Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 18 LÍVSSTÍLUR Av tí at vit í dag hava nógv hjálpartól og materillir ágóðar í gerandisdegi okkara, so brúka vit ikki kroppar okkara, soleiðis sum teir eiga at verða brúktir, og hetta kann fáa avleiðingar. Ein máti at stimba børn okkara er at lata tey ganga berføtt, tí tá brúka tey fótin, sum hann eigur at verða brúktur. Tað eru primærir nervar og musklar í fótinum, sum verða mentir og styrktir, tá vit ganga uttan skógvar, heldur Marjun Højgaard Egholm, námsfrøðingur og cand.pæd. í námsfrøðiligari sálarfrøði. ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO Í námsfrøðini verður nógv tosað um, at tað er um­ ráð­andi, at barnið verður stimbr­að í gerandisdegnum. Hetta verður gjørt natúrliga og tó tilvitað í spæli, uppgávum og sam­ skifti, tá barnið er á stovni. – Námsfrøðiliga verður hugsað um alt barnið, tá vit arbeiða við stimbran. Í veruleikanum snýr námsfrøðiliga arbeiði seg um at seta karmar upp, sum børn­ ini kunnu mennast innan, sig­ur Marjun Egholm Højgaard, náms­ frøð­ingur og cand.pæd. í náms­ frøði­ligari sálarfrøði. Ein liður í stimbran barnins, sum hevur verið nógv umrøddur, er týdningurin av at lata barnið ganga berføtt, tá høvi býðst. Tað kann gerast inni ella úti og barnið kann vera í sokkum ella ikki. Marj­ un Egholm Højgaard greiðir frá, at børn eru líkatil og er tað heitt í veðr­inum, so lata tey seg spontant úr klæðunum og hugsa ikki um sosi­alu normarnar, ið eru rundan um tey. – Tað er serliga mennandi fyri børn at ganga berføtt, tí tá brúka tey fótin, sum hann eigur at verða brúkt­ur. Tað eru primærir nervar og musklar í fótinum, sum verða ment­ir og styrktir, tá vit ganga utt­ an skógvar, sigur hon. Materiellir ágóðar tálma stimbran Marjun Egholm Højgaard heldur, at av tí at vit í Føroyum hava so nógv hjálpartól og materiellir ágóð­ar, so brúka vit ikki kroppar okk­ara soleiðis, sum teir eiga at verða brúkt­ir. Børnini missa tí nógv­ar ágóð­ar, um vit ikki tilvitaði velja at stimbra kroppar teirra á ym­isk­ar hátt­ir – millum annað við at lata tey ganga berføtt. Í stuttum er orsøkin til, at børn­ ini ikki verða nóg væl stimbr­aði hon, at vit hava tað ov gott við nógvum hjálpartólum í ger­and­is­ degnum. Tí brúka tey ikki kroppin á tann hátt hann var ætlaður. – Tá tú hyggur at fótinum á ein­um nýføddum barni, so sært tú, hvussu fullkomin hann er. Verð­ur hann ikki brúktur nokk, so verða musklarnir veikir. Vit lata barnið í sokkar, inniskógvar, skógv­ar og aftur í inniskógvar, men børnum dáma at føla ting nær at kroppinum, og soleiðis læra tey eisini um heimin, sum er rund­an um tey. Tað kann væl vera, at tey verða skitin, tá vit loyva teimum at uppliva heimin á hendan hátt, men í dag hava vit góðar vaski­mask­in­ur, so tað ger onki. Tað er um­ráðandi, at tey sleppa at granska, staðfestir hon. – Tá vit ganga í skóm, pakka vit føturnar og kroppin inn og upp­liva tí ikki heimin rundan um okk­um gjøgnum allar sanirnir, sum vit høvdu gjørt, vóru vit ikki inn­ pakkaði, sigur hon. Tá vit ikki menna og stimbra sans­ir okkara, so kunnu vit vænta, at vit síggja avleiðingar á ymiskar mát­ar. Stimbraði á nógvar mátar Hóast nógv hevur verið tosað og skriv­að um tað at ganga berføttur, so er tað umráðandi at skilja, at tað ikki bert er við at ganga utt­an skógv­ar, at sansirnir verða stimbr­ að­ir. Í námsfrøðini verður heildin tik­in við í arbeiðinum at stimbra barn­ið. – Tá vit til dømis fara úr í hagan at ganga við børnunum hyggja, lukta og føla vit tað sum er rundan um okkum. Vit tosa saman meðan vit ganga á ósløttum og brúka føt­ ur­nar til at læra um umhvørvið, sum vit eru