Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73 Árni Gregersen Tað hevur givið endurljóð í grannalondum okkara, at í uppskotinum til nýggja fiski­vinnuskipan verður kravt, at allur útlendskur kapi­tal­ur skal úr føroysku vinn­uni um fýra ár. Íslendska stjórnin hevur sent landsstýrinum eitt bræv, har sagt verður at eftir teirra meining, so er talan í veruleikanum um ognartøku, samtykkir Løg­ting­ið at útlendski kapi­tal­ur­in skal vera úr vinnuni 1. janu­ar 2022 Trýst verður eisini lagt á skipanina frá niður­lend­ing­ um og øðrum eisini.. Landsstýrið viðger í løtuni brævið frá íslendsku stjórn­ini, sum kom um viku­ skiftið. Ætlanin er, at vinnu­ nevndin eisini fær innihaldið av brævinum, nú nýskipanin verður viðgjørd, men hetta verð­ur í trúnaði. Brævaskifti millum lands­ stýr­ið og fremmand lond er ikki fevnt av lógini um al­ ment innlit. Útlendskur kapitalur Útlendskur kapitalur hevur í nógvum førum verið brúktur til nógvar verkætlanir í fiski­ vinnuni. Í einum hoyringsskrivi til vinnunevndina vísa JFK og Framherji á fleiri av hesum verkætlanum: - Christian í Grótinum bleiv bygdur í 1997 við hjálp frá norskum íleggjarum - Krúnborg bleiv bygd í 1999 við hjálp frá norskum íleggjarum - Høvdavirkið í Leirvík bleiv til veruleika við íslend­ sk­ari váðafúsari fígging - Surimiframleiðslan um­ borð á trolarunum hjá JFK bleiv til við norskari váða­ fúsari fígging. Tá hendan verk­ætlan endaði hevði hon kost­að 300 mió.kr, harav tað mesta kom úr Noregi. - Pelagiska fram­leiðslu­ virk­ið í Kollafirði hevði ikki stað­ið klárt at taka ímóti øktu pelagisku veiðuni, um tað ikki var fyri joint-venture verkætlan millum hálendsku parta­eigarnar og JFK - Framherji hevur ís­ lendska Samherja sum 25% partaeigara, sum eisi­ ni veitir fyritøkuni vit­ an, altjóða netverk og marknaðaratgongd. - Samherji úr Íslandi eig­ ur eisini ein fjórðing av Faroe Origin í Runavík Í skrivi til vinnunevndina vísa reiðaríini bæði á, at í Ís­ landi kunnu útlendingar eiga ein fjóðring av reiðaríunum og í Nireg er markið 40 pro­ sent. Í Bretlandi og ES er onki mark ásett fyri hesum. Bólkurin sum gjørdi eitt álitum nýskipan av fiski­ vinnu­ni hevur viðgjørt spurn­ingin um útlendskan ognar­skap. Nevndin sigur mill­um annað: Nevndin metir tí, at tað hevði verið ein ov stór av­ marking at ásett, at bert før­ oyskir fíggjarstovnar kun­nu fíggja føroyska fiski­vin­nu. Hinvegin er tað altíð ein møguleiki fyri, at út­lend­ing­ ar kunnu koma inn og ávirka ígjøgnum fígging. Eisini kunnu útlendskir eigarar velja at flyta sína ávirkan frá at eiga parta­ pen­ing til at eiga partar av aktivunum, eitt nú rakstrar­ tól ella skip. Hetta kann vera trupult at forða fyri. Ásetingarnar um tunna kapitalisering og ‘transfer pricing’ hava eins og upp­ skotið frá nevndini um at av­ marka frádrátt fyri fíggjar­ útreiðslur sum endamál at forða fyri ov stórari ávirkan og skulu harumframt fyri­ byrgja, at vinningur og av­ kast verða flutt úr feløg­un­ um og av landinum. Nevndin verður kunnað Vinnunevndin arbeiðir í løtu­ ni við uppskotinum og hon verður kunnað um bræv­ið frá íslendssku stjórini og tað meira óformliga trýst, sum annars kemur úr øðrum londum. Tað verður lands­stýris­ maðurin við vinnu og uttan­ríkis­málum, sum fer at kunna nevndina um hesi viður­skifti. Av summum verður skriv­ ið frá íslendingum skilt so­ leið­is, at íslendska stjórin heldur, at talan er um eitt slag av ognartøku, tí hvør skal keypa útlendska partin í før­oysku fiskivinnuni, verða teir noyddir at selja. Fleiri av teimum stóru fyri­tøkunum kunnu ikki keypa, tí so raka teir mark­ ið fyri ognarskapinum og hvussu skal prisurin ásetast. Tá ið ognirnar ella parta­ brøvini ikki kunnu bjóðast út til øll – og ikki á einum keyps­skála – er ivaassamt, hvussu prísurin skal ásetast. TRÝST Á TÍ ÚTLENDSKUR KAPITALUR SKAL ÚR FØROYSKU VINNUNI Íslendska stjórnin hevur sent landsstýrinum bræv, har teir vísa á, at talan er um ognartøku, tá ið útlendskur kapitalur verður kravdur úr føroysku fiskivinnuni. Eisini onnur lond leggja trýst á FISKIVINNA Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnu- og uttanríkismálum, skal greiða vinnunevndina frá íslendska brævinum og trýstið annars