Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 19 GANGA ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO H úðsansurin er eitt stórt sansaorgan, sum verður stimbrað, tá vit ganga berføtt. Húðin sendir boð til heilan um alt tað, sum vit merkja, tá vit nerta við okkurt, ella tá vit fáa ilt. Heilin skipar ta informatiónina, og sendir boð út aftur til kroppin. Um tað sum vit gera eydnast væl, so verða signalini positiv og vit fáa hug at halda á fram. Jú meir roynd­ir vit fáa, jú meir verður tað auto­ mat­i­serað í heilanum, og tað skal tað blíva. Verður tað ikki tað, so mugu vit hugsa okkum um hvørja ferð vit gera okkurt. Tí er húð­ sansurin umráðandi fyri krops­ tilvitskuna, greiðir Olga K. Skora­ stein, ergoterapeutur, frá – Ein veit bert, hvussu und­ir­ lagið er, har man gongur um man hevur royndirnar, og tí er tað um­ ráðandi, at børnini fáa møgu­leik­ an til, at gera sær nakr­ar royndir, sig­ur hon, – Tað er eisini í lagi, at summi børn ikki hava hug til at ganga í berum bibbum. Summi vilja held­ur eygleiða, og tað má man góð­taka. Tað er tó gott at eggja teim­um til at royna seg, sigur hon. Vit vilja fyribyrgja sjúku Í Føroyum er kalt í veðrinum, og tí síggja vit ofta, at foreldur vilja verja børn síni ímóti kuldanum og lata tey væl í. Orsøkin er óivað, at vit vilja fyribyrgja, at børnini verða sjúk. Tað er ikki so nógv ár síðani, at før­oysk børn gingu í knæbuksum og í kjola, greið­ir ergoterapeuturin frá. – Tá børnini eru ov væl ílat­ in, so er vandi fyri, at tey ikki fáa stimbr­að húðsansin, sum nát­úr­liga verð­ur stimbraður, tá vit til døm­is ganga berføtt, sigur hon. – Børn sum ikki verða nóg væl stimbr­aði á hendan hátt kunnu ger­ ast sart, og hetta kemur til sjónd­ ar, tá barnið ikki klárar at verða skitið ella ikki klárar at nerta við ymiskt tilfar, ikki klárar at ganga í haganum ella at detta, sig­ur Olga K. Skorastein. Hetta kunnu vit gera Sum foreldur kunnu vit raðfesta túr­ar í haganum, fjøruni og ym­ isk­um øðrum ójøvnum lendi, og vit kunnu minnast til at lata barn­ ið royna seg sjálvt. – Tað er í lagi, at barnið dettur, og at tað reisur seg upp aftur utt­an hjálp, sigur hon. Hon greiðir frá, at fyrr gjørdi man hesi tingini uttan at hugsa um tað. Børnini hoyggjaðu ber­ føtt og vassaðu síðani í áunum. Í dag keypa vit ting inn í heimini, sum skulu stimbra okkum á sama hátt, sum gerandisdagurin gjørdi tað fyrr. Umframt túrar kunnu vit lata børn­ini ganga berføtt heima, lata tey ganga á ymiskum yvirfladum so sum teppum, máttum og øðr­um. Eisini er gott at mýkja føt­ur­nar á barninum og at geva tí eitt fótabað. – Eisini vil eg viðmæla, at barn­ið av og á sleppur at ganga úti uttan skógvar ella sokkar á ym­iskum lendi, sigur hon. Tá tosað verður um stimbran av ymisku sansunum, so snýr tað seg ikki bert um at ganga ber­føtt­ur, men barnið verður eisini stimbr­ að á aðrar háttir. Tað eru nógv­ir nervatræðrir í fótunum, sum koma inn í heilan og hjálpa okk­um at halda balansuna og hjálpa okkum at føla og merkja. Eis­ini snýr tað seg at nerta at smakka ymiskar konsistensir, greið­ir hon frá. Ergoterapeuturin: BØRNINI MUG­U FÁA ROYN­DIRNAR – Tað er í lagi, at barnið dettur, og at tað reisur seg upp aftur uttan hjálp. Fyrr gjørdi man hesi tingini uttan at hugsa um tað. Børnini hoyggjaðu berføtt og vassaðu síðani í áunum. Í dag keypa vit ting inn í heimini, sum skulu stimbra okkum á sama hátt, sum gerandisdagurin gjørdi tað fyrr, sigur Olga K. Skorastein, ergoterapeutur. Eg viðmæla at barnið av og á sleppur at ganga úti uttan skógvar ella sokkar á ymsikum lendi