debes Joensen fleiri prakt­ iskar uppgávur at taka sær av í samband við bøn­ ar­hald og jarðarferð, tá onkur fer fold­um frá, men sjálvur metir hann, at týdningarmesta uppgávan er at taka sær av teimum, sum eftir sita. – Eg vegleiði fólki gjøgnum prakt­isku uppgávurnar, men tað er líka nógv fyri at tey skulu kunna hugsa meiri um onnur ting. Eg hjálpi við at fyrireika bønarhald og jarðarferð, veiti ráðgeving, havi and­akt ella talu og so framvegis, men týdningarmesti part­urin av arb­eiðnum meti eg er sálarrøktin av teimum, sum eftir sita, sigur Bergur Debes Joensen, prest­ur í Suðurstreymoyar vestara presta­ gjaldi. Hann greiðir frá, at prestur ofta er millum fyrstu fólkini, sum hitta tey, ið mist hava. – Fyrstu løtuna er mín uppgáva at vera meiri oyra enn muður. Tað er so sera týdningarmikið at koma rætt inn, at vera róligur og gera sær ómak at knýta samband við fólkið í hús­inum, at taka í hondina á teim­ um og at taka um tey, sigur prestur. – Síðani er at lurta eftir teirra søgu, hoyra tey siga frá um tann, sum er farin. Tað tekur ofta tíð at koma inn í tað djúpu samrøðuna, men tað er hon, sum er so sera gev­ andi. Mær dámar at hjálpa fólki at finna sálmar til jarðarferðina. Sálm­arnir seta ofta orð á teirra egnu trúgv og egnu vón, men kunnu eisini siga nakað um tann, sum er farin, sigur hann. Prestur sigur, at hann síðani royn­ir at taka hetta við í taluni, sum oftast er eitt sindur um per­ són­in og so eitt Guðs orð, sum verð­ur tann berandi og troystarríki part­ur­in av samrøðuni. – Í jarðarferðini eru vit jú komin fyri at siga farvæl við ein persón, men samstundis at knýta við Gud, tí persónurin er farin, men Gud er framvegis, sigur Bergur Debes Joensen. Sorg er mistur kærleiki – Mær dámar so væl hendan tank­ an hjá Bent Falk, at sorg er mistur kær­leiki. Í sambandi við andlát tosi eg við fólk, sum sakna kærleikan. Eg latið tey tosa um teirra forhold við tann, sum farin er. Á hendan hátt koma tey í samband við sína sorg gjøgnum tað prátið, sigur hann. Eins og sálarfrøðingurin, so legg­ur prestur dent á, at hóast per­sónurin er farin, so livir hann fram­vegis víðari. Og eins og sál­ar­ frøð­ingurin hjálpir prestur fólki at síggja tað sunna, tað nátúrliga og tað góða í at syrgja. – Vit hava víst mist persónin – men minnini hava vit framvegis, gleð­irnar og kærleikan. Hetta minn­ir meg støðugt á, hvat er tað týdningarmesta í lívinum. Tað er tíðin, vit hava saman, upp­liv­ing­ar­ nar og samrøðurnar – ikki hvørt vit eiga tvey ella fimm hús ella nakað slíkt materielt. Tað, sum hevur týdn­ing tá alt annað fánar er tað, sum vit høvdu saman, samskifti og sambandi okkara millum, sigur Bergur Debes Joensen. Mugu fara inn í sorgina Bergur Debes Joensen heldur tað vera sera týdningarmikið at taka sær tíð til at syrgja. – Vit mugu vera við sorgina, vera tilvitað um sorgina. Vit mugu góð­ taka hana og fara inn í hana, ikki uttan um hana, tí sorgin hevur sítt lív. Vit skulu ikki lata eygu, oyru og sinni aftur og gloyma tann, vit hava mist. Vit skulu minnast. Vit skulu lata sorgina virka í okkum, sig­ur prestur. Eisini er gott at tosa við onnur, sum hava mist. Í sorgarbólkum t.d., har prátað verð­ur opið og í trúnaði, er nógv troyst og hjálp at heinta. Tað eru tey, sum sjálvi hava mist, sum eru best at møta teimum í somu støðu. Tað er tí at gleðast um øll átøk fyri ung og eldri, sum bjóða troyst og linna í sorg og sakni. Munurin millum sálarfrøðingin og prestin kemur so einamest til sjónd­ar, tá talan er um sálarrøkt í sam­band við trúnna hjá teimum, sum eftir sita. – Í sorgini er eisini nátúrligt, at forholdið til Gud verður roynt. Nøk­ur eru ivandi, nøkur spyrjandi og onnur eru ill. Hvar var Gud?, kunnu spyrja tey. Hví lat hann hetta henda mær? Eg má lurta eftir hví-spurningunum, men eg kann ikki svara teimum. Eg vil held­ur ikki siga, at har finst eitt svar onkustaðni. Tað eg kann, er at greiða frá, at deyðin er ein partur av hesum heimi, bæði fyri kristin og ikk-kristin, heldur Bergur Debes Jo­en­sen. Kasta sorgina á Gud Prestur sær tað kortini eisini sum sína uppgávu at peika teimum av­ varð­andi á Gud og stuðla teimum at søkja umsorgan har. – Mín uppgáva er at leiða fólk víð­ari. So heldur enn at spyrja hví, eggi eg teimum til at spyrja, hvønn tey skulu fara til við sorg teirra. Tá peiki eg á Gud, sum veit alt, kann alt og hevur umsorgan fyri okkum. Bíblian lýsir hann sum ein faðir, sum hevur umsorgan fyri barni sín­um og ein hirða, sum hevur – Vit hava víst mist persónin – men minnini hava vit framvegis, gleðirnar og kærleikan. Hetta minnir meg støðugt á, hvat er tað týdningarmesta í lívinum. Tað er tíðin, vit hava saman, upplivingarnar og samrøðurnar – ikki hvørt vit eiga tvey ella fimm hús ella nakað slíkt materielt, sigur Bergur Debes Joensen, prestur. LØTURNAR ER DÝRABARAST