Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73 Jens Marni sparir ikki upp á krútið, tá ið hann eri úti og spælir, og hann spælir leingi uttan steðg. – Onkuntíð spæli eg tríggj­ar ella fýra tímar út í eitt. Vanliga taki eg ikki paus­ ur, uttan eg veruliga má taka ein steðg fyri at fara á vesi ella líkn­andi. Eg eri part­ur av ein­um skeinki­staði ella ein­um til­taki, og tí spæli eg alla­tíð­ina, so at fólk kunnu hugsa sær, nýggj fólk leggj­ ast aft­urat, og fólk verða ver­andi. Eg royni at halda tí koyr­andi, sigur Jens Marni. – Ein annar fyrimunur við at spæla út í eitt er, at tú kanst varð­veita orkuna bæði í mín­ari framførslu og hjá fólki. Taki eg ein steðg, so skal eg spæla meg heitan aft­ ur og fólk uppaftur. Eg havi ork­una til at spæla leingi út í eitt, men tá ið eg so eri lið­ ug­ur, eri eg veruliga lið­ug­ur, sig­ur hann. Jens Marni hevur eis­ini javn­an styttri fram­førslur til veitsl­ ur og ann­að. Tá spælir hann van­liga ein hálv­ an tíma, og tær fram­ førsl­urnar eru krevj­ andi á sín hátt. – Tá ið tú fert út til eina veitslu at spæla nakr­ar sang­ir, skalt tú vera klárur frá fyrsta tóna. Tú hevur ikki ein langt kvøld at arb­eiða teg upp. Tær stuttu fram­ førsl­ur­nar kunnu tí vera sera krevj­andi, og eg brúki øgiliga orku til at spæla seks sangir í eina hálvan tíma. Tíð­in er van­liga ikki til at hita upp, so tað er bara beint á at spæla og syngja. Tað eru altíð onkr­ ir skavankir í røddini at byrja við, men eg má koyra á frá fyrsta tóna, og tað kemur meira enn so fyri, at eg eri púra útlúgvaður eina løtu, tá ið eg havi havt eina av hes­ um framførslur, sigur Jens Marni. Møguleikin Jens Marni hevur nakrar ferð­ir havt spenn­andi upp­ gáv­ur utt­an fyri Før­oy­ar, sum eisini hava ver­ið ein møguleiki hjá hon­um at røkka longri við tón­leik­in­ u­m. Í 2010 luttók Jens Marni í danska Eurovision við sang­ in­um Gloria, og í 2013 vann hann kapping um at hita upp fyri amerikanska rockbólkn Bon Jovi, tá ið bólkurin spældi fyri 40.000 fólkum í Park­ini í Keypmannahavn. – Eg havi havt tveir møgu­ leik­ar at vísa meg, men eg havi manglað tann persónin, sum aftaná hevur kunnað far­ið út og selt meg. Eg dugi ikki at selja meg sjálvan, eg syngi og skrivi sangir. – Hetta er generelt nakað, sum føroyingar kundu gjørt mun­andi betri. Føroyskur tón­leikur hevur ment seg sera nógv seinastu 20 árini, men vit hava ikki ment okk­ um á sama hátt við umboðs- og sølu­part­in­um. Har eru vit á nøk­un­lunda sama støði, sum tá ið Prix Føroyar byrj­ aði, meðan føroyskur tón­ leik­ur er komin nógv longri. Ein­stakl­ing­ar hava megn­að at vunn­ið fram utt­an fyri Før­oy­ar, men vit kundu við ein­um meira skip­að­um arb­ eiði fingið nógv fleiri tón­leik­ ar­ar fram. – Tað er eitt stórt potenti­ ali í føroyskum tónleiki, sum vit ikki út­nytta til fuln­ar í løt­uni. Hetta áttu vit at gjørt nak­að við. Sum land áttu vit at gjørt eina íløgu í tón­leika­ lív­ið. Vit áttu at fing­ið út­ búgv­ing til fólk, sum kunnu um­boða og selja tónleikarar, og so skuldu vit