fríggjadagur 23. juni 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017
SOSIALURIN 72
20
NEVNDARSAMSÝNINGAR
HESI FÁA HÆGSTU ALMENNU
NEVNDARSAMSÝNINGARNAR
28 føroyingar fáa yvir 10.000 krónur um mánaðir í nevndarsamsýninum. 10 teirra fáa yvir 15.000
krónur um mánaðin. Tilsamans fáa 519 føroyingar nevndarsamsýning ella fundarpengar fyri at sita
í almennum nevndum og ráðum. Tað eru 148 almennar nevndir og ráð í Føroyum. Tilsamsans rindar
landið 940.000 krónur í fastum nevndarsamsýningum um mánaðin, umframt fundarpengar. Hetta
er bygt á yvirlit, sum Miðlahúsið hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum yvir almennu nevndirnar.
Tann, sum fær mest, er Gloria Kalsø, sum hvønn
mánað fær 22.347 krónur í nevndarsamsýning. Hon
fær 15.000 krónur um mánaðin sum næstformaður í
Føroya Tele, umframt 7.347 krónur um mánaðin sum
næstformaður í Føroya Realkreditstovni.
Marjun Eystberg fær 17.500 krónur um mánaðin
í nevndarsamsýningum. Hon er forkvinna í
Framtaksgrunnninum og limur í Fíggingargrunninum.
Næstur henni kemur Ómar Svavarsson,
nevndarformaður í Føroya Tele, sum fær 21.000
krónum um mánaðin fyri ómakin.
Henrik Møller, sorinskrivari, situr í seks
nevndum og er formaður í fýra teirra. Hann fær
tilsamans 18.000 krónur fyri at vera formaður í
Vanlukkutryggingarráðnum og í Yvirfriðingarnevndini,
meðan hann harumframt fær vanligar fundarpengar fyri
at vera formaður í Yvirútskiftingarnevndini, Nevndini
fyri brotsverksoffur og sterilisatiónsnevndini og
vanligur limur í Revsirættarliga ráðnum.
Niels Mortensen, formaður í Atlantic Airways, fær
20.000 krónur um mánaðin, umframt at hann fær
vanligar fundarpengar fyri at sita í stýrinum fyri Føroya
Handilsskúla.
Fróði Magnussen fær 16.400 krónur um mánaðin.
Hann er nevndarlimur í Atlantic Airways og í
Framtaksgrunninum. Bergur Poulsen, sum fær 16.000
krónur um mánaðin, er formaður í Eysturoyar- og
Sandoyartunlar, umframt at hann fær fundarpengar fyri
at sita í Arbeiðsumhvørvisráðnum.
Høgni Debes Joensen og Høgni
Olsen fáa 17.000 krónur hvør.
Høgni Olsen er formaður í
Føroya Lívstrygging, meðan
Høgni Debes Joensen er limur í
Vanlukkutryggingarráðnum og
Tilskotsnevndini. Harumframt
fær hann vanligar fundarpengar
fyri at sita í Fonden av 1989 for
sociale formål på Færøerne og í
Sterilisatiónsnevndini.
Alfred Petersen fær 17.437 krónur fyri sínar fýra
formanssessir í Fasta Gerðarrættinum, Skatta- og
avgjaldskærunevndini, Maritima Útbúgvingarráðnum og
í Yrkisútbúgvingarráðnum.