Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 27 tanka­gond og tora at seta krøv til bestu spælararnar. Tora at trýsta teir og ikki hugsa so nógv um at vin­na árgangin, men heldur hugsa um einstaka spælarar, sigur Dan Brims­vík og vísur á møguleikan at flyta spælarar upp, tá teir eru ov góðir til sín aldur. Hann er samdur í Jógvani Martin Olsen, fótbóltsmennara, sum helt fyri, at feløgini ikki rað­ festa ungdómin nóg høgt í mun til fíggjar­ætlanina. -So skjótt ein venjari fær prógv, so skal hann altíð venja tey eldru. Tað er at fáa góðar venjarar til tey yngru, men tað krevur eisini eitt gott venjaraumhvørvi, har tað eisi­ ni er ein fíggjarligur ágóði, sigur Dan Brimsvík. Tá prátið fellur inn á elitu og útveljing, heldur hann, at Før­oy­ ar vóru á rættari leið við spæl­ar­ amenningini, har bestu spælar­ar­ nir í hvørjum árgangi vandu saman eina ferð um vikuna. -Tað var ein góður møguleiki at venja við betri spælarum. Tað var ein útveljing, men so greið sum á ein­um landsliði. Tað var ein eyka gula­rót, sum var til at røkka fyri tey flestu, sigur Dan Brimsvík. Langt upp til Lyngby Tað er langt upp til Lyngby. Tað prógva í øllum førum úrslitini mill­um U-landslið hjá Føroyum og Lyng­by. Í fjør tapti U19 landsliðið eisini 6-1 fyri U19 liðnum hjá Lyng­ by. Dan Brimsvík hevur eisini upp­ livað munin. -Eg hevði venjing við dreingjun­ um hjá B36 í vetur. Vit vandu ein móti einum við trýsti á bóltinum allatíð. Spælararnir orkaðu ikki meiri enn ein hálvan tíma av venj­ ing, men í Lyngby spæla vit so­leið­is í ein heilan dyst, sigur Dan Brims­ vík. Hann vísur á, at nakað kann gerast í Føroyum. Har ímillum at trýsta spælararnar meir. Tað nyttar einki, at besti spælararin á liðnum bara kann hugna sær. Tað flytur ongan, heldur hann fyri. Spurdur um U14 liðið hjá Lyngby hevði kunnað brúkt ein spælara á før­oyska ungdómslandsliðnum, er venj­arin varin. -Tað er altíð ringt at samanbera og eg vil ikki siga ov nógv, men teir allar bestu høvdu follið til her. Tað hevði tó verið neyðugt at havt teir her í nakrar mánaðir áðrenn, sigur Dan Brimsvík. Hann leggur afturat, at fekk ein árgang­ur í eitt nú B36 somu sømdir sum hansara U14 lið, er hann ikki í iva um, at spælararnir høvdu flutt seg nógv. Tað skal eisini nevnast, at U14 liðið hjá Lyngby er á altjóða stigi. Lið­ið hevur staðið seg móti fleiri av stóru feløgunum í Evropa og ung­ dóms­arbeiðið er á hægri stigi, enn besta liðið ber boð um. -Tað er sjáldsamt, at vit ikki klára at fylgja við í einum dysti. Vit taptu 3-2 fyri italska Sampdoria her­fyri. Tá var munur á liðunum, men annars eru vit altíð væl við, sig­ur Dan Brimsvík. Tað er langt upp til Lyngby, men tú kundi eisini sagt, at tá Lyngby klár­ar tað – so má tað finnast ein loysn, har vit eisini klára tað? TRONDUR@SOSIALURIN.FO Navn: Dan Brimsvík: Føddur: 30.06.87 Starv: Lesur ítrótt á Kbh Universitet Venjararógv: A-licens (2014) 2002-2013 Ungdómsvenjari hjá B36 (Høvðusungdómsvenjari frá 2010-13) 2014 Hvidovre 2015- Lyngby Eli Hentze (Sosialurin 19.06.17) Fótbóltsmennarin hjá FSF heldur, at tað í stóran mun snýr seg um at raðfesta ungdómsfótbóltin. B71 hevur í nógv ár liðið undir stóru fólkafráflytingini í Sandoynni, men hóast hetta, eru fleiri góðir spælarar komnir undan. Felagið hevur havt løntar høvuðsungómsvenjarar í nógv ár, og hetta hava spælarar sum Brandur H. Olsen o.a. fingið ágóðan av. Eli Hentze heldur eisini, at tá tað kemur til árgangirnar, er týdningarmikið – serliga fyri smærru feløgini – at skipanin er smidlig, so vit ikki læsa okkum føst í aldur og kyn, men taka atlit til einstaka spælaran og menning hansara. Milan Cimburovic (Sosialurin 19.06.17) Høvuðsungdómsvenjarin hjá HB sigur, at plásstrot er ein stór avbjóðing. Mangan eru yvir 100 spælarar á vøllinum í senn, og venjararnir hava ilt við at fylgja hvørjum einstøkum spælara. HB hevur eisini útflutt fleiri ungar spælarar til Danmarkar síðstu árini, men fær ov lítið afturfyri. HB satsar upp á ungdómin, sigur hann, og væntar, at kemur at síggjast næstu árini. Felagið ynskir í stórst møguligan mun at halda fast í breiddini, tí tørvur er á øðrum enn fyrstaliðsspælarum í einum felagi. Milan sigur eisini, at HB hevur og vil hava eitt gott venjaraumhvørvi við kvalifiseraðum venjarum, sum støðast í felagnum. Thomas Thinggaard (Sosialurin 12.06.17) Fótbóltsmennarin sigur, at vit skulu vera smidligari, tá vit býta spælarar upp í árgangir. Tildømis skulu smærru feløgini sleppa at brúka ‘ov gamlar’ spælarar fyri at manna liðini, og betra um kappingina. Vit skulu venja meir undir trýsti, so at spælararnir gerast betri við bóltinum. Eisini skulu feløgini seta einstaka spælaran í miðdepilin og tryggja sær, at ungir spælarar ikki verða niðurpíndir av ov stórari dystarbyrðu. Harumframt skulu feløgini betra um góðu venjararnir, og FSF skal átaka sær ein størri leiklut í spælaramenningini. Anders Gerber (Sosialurin 12.06.17) Venjarin hjá NSÍ heldur, at Føroyar og Fótbóltssambandið skulu tora at hugsa í elitufótbólti og skipa ein fótbóltsskúla, har 20 teir bestu spælararnir í hvørjum árgangi venja saman um morgunin. Hetta fyri at fáa fleiri venjarar á høgum stigi til teir bestu. Hann leggur dent á, at føroyski fótbóltsspælarin venur bara helmingin av tí, sum ein danskur ungdómsspælari ger. Hartil er venjingin á alt ov lágum stigi. Hann saknar eisini eitt menningarumhvørvi, har nógv størri ljós verður varpað á einstaka fótbóltsspælaran.