í. Eru vit berføtt, so verða føturnar eisini styrktar og vit styrkja javnvágina og granska um­hvørvið, sigur hon. – Traðkar barnið á okkurt spíkst, so tekur barnið fótin til sín aftur. Tey skulu helst tola, at tað kemur okkurt á húðina hjá teim­um. Tey kanna um undirlagið er gras, ísur ella okkurt triðja. Ein má nerta við fyri at menna hendan sans­in, staðfestir hon. Tað er umráðandi, at barnið við veg­leiðing sleppur at royna seg sjálvt fyri at finna útav, hvussu um­heimurin er, og hvussu tað skal tíggja sær har tað er. Loyva vit tí barn­inum framat, eisini við at nýta sansir sínar tá tað er berføtt, so læra tey sjálvi nøkur ting, sigur hon. – Eitt barn fer ikki rennandi í eina steinarúgvu, tí tað veit, at har fær man ilt og tí skal man ganga varliga. Børn duga at føla eft­ir, hvussu undirlagið er. Sum menn­ iskju eru vit væl bygd, og hava eina rúgvu av førleikum, sum vit skulu sleppa at brúka, sigur Marjun Eg­ holm Højgaard. – Av tí at vit hava so góðar skógv­ar, so missa vit part av menn­ ing­ini, sum vit eiga at fáa. Tað er umráðandi, at kropp­urin verð­ur brúktur hóast vit hava bil­ar, skógv­ ar, stólar og klæði, staðfestir Marj­ un Eg­holm Højgaard. Hon greiðir frá, at tað eru ym­ iskar meiningar innan náms­frøð­ ina og námsfrøðingar eru eisini ym­iskir. Summi leggja størri dent á júst hetta, ímeðan onnur kanska halda, at tað ikki er eins umráðandi ella, at tað er ov svansutt til tíðir. – Teoretiskt eru vit tó samd í, at tað er gott fyri barnið, staðfestir hon. Ikki bert børnini Spurd um, hvørt hendan til­vit­aða stimbranin bert gagnar børn­un­um, sigur Marjun, at hóast barn­ið fær størri ágóða, tí tað er í menning, so hevur tað eisini ágóð­ar við sær, tá vaksin brúka kropp­in og gerast tilvitaði um, hvat er stimbr­andi, men ikki á sama hátt, sum barnið ið mennist. – Sjálvsagt kunnu vit vaksnu eis­ini gera eina íløgu í kropp okk­ ara, og tað er eisini umráðandi, at vit hugsa um, hvussu vit kunnu brúka kroppin í gerandisdegi okk­ ara, tá vit hava so nógv ting, sum hjálpa okkum á øllum økjum, sig­ ur hon. – Hetta er galdandi fyri bæði vaks­in og børn, leggur hon afturat. Upplýsingin er har Marjun greiðir frá, at tað er nógv tilfar og upplýsing um júst hetta evni tøkt. Tó, so kann tað tykj­ast sum ein gjógv er millum náms­frøð­ ina og gerandisdagin hjá barna­ familjuni. Marjun heldur, at grund­ in til tað er, at hóast upp­lýs­ing­in er atkomulig, so verður óiv­að ikki tosað um evnið, um ikki ná­greini­ ligur áhugi er fyri tí – og áhug­in liggur aloftast hjá teimum, sum arbeiða innan økið, hóast ágóð­ar­ nir eru fyri øll. – Eg leggi tó til merkis, at meir til­far um júst hetta er atkomuligt á føroyskum, og at fleiri náms­frøð­ ing­ar nú taka útbúgving innan sans­a­stimbran, staðfestir hon. Taka námsfrøðina við heim Marjun greiðir frá, at nógv foreldur stuðla og stimbra børnum sínum á hend­an hátt, uttan at tey hugsa um ella eru tilvitaði um tað. Er man tó tilvitaður, so fær man gjørt meir og sæð tørvirnar, sum kunnu stinga seg upp. Hon held­ ur, at tað byrjar við góðum sam­ skifti millum stovnin og heim­ið, og hóast partanir ikki eru samd­ir, so er umráðandi at taka orða­skifti upp. Hon greiðir frá, at partur av ábyrgdini liggur hjá náms­frøð­ing­ un­um, sum mugu duga at greiða frá og argumentera fyri tí, sum arb­eitt verður við. – Tíbetur halda flestu foreldrini, at tað sum vit námsfrøðingar gera hev­ur eitt endamál. Men foreldrini skulu eisini vera forvitin, spyrja og endi­liga koma við síni meining, sig­ ur hon. LAT BARNIÐ SKÓLEYST Tað er serliga mennandi fyri børn at ganga berføtt, tí tá brúka tey fótin, sum hann eigur at verða brúktur.