mánadagur 26. juni 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Nøvn síða 10
Rógva
Thomsen
til minnis
Tíðindi síða 6
Eystari
og vestari
áarbakki
í Leirvík
Mangt bendir á, at uppskotið hjá
landsstýrinum um nýggja stjórn
arskipan, sum skal til fólkaatkvøðu
flaggdagin komandi, er í tungum
sjógvi.
Fríggjadagin frættist, at stjórn
arskipanin aftur er útsett. Hesaferð
eitur tað, at uppskotið kemur í Løg
tingið eftir ólavsøku. Tað skal send
ast til hoyringar fyrst.
Uppskotið tykist ikki hava serl
igan áhuga, hvørki í politisku skip
anini ella millum fólk.
Um aldarskiftið stóð alt land
ið upp eftir einum enda, tá Fólka
flokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýris
flokkurin samráddust við donsku
stjórnina um at slíta frá Danmark.
Tann royndin miseydnaðist. Ikki
bara tí, at fólkið ikki tók undir
við ætlanini. Men eisini tí, at sam
gonguflokkarnir als ikki vóru
samdir innanhýsis.
Ein avlýst fólkaatkvøða, ein bók
um løgmann og eitt samgonguslit
forkomu teirri samgonguni og
harvið øllum ætlanum um at slíta
Føroyar frá Danmark í hasum um
farinum.
Spurningurin er nú, hvat tað er,
sum er trupulleikin hjá løgmanni
at koma fram við stjórnarskipanar
uppskotinum. Skal tað hava nakran
kjans at verða sent til fólkaatkvøðu
flaggdagin, so skal tað henda nakað
skjótt.
Vit kunnu siga, at málið um
nýggja stjórnarskipan er ein av
leggjari frá ætlanunum at skipa
Føroyar sum fullveldi. Men ætlanir
um at broyta stjórnarskipanina
hava eisini breiðari kjølfesti í øllum
politisku flokkunum.
Teir mest sambandssinnaðu
flokkarnir, Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin, vilja eisini hava
nýggja stjórnarskipan.
Tað tyktiskt vera semja millum
allar flokkar afturi í 2011. Men tá
Løkke kom hóttanum um, at lógin
skuldi vera innan fyri donsku
grundlógina, so kom sperðil í.
Spurningurin er nú, um flokkar
nir veruliga vilja hava eina nýggja
skipan, og um flokkarnir vilja taka
í egnan barm og gera eina nýggja
skipan, uttan at alt skal upp at gart
era um loysing og um at binda okk
um at danska ríkinum.
Tað kann skapa eina polariser
ing millum Tjóðveldi og Sambandi.
Men tað førir ikki til nakra loysn.
Best er, at vit finna eina loysn, sum
allir flokkar kunnu taka undir við.
Spurningurin er, hvat skal standa
um grundlógina donsku. Men sjálv
andi verður tað ein skipan innan
fyri kongaríkið.
So fáa vit at síggja, um ein løg
maður nú aftur fer at avlýsa eina
slíka fólkaatkvøðu. Hendir einki
nú, so fara vit at bíða leingi.
stjórnaskipan í klønum tráð?
Tað er ikki sørt, at íbúgvar
við Villingardalsvegin í Havn
hava ótolnast eftir, nær Tórs
havnar kommuna fer at gera
vegin lidnan. Tað eru fleiri
vikur síðani, at arbeiðið við
at leggja fjarhitarør í vegin
var liðugt, men enn vegurin
ikki asfalteraður.
Men tað verður hann í
summar, lovar Tórshavnar
kommuna, sum hevur gjørt
avtalu við Fjarhitafelagið, at
tað nú verður farið undir at
dagføra allan Villingardals
vegin í fullari longd.
Tað merkir, at nýggjar
gongubreytir verða gjørdar í
báðum síðum, og at bæði veg
ur og gongubreytir fáa asfalt
lagt allan vegin.
Farið verður í gongd við
at slætta koyribreytina nú.
Berilagið – fyrsta asfaltlagið
– verður lagt áðrenn ólavsøku.
Síðan verða kantsteinarnir,
tvær ferðir 550 metrar, settir
á berilagið, og síðan verður
slitlag lagt á og gongubreytir
nar asfalteraðar.
Fjarhitarørini,
sum
eru
løgd í Villingardalsvegin, skulu
leggjast allan vegin oman eftir
Gundadalsvegnum oman í
Gundadal.
Alt tað arbeiði skal eftir
ætlan vera liðugt áðrenn ólav
søku, hevur umboð frá Articon
fyrr sagt við Miðlahúsið.
At Villingardalsvegurin
var stongdur hevur merkt
morgunferðsluna í Havnini í
stóran mun. Bilrøðirnar eft
ir
Sundsvegnum,
Vegnum
Langa og Hvítanesvegnum
eru vorðnar nakað væl longri,
meðan Villingardalsvegurin
hevur verið afturlatin.
Alt arbeiðið skal eftir ætlan
verða liðugt til 20. august.
Fara at asfaltera Villingar
dalsvegin í summar
Spurningurin er nú, um fólka
atkvøðan verður egg ella ungi
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Seinastu fimm mánaðirnar hevur verið illa koyrandi eftir Villingardalsvegnum í Havn. Men í
summar verður hann asfalteraður
Danmarks 77. ríkasti per
sónur sambært Berlingske
Business, Gullak Madsen,
skilir ikki, hví føroyskir
fjølmiðlar hýsa tilfari, sum
Meinhard Jacobsen, fyrr
verandi
fiskasølustjóri,
skrivar.
– Hann (Meinhard Jacob
sen, red.) er forsprákari fyri
at helst allur fiskur skal fara
á uppboðssølu, skrivar Gull
ak Madsen í viðmerking á
Vágaportalinum.
– Um eg ikki fari grú
uliga skeivur, so er hetta
sami
maður
sum
átti
bestu trolararnar og flaka
virkini í eini tíð, tá eingin
uppboðssøla ella tilfeingis
gjald var (tað vil siga, hann
fekk allar kvoturnar uttan
at gjalda tilfeingisgjald).
– Og kortini fór hann so
syngjandi á heysin, skrivar
Gullak Madsen.
Tí spyr føroyski mill
iardingurin í Hirtshals, um
Meinhard Jacobsen er tann
rætti at læra poilitikarar og
annað gott fólk, hvussu tey
skulu gera.
– Tað eiga fólk at hugsa
um, tá ið tey lesa hansara
greinar, heldur Gullak Mad
sen.
Tá nú Gullak Madsen so
leiðis skýtur eftir Meinhard
Jacobsen, so fara vit her á
síðu 2 at skjóta aftur.
Tí er Gullak Madsen
rætti maður at siga, hvørj
um føroyskir politikarar og
annað gott fólk skulu lurta
eftir?
Gullak Madsen stríddist
sum úlvur á skóg at fáa
Danmark og ES at boykotta
føroyskar fiskavørur og
at fáa Danmark og ES at
steingja allar havnir fyri
føroyskum skipum. Og boy
kottið hjá Gullak Madsen
og teimum eydnaðist í
meira enn eitt ár.
So vit lata spurningin
standa, hvørjum »føroya-
vinum« føroyskir politik
arar skulu lurta eftir, Mein
hardi Jacobsen ella Gullaki
Madsen.
Heldur miðlar skulu
boykotta Meinhard
Gullaki Madsen dámar ikki
sjónarmiðini hjá Meinhard
Jacobsen