Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 26 ÍTRÓTTUR Greinarøð um spælaramenning: FÓTBÓLTUR Tað er ein staðfesting eftir stórar ósigrar fyri ungdómsliðum hjá Lyngby í seinastuni. Dan Brimsvík er venjari hjá U14 liðnum hjá Lyngby. Hann greiðir her frá muninum á einum føroyskum ungdómslandsliðið og einum liðið hjá Lyngby, og hvat føroyskur fótbóltur kann gera LYNGBY ER VÆL BETRI ENN FØROYAR TRÓNDUR ARGE Í tróttarSosialurin hevur í greina­røð varpað ljós á spæl­ ara­menning í før­oysk­um fótbólti. Higartil hevur verið tos­að við fólk, sum til dag­ligt fáast við føroyskan ung­dóms­fótbólt. Í trið­ja partinum av greina­røðini verð­ur tosað við 29 ára gamla Dan Brims­vík. Hann hevur í nógv ár verið ung­dómsvenjari – og eitt skifti høvðus­ung­dómsvenjari – hjá B36. Í dag er hann venjari hjá dan­ marksmeistarunum í U14, Lyngby BK. Hann hevur eisini upplivað at spælt móti føroyska U15 lands­lið­ num – ið er sami árgangur sum U14 hjá Lyngby. Her vann Lyngby lættan 4-0 sigur. -Tað var stórur munur á, og sig­ urin var helst ikki ov lítil. Sjálvur helt eg, at størsti munurin er, at okkara spælarar her í Lyngby eru vanir við eina hægri leikferð. Før­ oysku spælararnir fingu ikki tíð á bóltinum, meðan okkara klára betri at spæla undir trýsti, sigur Dan Brimsvík. Spurningurin er so, hví tað er so stór­ur munur á einum føroyskum ungdóms­landsliði, og einum ungdóms­liðið í Lyngby. Fleiri venjarar til spælaran Ein stórur munur er fíggjarliga grundarlagi, sum feløgini hava til ung­dómsliðini. Í HB og KÍ hevur verið víst á, at tað mangan eru upp til 100 spælarar á vøllinum í senn, meðan tað kanska er ein venjari fyri hvørjar tjúgu spælarar. Soleiðis er ikki í Lyngby, har tað eru upp til fýra venjarar til onkra venjing. -Vit eru tveir, sum eru venjarar hjá 16 dreingjum. Afturat tí, so hava vit ein venjara, ið møtir til ser­venj­ ingar. Tríggjar ferðir um vikuna er málmansvenjari eisini við, um­ framt at ein fysioterapeutur er knýtt­ur at U13, U14 og U15, fortelur Dan Brimsvík. Tað gevur liðnum góðar um­ støður at venja einstaka spælar­ an. Í fleiri førum verða teir 16 spæl­ar­arnir hjá Lyngby eisini býtt­ir í bólkar, har teir kunnu fáa ser­skilta venjing, ið leggur dent á ávís­ar eginleikar. -Um tú bara hevur ein venjara til eitt lið, so kanst tú bara trýsta spæl­ar­arnar við leikferðini. Tá vit eru fleiri venjarar, kunnu vit venja heilt ávísar eginleikar, sigur Dan Brimsvík og vísur á, hvussu til­ætl­ að menningarætlanin fyri ein U14 spælara í Lyngby er. -Vit hava ein greiða menn­ ingar­ætlan fyri hvønn einstakan spælara. Vit vita akkurát hvat hvør spælari skal venja og menna. Vit tosa eisini javnan við foreldrini og spælaran um framgongdina, og hvat skal gerast betri. Tað brúka vit eisini sjónbandabrot til, sigur Dan Brims­vík. Hann leggur tó dent á, at spælar­ar­nir eisini skulu njóta at spæla fótbólt, so tað er eisini pláss fyri hugna og spæli í Lyngby. Fleiri avbjóðingar Ein annar munur er, at ein spælari í Lyngby fær fleiri avbjóðingar. Hann venur fýra ferðir um viku­ na við Lyngby, umframt at flestu teirra hava upp í tríggjar morgun­ venj­ingar um vikuna í skúlunum, har teir ganga. Umframt regluliga at spæla móti í miðal sterkari mót­ støðu­liðum enn eitt føroyskt lið ger, fær U14 liðið hjá Lyngby fleiri al­tjóða avbjóðingar. -Hetta kappingarárið hava vit lut­t­ikið í kapping Grikkalandi og Italia. Í kappingini í Italia spældu vit móti feløgum sum Juventus, Torino, Sampdoria og Atalanta, greið­ir Dan Brimsvík frá, men tað er ikki bara á ferð, at liðið fær stór­ ar avbjóðingar. U14 liðið hjá Lyngby luttók eisini í Brøndby Cup, Right to Dream kapp­ingini hjá FC Nordsjælland og eini kapping í Esbjerg. Her kann nevnast, at Lyngby U14 vann Right to Dream kappingina, har eitt nú Manchester City var við. Hetta gev­ ur spælarunum góðar møgu­leik­ar at menna seg. -Tað er nøkur ting, sum tú ikki kann venja á venjingarvøllinum, men sum mugu roynast í dysti, sig­ur Dan Brimsvík. Lyngby U14 eru í løtuni danskir meistarar. Meistarakappingin er deild upp í tvey øki, men vanliga verður mett, at meistarakappingin, har Lyngby tekur lut, er tann sterk­ asta. Mugu broyta tankagond Dan Brimsvík heldur, at tíðin er komin til, at føroysku feløgini í størri mun raðfesta ungdómin, ein­staka spælaran og tora at seta krøv til spælaran. -Eg haldi, vit mugu broyta Greinarøð: (Fyrsti partur Sosialurin 12.06.17) Í fyrsta parti av greinarøð um spælaramenning í føroyskum fótbólti tosaði ÍtróttarSosialurin við fótbóltsmennararnar, Jógvan Martin Olsen og Thomas Thinggaard, umframt venjaran hjá NSÍ, Anders Gerber. Teir greiða frá, hvørjar avbjóðingar teir síggja í spælaramenningini í Føroyum, og koma við sínum boði upp á, hvussu vit kunnu taka næsta fetið. Allir eru samdir um, at Fótbóltssambandið og Mentamálaráðið skulu á vøllin við einum fótbóltsskúla. Her er nakað av tí, sum teir tríggir søgdu í ÍtróttarSosialinum fyri eini viku síðan. Jógvan Martin Olsen (Sosialurin 12.06.17) Fyrrverandi landsliðsvenjarin heldur, at feløgini skulu fylgja menn­ ingar­átakinum hjá FSF, og venja útfrá teimum fimm átaksøkj­un­um. Hann leggur dent á, at ov lítil partur av peninginum, ið verður brúktur í føroyskum fótbólti, fer til ungdómsmenning. Hví skal ein ungdóms­ venjari við nógvari ábyrgd arbeiða ókeypis, tá ein spælari kanska fær 5000-10000 krónur um mánaðin, spyr hann. Harum­framt skulu vit í størri mun dyrka talentini, betra um javnvágina millum venjing, dyst og hvíld og seta eitt fótbóltsakademi á stovn í Føroyum.