mánadagur 26. juni 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73
Brúkilig
upsaveiða
Vilmund Jacobsen
– Grundhugsanin í eini
“effort-skipan”, sum fiski
daskipanin er, ger tað
óneyðugt at stilla skipanina
við at broyta fiskidagar ár
um ár.
Tað heldur fiski
daganevndin, sum nú hevur
latið landsstýrismanninum
í fiskivinnumálum, Høgna
Hoydal, sítt tilmæli um
fiskidagar fyri komandi
fiskiár.
Nevndin vísir á ta
sannroynd, at fiskidagarnir
eru munandi skerdir hesi
stívliga 20 árini, sum vit
hava havt skipanina.
- Flotin hevur tí verið
noyddur at tillaga seg
hesar fyritreytir. Henda
tillaðing er týðilig við stóru
minkingini av skipum og
bátum, sum eru aktivir í
fiskivinnuni, umframt at
skipini hava tillagað seg
ymisk veiðiøkir og ymisk
fiskasløg.
Fiskidaganevndin heldur,
at henda tillaðing hevur
verið neyðug fyri, at flotin
so dánt hevur kunna hórað
undan.
- Nú náttúruviðurskiftini
aftur eru við okkum, gevur
tað fiskimonnum mót upp
á framtíðina - at tað aftur
fer at loysa seg at dríva
fiskiskap eftir botnfiski við
Føroyar.
Lagt verður aftrat, at
tá flest allir skipabólkar
hava tillagað seg broyttu
fyritreytirnar við skerjingini
av fiskidøgum seinastu
árini, síggja fiskimenn nú
ljósari upp á framtíðina, har
hvør fiskidagur kemur at
kasta meira av sær og geva
frægari inntøku til skip og
manning.
- Vit eru av teirri
greiðu fatan, sum byggir
á samrøðukanning og
aðrar kanningar, at støðan
hjá botnfiskastovnunum
undir Føroyum verður ikki
ávirkað skeiva vegin av
verandi skipan. Tikið verður
eisini við í metingina, at
náttúruviðurskiftini eru
við okkum, og fiskimenn
lata væl at støðuni hjá
botnfiskastovnunum.
Fiskidaganevndin,
sum annars mælir til
óbroytt fiskidagatal í
komandi fiskiári, mælir
eisini landsstýrinum til,
at dagarnir, sum vórðu
tiknir úr skipanini fiskiárið
2016/2017, skuldu inn aftur í
skipanina - til teir bátar og
skip, sum tikið varð frá.
Fiskidaganevndin
er mannað við
Hjalmari Hansen sum
formanni, Rúnu Hjelm,
næstforkvinnu, Dánjali
í Skálum (partrolarar),
Bjarna Kass (trolbátar),
Sámali Debes (Meginfelag
Útróðrarmanna), Hálvdan
Gudmundsen (Felagið
Línuskip) og Sámali Poulsen
(Føroya Fiskimannafelag).
Skrivari í nevndini er
Hertha Olsen.
Hav Skandic: Herfyri yvirtók Sp/f
Frakt og Sand í Runavík raksturin av
íslendska handilsskipinum Sunna og
gav tí navnið Hav Skandic. Tað veit
Føroyska Sjómansmissiónin at siga
Skerjing
Havstovan
hevur eisini latið
landsstýrismanninum
í fiskivinnumálum sítt
tilmæli um fiskidagar
fyri komandi fiskiár.
- Upsastovnurin er
hampiliga væl fyri og
vegna góða tilgongd,
sum er á veg inn í
stovnin, er stovnurin í
vøkstri. Hinvegin eru
toska- og hýsustovnarnir
á landgrunninum
framvegis illa fyri. Báðir
stovnarnir eru tætt
við markið fyri, hvat
verður mett at vera
ráðiligt og minni enn
tær støddirnar, sum í
longdini verða mettar
at geva bestu úrtøku.
Lagt verður aftrat, at
ábendingar eru um,
at 2015-árgangurin av
hýsu er toluliga góður,
og at 2016 árgangurin
er rættiliga góður. Tí
væntast hýsustovnurin
at veksa væl tað
komandi árið.
