Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Ein av eldsálunum er Jógv­an Elias Joensen. Hann eig­ur sín stóra lut í vakra felags­ øk­in­um niðri við sandin í Leir­vík. Tá endalig avgerð varð tikin um vegin úr Norð­ oy­a­tunl­in­um, tók Jógvan Elias Jo­en­sen s­tig til at gera krokk­vøll niðri í Bug. Vøll­ur­ in stóð liðugur í 2013. Niðan fyri neystini við Mat­ar­ánna er nú hugnaligur sand­ur. Fyrst keypti Osmund Just­in­us­sen eina last av sandi. Síð­an keypti Jógvan Elias Joensen eina last aftrat – og síðan keyptu teir báðir í felag eina triðju last av sandi. Laðað er niðan gjøgnum Ma­t­ar­ánna, og ein snøgg lað­að grótbrúgv stendur nú lið­ug um ánna – eystara og vest­ara áarbakka. Ljós í myrkri Tað var eisini Jógvan Elias Jo­en­sen, sum byrjaði at fríðka um økið vestan fyri Mat­ar­ánna,­ og síðan hevur Eyst­ur­kommuna fríðkað øk­ið eystanfyri. Báð­ir áarbakkarnir eru lað­að­ir við gróti. Tað er Sp/f Nýgerð, sum hev­ur gjørt laðingararbeiðið, og El-Teknik syrgir fyri ljós­ un­um í grótvegginum og und­ir brúnni, soleiðis at Mat­ar­á­i­n verður upplýst í tí myrku tíðini.byrjaðu teir at bora hin 27. apríl í ár. ­ ­ Tað eru eldsálir, sum hava slóðað fyri, at Leirvík í dag eigur vakrar blettir niðri við sandin Eystari og vestari áarbakki í Leirvík GÓÐ HJÁLP í KOLTRI: Í Koltri eru 27 smærri og størri hús at røkja. Tá er gott við góðari hjálp. – Hesir báðir dúg­ligu ung­linga­rnir eru so hugagóðir við tjøru­kust­inum, sigur Bjørn Patursson, fyri­støð­u­maður Tað er lítil línuskipaveiða og lítil útróður í føroyskum sjógvi í løtuni Tvey ísfiskalínuskip eru áveg­is til Grønlands at fiska, og væntandi ganga nakr­ir dagar, áðrenn skip­ini leggja leiðina henda veg­in aftur. Eitt ísfiskalínuskip hev­ur fiskað í íslendskum sjógvi og landar ætlandi í dag. Skipið hevur mest av toski. Fríggjadagin vóru bara tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap undir Før­oy­um. Annað er á Ís­lands­rygg­in­ um og kemur væntandi heim at landa síðst í vikuni. Hitt fiskar brosmu og longu og landar ætlandi í dag.Á Fiska­ marknaði Føroya siga tey, at eitt frystilínuskip fisk­ar í grønlendskum sjógvi, eitt í íslendskum sjógvi og eitt í føroyskum sjógvi. Streymurin hevur ver­ið harður, men batnar, sum vikan gongur. Veðr­ ið verður  gott, so um­støð­ur­nar til útróður skuldu verið rími­ligar. – Men, hetta er vánalig fiski­tíð hjá útróðrarbátum, og tí eru teir fáir, sum rógva út í løtuni, verður lagt aftr­at.  vilmund@sosialurin.fo Articon hevði lægsta tilboð upp á útstykking í Vestmanna. Ætlandi byrjar arbeiðið upp á Grótbrúgv beint eftir summarfrítíðina.  Ólavur og Margeir á var­ma­ keldu Varmakelda verður í Fugla­firði í døgunum, 29. juni til 2. juli, og her verður ein heilur hóp­ur á skránni – alt frá ítrótti, barnatiltøkum, kon­sert­ um og framsýningum til barnaróður og FM-róður. Sum vanligt, verður róð kapp leygardagin, 1. juli, og henda morg­un­ in bjóðar Fuglafjarðar kommuna eisini til morg­un­matar í Ment­ an­ar­húsinum. Klokk­an 11.30 leyg­ ar­dagin verður varma­ kelda sett, og tað verður Ólavur Larsen, bý­ráðs­limur, sum fer at halda røðu. Leyg­ar­kvøldið klokkan 20.30 koyrir bussur út á varmakeldu til bál, røðu, felagssang og føroyskan dans. Tað verður Margeir Tofte­gaard, sum fer at halda røðuna úti á varmakeldu. Buss­ur koyrir heimaftur av varmakeldu leyg­ ar­kvøldið klokkan 22, og hetta er eitt ókeypis tiltak. vilmund@sosialurin.fo Fáir húkar í sjónum Laðað er niðan gjøgnum Mataránna, og ein snøgg grótbrúgv stendur nú liðug um ánna – eystara og vestara áarbakka Jógvan Elias Joensen er ein av eldsálunum í Leirvík