fríggjadagur 23. juni 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017
SOSIALURIN 72
28
Óli Jacobsen
Gazet Patursson:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
3. partur
U
mframt urtagarðsvirk
semi fekk Gazet eisini
seinni eitt tøkt festi,
sum var 2,5 merkur.
Har hevði hann neyt og seyð. Tað
vóru 20 áseyðir uppá mørkina. Tey
høvdu tvey neyt, og hest høvdu
tey eisini altíð.
Blaðið 14. September skrivaði
um Gazet, tá ið hann fylti 70 ár, at
Gazet hevur víst okkum, hvat
kann fáast burtur úr føroyskari
jørð. Burtur úr mýru og grótlendi
hevur hann skapað vakrasta og
úrdráttarbesta lendi í øllum Føroy
um. Hetta varð gjørt við áralong
um knossi og nógvum sliti. Men
tað kravdi eisini lærdóm, kynstur,
hug og alsk til urtir og gróður – alt
hetta eigur Gazet. Hann hevur ver
ið slóðbrótarin mikli á sínum øki.
Javnaðarmaður í
sjálvstýrisháborgini
Patursson brøðurnir vóru kendir
sum sjálvstýrismenn. Jóannes var
jú ímyndin av sjálvstýrisrørsluni,
fyrst í Sjálvstýrisflokkinum og
síðani í Fólkaflokkinum. Sverri
var nógv ár undan Jóannes ramur
loysingarmaður.
Men Frederikka og Gazet skiltu
seg á hesum øki fullkomiliga burt
urúr restina av Patursson ættini.
Tey vóru nevniliga javnaðarfólk
og duldu ikki fyri tí heldur. Petur
Mohr Dam, sum meira enn nakar
annar var ímyndin av javnaðar
flokkinum, var eisini javnan á gátt
hjá teimum báðum. Gazet gjørdi
tó ongan háva av síni politisku
støðutakan. Heldur ikki stillaði
hann nakrantíð upp.
Fridrikka
Gazet og Fredrikka vóru trímenn
ingar. Fredrikka var sjey ár niðri í
Danmark. Hon ætlaði sær at ger
ast sjúkrasystir, men so langt kom
tað ikki.
Hon var øgiliga røsk og ein góð
ungamamma. Hon fylgdi eisini
væl við í tí, sum gekk fyri seg í
samfelagnum.
Ein beiggi Fridrikku var Poul
Titus Samuelsen. Hann var eisini
ein serligur maður.
Poul Titus var føddur í 1890.
Tíðliga man hann hava fingið
hug til skúlan, tí áðrenn hann fór
á læraraskúla, haðani hann fekk
prógv í 1917, var hann vikarur fyri
systrina, Karin, í Kvívík í eitt hálvt
ár, og síðani eitt ár í Funningi. Hann
var lærari í ymiskum bygdum,
eisini í Skálavík og Kirkjubø.
Meðan hann var lærari í
Skálavík fekst hann við urta
garðsbrúk og gjørdi urtagarð á
jørðini, sum lá til skúlan. Hendan
hugin hava svágrarnir báðir havt
til felags.
Hann endaði sum lærari í Kolla
firði. Men hann fekk tuberklar og
doyði longu í 1949. Kona hansara
var Maria, fødd Magnussen.
Petur Mohr Dam:
Besta menniskja
Tá ið Poul Titus doyði skrivaði
Petur M. Dam minningarorð um
hann. Tað skilst næstan millum
reglurnar, at teir eisini hava verið
floksfelagar. Hann skrivar:
Við Poul Titus er uttan ov nógv
sagt eitt hitt besta menniskja farið.
Hann var ikki bert í vanligari fatan
eitt skikkiligt menniskja, sum eing
in kann bera annað enn alt gott
men var eisini maður við heitum
hjarta fyri teimum veiku, sjúku og
treingjandi. Hitt góða hevði vald á
honum. Av fullum huga stríddist
hann fyri tí sanna og vakra. Hjá
okkum hevur ikki gingið erligari
maður. Eingin ivaðist í støðu hans
ara til teir spurningar, hann hevði
við at gera.
Hann fjaldi seg ikki í uttan
umtosi, men segði náttúruliga og
djarvt, men tó altíð vælmeinandi
hugsan og meining sína, tók støðu
fyri og ímóti, var ongantíð himpr
andi ella “lunkaður”.
Hetta
gjørdi
hann
so
virðismiklan og sunnan sum
vin og menniskja. Hann var ikki
óvinur við nakran. Øll hansara
hugsan, alt hansara lív yvir fyri
øðrum andaði av vælvild og
strembaði ímóti at gera sínum
medmenniskjum væl, fyrst og
fremst andaliga væl.
Hann var ein kristin maður,
kristin til innastu rót og tægr.