samskipa hetta arb­eið­ið munandi betri, enn vit gera nú. Vit hava brúk fyri nýggjum vinn­um, og tón­leik­ur kundi ver­ið ein vinna fyri Føroyar. Jens Marni fegnast um teir møgu­leik­ar­nar, hann hev­ur fing­ið, og hann tekur gjarna av, um onkur nýggj­ur møgu­leiki skuldi komið. – Eg gangi ikki dagliga og hugsi um at fáa gjøgn­um­ brot aðra­staðni. Eg trív­ist við tað, sum eg geri nú, og um okk­urt skuldi víst seg, so taka vit tað har­frá, sig­ur Jens Marni Han­sen. eydun@sosialurin.fo UNDIR FÝRA EYGUM Jens Marni er KÍ-spælari Jens Marni Hansen hevur upp­livað mangt og hvat á sínum tónleikaferðum í Før­oyar og útlandinum. Ein av minniligu upp­liv­ ing­un­um er frá 2000, tá ið All That Rain fór suð­ ur til Hvalbiar at spæla á bygdastevnu. KÍ skuldi spæla stevnudyst í næst­ bestu deildini ímóti Royn, og klaks­víkingar vóru bert 10 spæl­arar, tá ið teir fóru av Havn­ini við Smyrli. Tí varð hugsað kreativt fyri at skaffa tann 11. spælaran til lið­ið, so tað í minsta lagi kundi verða fullmannað. Onk­ur klaksvíkingur búði í Suð­ur­oy, men loysnin bleiv tann, at Jens Marni Han­ sen, sum var við á somu Smyrla­ferð, varð bið­in um at spæla við KÍ. Jens Marni hevði spælt hond­bólt, og tí varð hild­ið, at hann kundi taka eitt tak á fót­bólts­vøll­ in­um eisini. Tað lukkaðist at flyta spæli­loyvið hjá Jens Marna í ein vissan fart, með­an Smyr­il sigldi suður, og tí var Jens Marni í álop­ in­um hjá KÍ, tá ið 1. deild­ ar­dyst­urin byrjaði. Jens Marni spældi allar 90 min­ utt­ir­nar, tuskaði og rann seg flat­an, og dysturin end­ aði mál­leysur 0-0. – Eg eri KÍ-spælari enn, tí spæliloyvið var ong­an­ tíð flutt úr felagnum aft­ur, sig­ur Jens Marni skemt­ andi. Um kvøldið var tað ein eitt sindur troyttur Jens Marni, sum fór á pall­in saman við All That Ra­in at spæla til dans í Royn­ høll­ini. Millum KÍ-spælararnar, sum spældu saman við Jens Marna hendan leyg­ ar­dagin í Hvalba, vóru Mein­hardt Joensen, Atli Danielsen, Finn Bald­vins­ son og Fríðin Ziskason. UM Jens Marna Hansen Jens Marni Hansen er 42 ára gamal og úr Kollafirði. Longu sum smádrongur sang hann alment á skúlakonsert, og sum ungur tannáringur varð hann við í tónleikabólkum. Í 1990 stovnaðu hann og aðrir bólkin Kjølar, sum var virkin í 10 ár, og seinni spældi Jens Marni eitt nú við All That Rain og Showmonnum. Hann hevur eisini spælt undir hjá nógvum øðrum tónleikarum, og síðani 2008 hevur hann serliga givið tónleik út og spælt undir egnum navni. Hvat gert tú slappar av? – Eg dugi illa at slappa av. Men eg slappi av, tá ið eg fari ein stimitúrur úr Kollafirði til Runavíkar at fáa mær kaffi frá systur mín, sum býr har. Eg leggi bátin, spáki niðan, fái mær kaffi, og so stimi eg heimaftur. Hvønn føroyskan sang dámar tær serliga væl? –Tað eru nógvir góðir føroyskir sangir. Ein av yndissangunum er Ljóðmynd hjá Anker Eli Petersen og Terja Rasmussen. Eg spæli javnan til felagssang, og sangurin Kom og Dansa gevur altíð respons. Hann kann skapa góðan og hábærsligan stemning í einari veitslu – til dømis einum brúdleypi.