Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 23 Fyrireikingin av brúdleypinum var torfør, tí eg búði í Danmark, Jóhannes arbeiddi uttanlands, og vit komu ikki til Føroyar fyrr enn mikukvøldið áðrenn brúdleypið, sum var ein leygardag. Harafturat búði øll mín familja í Danmark. Men tíbetur havi eg eina fantastiska verfamilju heima í Føroyum, sum var ein ótrúliga stór hjálp. Í okkara parlagi er tað eitt sindur øðrvísi enn ”vanligt”. Hjá okkum er tað eg, sum ikki leggi so nógv í, hvat og hvussu, meðan Jóhannes er tann, sum gongur eitt sindur hægri uppí staklutir og kvalitet. So meðan eg keypti alt inn og planlegði, so var hann í telefonini og góðkendi. Fyri okkum var tað umráðandi, at hava eitt inniligt brúdleyp, sum vit kundu deila saman við fólki, vit elska, og sum hava havt stóran týdning í okkara lívi. Samtíðis sum vit vildu hava tað inniligt, so vildu vit eisini hava øll við, so tað bleiv ein blanding av báðum. Tað, sum var mest týdningarmikið, var, at gestirnir høvdu tað gott og kendu seg væl. Vit ynsktu, at tey, sum komu, skuldu merkja tann kærleikan, vit hava til hvønn annan og til tey. Vit blivu vígd í lítla hølinum í Østrøm og veitslan var í tí stóra. Vígslan var ein fantastisk, heilag løta. Jógvan Zachariassen vígdi okkum, sum hevði ein stóran týdning fyri okkum. Vit ynsktu, at vígslan skuldi endurspegla okkum bæði, sum eru nokk so frí, og tí var hon eitt sindur annarleiðis enn flestu vígslur. Aftaná fingu vit nógvar jaligar viðmerkingar um, hvussu natúrligt alt gekk fyri seg, og vit kundi ikki verið glaðari fyri vígsluna. Vit fingu eisini fyrireiking, vígslu og veitslu tikið á sjónband, sum vit eru ótrúliga glað fyri. Aftaná høvdu vit móttøku, og so fóru vit at taka myndir við Mirjam & Janus. Hotel Føroyar stóð fyri mati og tænastu. Veitslan byrjaði við vælkomsti kl. 18.30, og fólkini fóru til borðs kl. 19 – og so var “fest” fyri rest. árum sum vinir Ringurin hjá Silju bleiv keyptur á einum flogvølli í India. Eg sá hann, tá vit lendu í New Delhi og skuldu víðari til check-in-øki í innanlandsflúgving. Hann fangaði mítt eyga við tað sama. Ringurin passaði perfekt til hana og støddin var eisini av tilvild júst tann rætta, men vegna tað, at prísurin var høgur, hugsaði eg, at eg mátti líka hyggja betri runt áðrenn, men so skjótt vit fóru frá tí flogvøllinum, visti eg, at eg hevði skula keypt hann, tí hvørji eru líkindini fyri, at hann er har, tá vit komu aftur. Ringurin var í tonkunum so at siga allan túrin, eg prøvaði at hyggja runt umkring aðrastaðnis, men fann ongan, ið kom upp á knøini á tí fyrsta. Tá vit so settu leiðina heimaftur aftaná 4 vikur brúktu vit síðsta dagin í New Delhi, vinmaður mín fór á sightseeing og eg fór á flogvøllin at royna eydnuna at finna ringin. Ein kann ikki bara ganga inn í innskrivingarøki, so eg mátti fyrst keypa billett til okkurt tilvildarligt stað, og so gjøgnum mannagongdina. Tey, sum hava verið í India, vita, hvat eg snakki um, tá eg sigi, at trygdareftirlitið á flogvøllinum er strangt. Har ganga vaktir við ak-74 automatbyrsum allastaðnis, og ein skal vísa boardingpassið einar 1000 ferðir, áðrenn ein er inni. Øll spurdu meg, hvar mítt viðføri var, og eg føldi meg kriminellan fyri at siga tað pent, tí eg visti ikki um tað, eg gjørdi, var lov. Eg skundaði mær til handilin, og mín sann, hann var har á sama stað! Glaður var eg. Men nú skuldi eg út aftur, tað var ein heilt onnur prosess, tí har var einki “exit” ella “baggage claim”, bert fráferðir í hesum partinum av flogvøllinum. Eg royndi at finna útav, hvussu ein kundi koma út, men einasti mátin var at blíva eskorteraður út aftur av starvsfólkunum, ið arbeiddi har. Har skuldi eg ígjøgnum mannagongdina umaftur, hesuferð við einum persóni við liðina, og við hermonnum ið hugdu grumt og spekulerandi uppá meg. Eg skuldi skrivast í eina bók og skriva undir og tað heila fyri at sleppa út. Eg hevði enn boardingkortið, sum teir skuldu stempla fleiri ferðir, áðrenn eg slapp út. Tá eg kom út um hurðina, føldi eg meg sum ein greiva, men samtíðis sum hálvgum kriminellan av allari gongdini og trygdarkanningunum, eg hevði verið ígjøgnum. Men ringurin var í lummanum, og gleðin var ómetaliga stór SØGAN UM RINGIN FRÁ HEIMASÍÐUNI BRUDLEYP.FO Fyri okkum var tað umráðandi, at hava eitt inniligt brúdleyp, sum vit kundu deila saman við fólki, vit elska, og sum hava havt stóran týdning í okkara lívi. Silja BRÚDLEYPSDAGURIN Vit ynsktu okkum at fara langt og vera leingi vekk, men av tí, at eg skuldi upp til roynd tvær vikur aftaná brúdleypið, valdu vit at goyma tað til eina aðru ferð. Av tí, at vit væntaðu at fara at ferðast rættiliga nógv, hevði tað ikki so stóran týdning fyri okkum. So vit endaðu við at fara eina viku til Rhodos, og so mátti eg heim at fyrireika meg. Eg valdi at taka farloyvi í eitt hálvt ár aftaná royndina, so vit kundu njóta tíðina saman og ikki noyðast at vera hvør sær. So hetta hevur verið ein fantastisk, lærurík og avbjóðandi tíð. Tá eg kom út um hurðina, føldi eg meg sum ein greiva, men samtíðis sum hálvgum kriminellan av allari gongdini og trygdarkanningunum, eg hevði verið ígjøgnum. Men ringurin var í lummanum, og gleðin var ómetaliga stór. Jóhannes BRÚÐARFERÐIN Silja greiðir frá: Jóhannes greiðir frá: