fríggjadagur 23. juni 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017
SOSIALURIN 72
29
Kirkjubø var jú eingin handil, men
við góðum vilja bar tað væl til.
Nógv gott kundi verið skrivað
afturat. Tey eru fyri nógvum
árum síðani farin undir grønu
torvu. Sanniliga tvey sjáldsom
fólk, mentafólk av tí góða gamla
slagnum.
Børnini hjá Fridrikku og Gazet
vóru Páll, giftur við Bodil, Sámal,
Elin, gift við Poul Sørensen, Hildi
bjørt giftist við Daniel Jacob Mort
ensen og Sigrid, gift við Eyðálv
Djurhuus.
Virdur um landamark
Sum serfrøðingur í plantufrøði
var Gazet kendur og virdur langt
út um landamark. Hann hevði
brævaskifti við nógvar útlendskar
vísindamenn, og ofta hevði hann
vitjan í Kirkjubø av útlendingum,
sum vildu síggja hansara verk.
Plantufrøðingurin Magnus
Gaard á Plantusavninum á Debes
artrøð hevur skrivað um Gazet
sum plantufrøðing.
Magnus er langabbasonur Ras
mus á Háskúlanum, ein annan
kendan plantufrøðing, sum eisini
hevði neyvt samstarv við Gazet.
Magnus greiðir frá:
Ein av teimum áhugaverdu inn
savnarunum av plantum í varð
veitslu á Náttúrusavni Føroya
var Olav Gazet Patursson. Onkr
ar av hesum plantum eru sera
áhugaverdar. Leggstutt fransa
gras (Primula vulgaris), ið hevur
vaksið á Traðarhamri heima á
Sandi, finst bert innsavnað eina
ferð, og hesa innsavning hevur
Gazet gjørt. Hendan plantan er
ongantíð funnin aftur og er tí
allarhelst útdeyð. Nógvar aðrar
sjáldsamar plantur eru í savninum
hjá Gazet, so sum tann villa rósan
(Rosa villosa), ið nú er so gott sum
útdeyð, kallsmansbórkubóndin
(Orchis mascula) og nógvar aðrar.
Onki er at ivast í, at Gazet
hevur havt ein serligan áhuga í tí
sjáldsama og eitt sindur eksotiska,
tí av teimum 213 plantunum í savni
hansara, eru nógvar at kalla sjáld
samar, ímeðan tær vanligu plant
urnar eru heldur færri. Gazet
var urtagarðsmaður. Hann gekk
á plantuskúla í Grude á Jæren.
Seinni gekk hann á landboháskúla
í Danmark, men gavst vegna
sjúku. Hann hevði stóran áhuga í
plantunøvnum, og arbeiddi saman
við Rasmus á Háskúlanum hesum
viðvíkjandi. Hann gav út "List of
popular plant names from the
Faroes í 1905-08" og føroysk plantu
nøvn saman við Rasmussi í 1928.
Umframt plantur, hevði Gazet
stóran áhuga í skordýrum, og
gjørdi her týdningarmiklar eyg
leiðingar. Tíverri er lítið skrivað
um hetta.
Í hesum sambandi kann verða
nevnt, at Gazet eisini hevði nógv
samskifti við ein annan kendan
urtagarðsmann, Símun Paula úr
Konoy í Gøtu. Tað vóru jú Rasmus
og Símun Pauli, sum myndaðu
fiskimannafelagið fyrstu nógvu
árini. Tað tykist sum, at ansurin
fyri tí, sum veksur og grør, hevur
verið ein partur av politisku vek
ingini fyrst í farnu øld.
Hetta var ikki einastu ferð, at
Gazet og Rasmus komu at vera
saman um eina verkætlan.
Í 1909 stendur í Dimmalætting
ein stubbi, sum eitur Færøsk
Botanik. Her verður greitt frá, at
í tí viðurkenda danska tíðarritið
Botanisk Tidsskrift hevði Rasmus
havt eina ritgerð um “bladskiftet
hos Tangplanten More...”
Síðan verður sagt: “En anden
færøsk Botaniker, Landbrugskan
didat Gazet Patursson har til det
store anseta Værk Botany of the
Faroes leveret en Fortegnelse og
Færøske Plantenavne.
Tað av Magnusi umrødd yvirlit
yvir føroysk plantunøvn hjá Gazet
og Rasmus stóð í Varðanum í 1928.
Her hava teir gjøgnumgingið alt,
sum er skrivað um plantur bæði
hjá teimum sjálvum og hjá øðrum.
Teir hava í hesum yvirliti ikki
færri enn 360 plantunøvn. Tað
hevur ikki verið hissini arbeiði av
hesum.
Her eru eisini frágreiðingar
til orðini. Yvirlitið fyllir 35 síður í
Varðanum.
Fekk staðfest gulllaks
fyri 100 árum síðani
Tað skilst á brævaskiftinum tá, at
Gazet í fleiri førum hevur verið
førur fyri at skráseta flogkykt og
summarfuglar í Føroyum, sum
ikki eru skrásett frammanundan.
Fyrsta brævið, sum er til skjals,
snýr seg ikki um flogkykt, men
um fisk, og enntá um ein sera
aktuellan fisk, sum vit onnur
halda vera "uppdagaðan" í okkara
tíð. Brævið er dagfest 22.9 1904, tá
hevur Gazet bara verið 25 ára gam
al. Brævið ljóðar soleiðis:
Kære G Patursson!
Den Fisk, som De saa meget
tydeligt har tegnet, er en Glansfisk
(Lampis Guttatus) af Makrel
Familien. Det er en Dybhavs Fisk,
der hører hjemme i det Nordlige
Atlanterhav, men ret sjældent viser
sig ved Kysterne, dog er den ikke
mere sjælden, end at den har sit
eget norske Navn, Laxstørje, og et
islandsk Navn, Guldlax. For dette
bidrag takker jeg Dem på Museets
og egne vegne. Jeg har neddelt det
til den Museumsassistent, Adolf
Jensen, der netop er i færd med
at samle Oplysninger om Fiskene
omkring Færøerne, Island og
Grønland.
Deres Ærbødige
Herluf Winge
Umrøddi Adolf Jensen gjørdist
seinni ein kendur fiskifrøðingur,
sum var serliga kendur fyri sínar
kanningar í Grønlandi. Eitt rann
sóknarskip varð enntá uppkallað
eftir honum.
Tískil kunnu vit staðfesta, at
gullaksur hevur verið kendur í
Føroyum í 100 ár.
Gulllaksur er í dag eitt nokk
so týdnigarmikið íkast til okkara
fiskivinnu. Ásett er ein kvota, sum
serliga partrolarar veiða, og sum
gevur nógv arbeiði á sumri.
Komandi partur
Í komandi parti verður m.a. greitt frá
skordjórum, har Gazet eisini hevði sín stóra
áhuga.
Úr savninum
hjá Gazet á
Debesaetrøð,
har tað eru 213
plantusløg, hann
hevur sent inn.
Brævið frá Zoologisk Museum, har gulllaksur fyrstu ferðer nevndur.
Gullaksur, staðfestur av Gazet í 1904
Kallsmans
bórkubóndin.
Vill rósa
Leggstutt
fransagras
Poul Titus Samuelsen