mánadagur 26. juni 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Eg eri sera heimkærarur og havi tað gott í Føroyum, men
tað er altíð gott at fara á eina ferð. Eg havi ikki verið í
Grønlandi, og tað er eitt land, sum eg kundi hugsað mær at
vitja.
Hvør er tín yndislutur?
– Mær dámar væl bátar. Eg eigi ikki bát júst nú, men systur mín eigur bát, sum eg
tími væl at fáast við. Eg kenni nógv til motorar, og mær dámar sera væl at vera í
tí verðini. Tá ið eg var yngri, dugdi eg skipini í álmanakkanum uttanat, og eg kenni
framvegis nógvar bátar.
Eyðun Klakstein
Hann er millum kendastu
føroysku tónleikararnar, og
síðani miðskeiðis í 1990’un
um hevur hann stútt og støð
ugt spælt, sungið og útgivið
sangir, sum føroyingar hava
tikið til sín.
42 ára gamli kollfirð
ingurin Jens Marni hevur
seinnu árini livað av tónleiki,
og hann er framvegis sprelsk
ur og virkin í føroyskum tón
leikalívi.
Hann
er
dugnaligur
sangskrivari,
gittarspælari
og sangari, og hann hevur
evnini at taka eitt hvørt
høvi, eina og hvørja løtu, og
finna hóskandi framførslu
og sangir. Hansara musika
litetur ger, at hann mest
sum kann syngja og spæla
einhvønn sang, tá ið hevur
hug til tað.
– Eg njóti at gera tað, sum
eg geri. Eg njóti løturnar, tá
ið eg spæli, og eg taki ein dag
í senn. Eg havi ikki lagt so
nógvar planir fyri framtíð
ina, men eg vil støðugt gera
nýggjar sangir fyri at end
urnýggja meg. Fái eg onkran
góðan møguleika, geri eg
mítt besta, sigur Jens Marni
Hansen.
– Skalt tú liva av tónleiki,
mást tú spæla tónleik, sum
fólki dámar, og sum tey tíma
at hoyra. Tú skalt vera fólks
ligur, og ikki minst í Føroy
um skalt tú fara væl við fólki,
tí landið er so lítið, sigur Jens
Marni.
Drúgv yrkisleið
Longu tá ið Jens Marni
Hansen var átta ára gamal,
sang hann á skúlakonsert
í Kollafirði, og sum 11 ára
gamal var hann partur av
skúlaorkestrinum The Play
ers. Eitt stutt skifti var hann
við í bólkinum Florence –
sum trummuspælari – og í
1990 byrjaði hann við tí, sum
vit seinni eru komin at kenna
Jens Marna fyri. Hetta árið
byrjaði bólkurin Kjølar at
spæla, og fyrstu árini spældu
teir bæði countrytónleik og
harmonikkutónleik,
men
so líðandi fekk bólkurin tað
skap, sum føroyingar komu
at kenna bólkin fyri í 1996. Tá
ið Jens Marni Hansen, Signar
í Homrum, Henning Nicode
mussen og Jens Tummas
Næss fóru at mynda bólkin,
høvdu fleiri enn 10 aðrir tón
leikarar spælt við bólkinum.
Kjølar var við í Prix Før
oyum í 1997, teir fingu fleiri
radiohitt og spældu annars
nógv kring landið til dansir
og konsertir, áðrenn teir í
2000 takkaðu fyri seg. Fleiri
av tónleikarunum fóru víð
ari til bólkin All That Rain
– teirra millum Jens Marni
Hansen, sum spældi við har
í hálvt annað ár.
Í 2003 gjørdist Jens Marni
partur av bólkinum Show
menn, sum var millum best
umtóktu dansibólkar í land
inum í fleiri ár.
Í 2008 legði Jens Marni
Hansen lunnar undir sína
solokarrieru, tá ið hann gav
fyrstu útgávuna út undir
egnum navni. Útgávan The
Right Way var eitt stórverk
innan føroyskan rocktónleik.
Sera nógv var gjørt burtur úr
framleiðslu, innspælingum,
ljóði og øðrum, og sangir sum
The Right Way, You Are The
One, I Don’t Wanna Wait No
More og Maybe Tomorrow
høvdu ein altjóða dám yvir
sær.
– The Right Way var
ein risaprojekt, og ein stór
framleiðsla við sera dugna
ligum fólkum bæði heima og
í útlandinum. Útgávan var
sera kostnaðarmikil og kann
ikki endurtakast uttan víð
ari, sigur Jens Marni.
Síðani 2008 hevur Jens
Marni serliga framført und
ir egnum navni, og hann
hevur givið bæði fløgur og
einstakar sangir út síðani.
Hann hevur eisini luttikið í
danska Grand Prixnum, og
í 2013 hitaði hann upp fyri
Bon Jovi í Parkini í Keyp
mannahavn.
Trupult við útgávum
Jens Marni Hansen hevur
verið við í óteljandi tónleika
projektum, og hansara per
sónliga útgávuavrik er stórt.
