Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 22 BRÚDLEYP Silja greiðir frá: AVGERÐIN UM AT GIFTAST Giftust eftir 10 á Vit hava eina heldur stuttliga søgu ella fortíð. Vit hava verið góðir vinir í 10 ár og brúkt nógva tíð saman. At vit bæði skuldu finna saman, var als ikki nakað, sum lá í okkara kortum, so tað var sera tilvildarligt, at vit komu saman. Men aftaná vistu vit beinanvegin, at vit vóru gjørd til hvønn annan. Vit vistu bæði frá byrjan av, at vit skuldu giftast, men Jóhannes keypti ringin, tá hann var í India (sum hevur sína heilt egnu søgu) og fór á knæ 17. desembur 2015. Tá ein løta var farin, segði hann so fitt: “Silja, tú gert meg eitt sindur nervøsan, er hetta eitt ja?” Og eg bara nikkaði og flenti, meðan eg græt enn meira. Silja Hóast eg visti, at tað skuldi vera vit bæði, og at vit fóru at giftast, tók hann meg fullkomiliga av bóli. Vit búðu í ymiskum londum, eg læs í Danmark, meðan hann arbeiddi uttanlands. Eg var komin heim til Føroyar í jólaferiu um kvøldið tann 16. desembur, og hann hevði fortalt mær, at dagin eftir hevði hann lagt til rættis. Hetta tóktist als ikki óvanligt fyri meg. Av tí, at vit ikki búðu í sama landi, plagdu vit at gera nakað serligt tá vit so sóust, og so tað, at Jóhannes er ein ótrúliga romantiskur maður. Hann kom eftir mær fyrrapart, og vit fóru í spa í Gundadali, við øllum tí, ein kann ynskja sær: Privatrúm við kropsmýking, andlits- og fótarøkt, jacuzzi við drykkjuvørum og ja, mega lekkurt! Seinni út á kvøldið fóru vit á matstovuna Barbaru og fingu eina fantastiska matskrá, og aftaná tað fóru vit til mítt yndisstað, har Jóhannes fór á knæ. Eg hevði onga hóming! Eg bara græt. Ikki eingongd táraði, eg græt! Eg skilti tað ikki. Sjálvt um eg visti, hendan løtan einaferð fór at koma, so var hetta ein løta, sum eg ikki dugi at lýsa nóg væl í orðum. Í hasi løtu hevði eg fingið bestu og størstu gávu í mínar hendur – í ævir! Eg kann kanska lýsa tað best við at siga, at fyri meg var tað ein heilag løta. Aftaná eina løtu segði hann so fitt: “Silja tú gert meg eitt sindur nervøsan, er hetta eitt ja?” Og eg bara nikkaði og flenti, meðan eg græt enn meira. So opnaði hann sjampanju, sum hann hevði goymt millum onkrar steinar, meðan eg royndi at fata, at hetta ikki var ein dreymur. NØVN: Silja Sørensen (f. í Liða) og Jóhannes Sørensen STØRV OG STUTT LÝSING UM BRÚÐARPARIÐ: Silja er ljósmóðir-lesandi og Jóhannes er maskinmeistari BRÚDLEYPSDATO: 15. okt. 2016 GESTIR TIL VEITSLUNA: 145 fólk. Veitslan var fyri innbodnum STAÐ FYRI VÍGSLUNA: Í lítla hølinum í Østrøm VEITSLAN BLEIV HILDIN: Í stóra hølinum í Østrøm MYNDIR: Mirjam & Janus Photography BRÚÐARKJÓLIN: Eg keypti kjólan í Vintage Girl í Keypmannahavn og skógvarnir í Italia. HÁR OG MAKEUP: Barbara Chaparro gjørdi hár og makeup. KLÆÐINI HJÁ BRÚÐGÓMINUM: Jóhannes keypti klædningin í Italia av merkinum Dolce & Gabbana. FÍGGJARÆTLAN: Endaligu upphæddina hava vit ikki roknað út, men vit eru sera nøgd við alt, og høvdu ikki gjørt nakað annarleiðis. TAÐ BESTA VIÐ DEGNUM: Tað er ógvuliga torført at seta eitt punkt, sum var tað besta. Dagurin byrjaði fantastiskt við fyrireikingini, og so bleiv hann bara betur og betur sum tíðin gekk. Men vígslan var nakað heilt serligt. Bæði tá hurðarnar opnaðust, og eg gekk móti Jóhannes, men serliga talan, lovsangurin og tá vit góvu okkara lyfti til hvønn annan. GOÐ RÁÐ TIL KOMANDI BRÚÐARPØR: Vit vilja ráða øllum til at fara á hjúnabandsráðgeving/-skeið, áðrenn tey verða gift, og kanska serliga at hava onkran at tosa við í tíðini aftaná brúdleypið. Eitt annað gott ráð er at fara inn í hjúnabandið við tí fyri eyga, at góðtaka og elska tín maka soleiðis, sum hann er, vera skjótur at biðja um umbering og skjótur at fyrigeva. Stutt sagt, at bæði seta sín maka sum nr. 1 og seg sjálvan nr. 2. HØVDU VIT GJØRT NAKAÐ ØÐRVÍSI UM MØGULIGT?: Eg haldi ikki, vit kundu sett fingur uppá nakað við degnum. Hann var betur enn vit nakrantíð kundu ímyndað okkum.