fríggjadagur 23. juni 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017
SOSIALURIN 72
17
Eg plagi at
siga, at tey ikki
skulu óttast
tað ónda, sum
um at Gud
hevur mist
valdið og djevulin tikið
yvir, men at tey skulu seta
sítt álit á Gud.
umsorgan fyri seyði sínum. Hann,
sum gav mær lívið, og sum í trúnni
er við mær allar dagar, kann eisini
taka sær av mær frameftir, sigur
prestur.
– Eg plagi at siga, at tey ikki
skulu óttast tað ónda, sum um at
Gud hevur mist valdið og djevulin
tikið yvir, men at tey skulu seta sítt
álit á Gud. Eg plagi at sitera Sálm
23:4: “Gangi eg í dimmum dølum,
einki ilt eg óttist.” Síðani royni eg
at vísa á, hvar troyst er at fáa: “Tí tú
ert við mær, tín stavur og tín kepp
ur, teir ugga meg.” Sært tú, kepp
urin og stavurin verða tilsamans
ein krossur. Dávid visti kanska ikki
fult hvørja troyst hann gav, men í
Jesusi síggja vit fullu meinininga
av hvør hin góði hirðin er, sigur
Bergur Debes Joensen.
– Alt í alt, so haldi eg, at tú mást
vera við tín sorg, tosa við onnur
um hana og so leggja hana í Guds
hendur. “Kastið alla sorg tykkara á
hann; tí hann hevur umsorgan fyri
tykkum”, skrivar Pætur, ápostul.
Lat tað so sorgina taka tað tíð, hon
tekur, sigur hann.
RU TÆR
TU