Hansara aðalmál og lív var eyð
kent og merkt av einum brennandi
ynski og vilja at fáa medmenniskju
síni at vera kristin og góð menn
iskju.
Poul Titus vil standa sum hin
reina kristna fyrimyndin, og vit
sum høvdu ta lukku at kenn hann,
vera hansara vinir, vit vilja minn
ast hann við tøkk og djúpastu
virðing.
Páll Patursson skrivaði eisini
vøkur minningarorð um Poul
Titus, har hann umrøddi somu
eginleikar sum P.M. Dam nevndi.
So hann hevur verið serligur.
Presturin Zakarias Brimnes
hevði í Tíðindablaðnum 24.5 1974
eina áhugaverda frásøgn. Hann
vaks upp í Kvívík, har Karin Samu
elsen var lærari.
“Eitt ár var Poul Titus lærari hjá
okkum. Hann var so nasadjarvur,
at hann lat okkum skriva føroyskt.
Tá prestur eina ferð kom at hoyra
okkum, vísti Poul Titus honum
skrivibøkurnar. Men hetta var ikki
væl upptikið, tí har var skrivað á
føroyskum. Tað einasta eg havi
lært at skriva føroyskt var tær fáu
ferðirnar Poul Titus breyt lógina á
hesum øki”.
Eftirmælið hjá verdóttrini
um Fredrikku
Tað vóru góð viðurskifti í familj
uni. Sonurin, Sámal, búði saman
við sínum húski áfast í húsini hjá
Gazet. Verdótturin Elisabeth gev
ur vermóðrini hetta eftirmæli:
"Tá tað skal skrivast okkurt
um Fridrikku, tá er tað ikki so
lætt, hvar ein skal byrja. Nú er
frammanundan skrivað um Gazet.
Tað er fyri mítt viðkomandi nógv
gott at skriva um tey bæði.
Fredrikka var ógvuliga gløgg.
Henni dámdi væl at lesa, og hon
skilti tað hon læs. Tað var ein frøði
at fara inn á gólvið hjá teimum
báðum. Fredrikka var skjót við
drekkamunninum. Altíð var
okkurt gott afturvið. Hon dugdi
væl at baka og altíð var reinur
dúkur á borðinum.
Fredrikka var á háskúla sum
ung. Har lærdi hon mangt, sum
ikki var so líka til at koma til í
Føroyum. Henni dámdi væl at
syngja. Hon hevði gott mál og
dugdi væl av sangum og sálmum.
At koma inn á gólvið hjá teimum, tá
tey sótu við radio og lurtaðu eftir
gudstænastu frá norðmanninum,
tað var so hátíðarligt. Tá í tíðini
var jú so nógv lurtað eftir Noreg.
Tað vóru nógv viðurskifti, sum
høvdu hennara áhuga. Hon fylgdi
væl við í politikki. Hon krógvaði
ikki, hvar hon stóð. Tað andaliga
hevði hennara stóra áhuga. Tað
hevði hon heimanifrá. Fredrikka
stóð væl undir liðuni á manninum.
Hon hevði sum hann stóran áhuga
í tí sum vaks, og hon gleddist nógv
um urtagarðin, har eisini vóru
vakrir krókar, har tað til bar at
hugna sær.
Tá hugsað verður um at kunna
liva av tí, ein urtagarður gevur, so
er hetta ikki so lætt at skilja í dag.
Eitt er púra vist, at dagarnir vóru
mangan langir hjá øllum, sum
hoyrdu til heimið.
Vit kunna ætla at viðhvørt vóru
bakkøst, tí veðrið var ikki altíð til
vildar. Her skal verða nevnt eitt
dømi. Eitt árið vóru gularøturnar
undankomnar, tá eitt illveður kom
vestaneftir og allar gularøturnar
fóru av sjóroki, sum rættuliga
kann gera um seg í Kirkjubø. Tað
árið blivu gularøturnar seinar, tí
tað mátti sáast av nýggjum. Hetta
er bert eitt dømi av fleiri um,
hvussu tað kundi gangast. Tað skal
tol og hugur til at fáast við slíkt,
men spennandi er tað.
Fredrikka stóð væl undir liðini
á manninum, eisini tá hugsað
verður um, at Gazet var vegetar.
Tað setti síni krøv til konuna, tí
tað var jú hon, ið gjørdi matin. Tað
tók hon sum sína skyldu. Men tað
kundi vera eitt sindur trupult, tí í
Meðan teir kendu kirkjubømenninir vóru sjálvstýrismenn
um ein háls, so var Gazet javnaðarmaður
Vísindamaður og granskari
Fredrikka saman við beiggja sínum, Samuel Edil, sum Sámal
hjá Gazet er uppkallaður eftir. Hann búði Esbjerg og gekk
burtur undir Íslandi sum skipari í 1908, 25 ára gamal.
Gazet Patursson