- Toskastovnurin á
landgrunninum sær
út til at hava nakað
minni av tilgongd.
2015 árgangurin sær
út til at vera lítil, men
2016 árgangurin er
heldur betur, tó hann
er nakað undir miðal.
Væntað verður tí, at
toskastovnurin fer at
vaksa spakuligari enn
upsa- og hýsustovnurin.
Havstovan sigur,
at veiðitrýstið á
upsastovnin er hægri
enn tað veiðitrýst, sum í
longdini verður mett at
geva ta bestu veiðuna.
Eisini er veiðitrýstið á
toska- og hýsustovnin
væl hægri enn tað,
sum í longdini gevur ta
bestu úrtøkuna. Mælt
verður tí til at minka
veiðutrýstið á allar
tríggjar stovnarnar.
- Mælt verður til
fyrst at taka teir
óbrúktu dagarnar úr
skipanini (fyri allar
skipabólkar samanlagt)
og svarar hetta til
umleið 40% av teimum
tillutaðu døgunum í
verandi fiskiaári.
Havstovan mælir eisini
til, at rist verður brúkt
í upsatrolum undir
Føroyum. Um hetta
verður gjørt, verður
mælt til at tilluta bólki 2
(t.e. trolararar, ið veiða
tann mesta upsan), sama
dagatal sum tað brúkta
dagatalið í fiskiárinum
2016/2017. Mett verður,
at rist í upsatrolunum
fer at minka munandi
um veiðitrýstið á teir
yngru árgangirnar.
- Um rist ikki verður
kravd í upsatrolum,
verður mælt til, at
bólkur 2 fær tillutað
28% færri dagar enn
teir brúktu dagarnir í
fiskiárinum 2016/2017,
sigur Havstovan.
Tilmælið kann lesast
um heimasíðuna
– www.hav.fo.
vilmund@sosialurin.fo
vilmund@sosialur
– Náttúruviðurskiftini eru við okkum, og fiskimenn
lata væl at støðuni hjá botnfiskastovnunum,
sigur fiskidaganevndin í tilmæli sínum til
landsstýrismannin í fiskivinnumálum
Hesa vikuna koma partrolarar,
djúpvatnstrolarar, trolbátar
og garnaskip inn at landa
Fiskifør skulu hava
mistar dagar aftur
Borgarafundur
verður í skúlahøllini
í Trongisvági
mikukvøldið klokkan
19 í samband
við eldsbrunan á
Varðanum Pelagic.
Vilmund Jacobsen
Flestu partrolarapør eru til
fiskiskap, og í løtuni er upsa
fiskiskapurin
brúkiligur.
Men, partrolararnir fáa lítla
og onga hjáveiði. Okkurt
parið roynir eftir svartkalva.
Skipini koma inn at landa,
sum henda vikan gongur.
Trý partrolarapør, sum
fiska gulllaks, eru tikin úr
upsaveiðini.
Fríggjadagin vóru tveir
djúpvatnstrolarar til fiskiskap.
Skipini, sum væntandi landa
fyrst í hesi vikuni, fiska mest
svartkalva og kongafisk.
Tveir av teimum smáu trol
bátunum fiska á landleiðini.
Teir koma inn at landa fyrst
ella miðskeiðis í hesi vikuni.
Trolbátarnir á landleiðini fáa
eina blanding av toski, hýsu,
havtasku, tungu og reyð
sprøku.
Fríggjadagin vóru tveir
trolbátar norðan fyri. Teir fáa
tosk og hýsu og nakað av upsa
og flatfiski.
Á Fiskamarknaði Føroya
siga tey, at eitt garnaskip fiskar
svartkalva og hevur brúkiligan
fiskiskap. Eitt fiskar havtasku
– og eitt triðja garnaskip er á
beding.
Fiskidaganevndin
við Hjalmari Hansen
sum formanni mælir
landsstýrismanninum
í fiskivinnumálum til
óbroytt fiskidagatal
fyri komandi fiskiár
Mynd: Kvf