Jens Marni hevur givið tón
leik út sjálvur, saman við
bólkum og verið við á útgáv
um hjá øðrum.
– Tað er sera týdningar
mikið at hava góð fólk rund
an um teg, tá ið tú fæst við
tónleik. Eg eri ikki ekspertur
í øllum, og tí ræður um at
finna røttu fólkin til rætta
høvið. Á tann hátt kanst tú
eisini flyta teg og menna teg,
sigur Jens Marni Hansen.
Tá ið hann gav sína fyrstu
fløgu út í 2008, var tað var
sera kostnaðarmikið projekt,
men minkandi fløgusølan
hevur við sær, at tað er sera
trupult at endurtaka eina
slíka verkætlan nú á døgum.
– Fløgusølan er minkað
burtur í lítið og einki, og tí er
tað praktiskari at innspæla
og útgeva einstakar sangir,
sum tú kanst dyrka í fram
leiðsluni. Tað er eingin orsøk
at fáa sær botnleysa skuld
av einari fløguútgávu, tá ið
sølan av fløgum er so nógv
minkað. Brúkar tú hundrað
ella tvey hundrað túsund
krónur upp á eina útgávu, so
hevur tú ongan kjans at fáa
pengarnar innaftur við sølu,
sigur Jens Marni.
Hansara seinasta útgáva,
sum var við føroysku klass
iskarum, seldi væl, og Jens
Marni umhugsar hóast alt
at gera eina slíka útgávu aft
urat. Helst er málbólkurin
av slíkari útgávu framvegis
áhugaður í at keypa fløgur.
– Tað er blivið meira attr
aktivt at gera ein sang og fáa
hann út millum fólk. Eg havi
eisini roynt at fáa nýggjar
sangir út á hvørjum ári, og
tað ætli eg mær eisini fram
eftir. Eg vil gjarna geva fólki
nakað – bæði á palli og við
innspælingum, sigur Jens
Marni.
Út at spæla
Jens Marni Hansen hevur
síðani 1990’ini spælt óteljandi
ferðir til dansir, konsertir
og onnur tiltøk, og nógvar
av framførslunum eru um
kvøldini og næturnar um
vikuskiftini.
– Tað eru ikki øll fólk, sum
skilja meg, tá ið eg fari út um
náttina at spæla fyri fólki,
men tað er púra natúrligt
fyri meg. Tú skalt tíma tað,
og tú skalt tíma fólk og duga
at fara við teimum. Mín
uppgáva er ofta at fáa fólk
at trívast og hava tað gott í
hølunum, har eg spæli, og eg
merki eisini, at eg fái nógv
aftur frá fólki. Eg tími væl at
spæla fyri fólki – eisini tá ið
tað er á náttartíð, sigur Jens
Marni.
– Tað kann vera hart at
arbeiða sum tónleikari, tí um
vikuskiftini vendir tú døgnið
á høvdið, og mánamorgun
bíðar gerandisdagurin aft
ur. Eg havi familju, og mána
morgun skal eg vera klárur
til eina nýggja viku, hóast eg
um vikuskiftið havi sovið lít
ið. Mánadagar kunnu verða
rættiliga strævnir, men tað
gongur altíð, sigur Jens
Marni.
– Eg royni at venja fysiskt,
og hóast tað gongur upp og
niður við forminum, er alt
nógv lættari, tá ið eg eri
væl fyri fysiskt. Eg vil eisini
síggja hampuligur út á pall
inum. Umframt at venja eri
eg eisini aktivur á annan
hátt. Mær dámar væl at fáast
við ymiskt handaligt, og eg
dugi illa at sita stillur.
Jens Marni er praktiskur,
og hann kann bæði fáast við
bátar og motorar og eisini
við tøkni í sambandi við tón
leik.
– Tað handaliga hevur eis
ini hjálpt mær væl við tón
leikinum, tí handverk ger,
at eg kann kobla úr og fáast
við okkurt heilt annað enn
tónleik. Eg eri ikki tónleika
nørdur, men tónleikur er
týdningarmikil fyri meg, sig
ur hann.
Krejvandi
Jens Marni framførir í ym
iskum samanhangum. Hann
kann fara út einsamallur
at spæla á skeinkistøðum,
veitslum og aðrastaðni, og
hann hevur eisini smærri og
størri bólkar afturat sær, alt
eftir hvat høvið er.
TÚ SKALT
TÍMA FÓLK
– Tað eru ikki øll, sum skilja meg, tá ið eg fari út um náttina at spæla fyri fólki, men
tað er púra natúrligt fyri meg. Tú skalt tíma fólk, og tú skalt duga at fara við teimum,
sigur Jens Marni Hansen, sum í næstan 30 ár hevur sungið og spælt alment. Hann sigur
seg njóta at spæla fyri fólki, hóast mánadagar kunnu vera tungir at koma ígjøgnum