Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VOXBOTN Danjal av Rana - Vit eru sera væl nøgdir við Vox­ botn í ár. Veðrið helt sær toli­liga gott, hóast tað sirmaði av og á, men einki, sum darvaði fólk, sigur Rúni Djur­huus. Aftur í ár var útselt, og hóast veðurforsøgnin var heldur ivasom, var líkt til at tey allarflestu komu oman í Vágsbotn kortini. Rúni Djur­huus sigur, at hvat trygd og øðr­um víðvíkur, so gekk alt upp á stás. Tað var ein løta, har trygdar­ vørðarnir høvdu úr at gera og áheit­anir eisini komu frá pallinum um at biðja fólk ansa eftir hvørjum øðr­um. - Tá Gulddreng var á pallinum máttu vit biðja fólk vera ansin. Hann er sera væl umtóktur, eisini mill­um børnini, og tí vóru nógv børn framman fyri pallin júst tá. Tað er ikki bara tónleikurin sum dregur, men eisini framførslan, og tí vildu børnini sjálvandi tryggja sær eitt gott pláss. Trupul­leik­in er, at tá nógv lív er í, og fólk fara at hoppa og leika í, er skjótt, at børn­ ini gerast ov smá í manna­múgvu­ ni. Trygdarvørðarnir máttu tí taka nøkur børn burtur úr manna­ múgvuni fyri at verja tey, sigur Rúni Djurhuus. Fyriskipararnir royna at hava eina fjølbroytta skrá, men í ár valdu teir at seta tveir dj’s á skránna. - Vit fingu eitt tilboð um at taka Martin Jensen, og hann er eitt so stórt navn, at tað ber ikki til at siga nei. Har vóru tó nógvar treytir við. Hann skuldi spæla tíðliga, tí hann sunnumorgunin skuldi víðari at spæla á The Grind á Malta, sum verð­ur send beinleiðis á 150 sjón­ varps­støðum. Vit vita ikki, um vit nakran­tíð fáa møguleikan at fáa eitt so stórt navn aftur, so vit máttu taka av, hóast tað so merkti, at vit høvdu tveir dj’s á skránni, sigur hann. Martin Jensen kom tí á pallin longu klokkan 18, men tað vísti seg at virkað væl. Hóast tað var tíðliga um kvøldið, so komu nógv fólk kom­an í Vágsbotn longu tá og setti tað sín dám á restina av kvøldinum. - Vit hava roynt tað onkuntíð fyrr, at seta eitt størri navn fyrr á kvøld­ið, og tað vísir seg at riggar, sigur Rúni Djurhuus. Sjálvur heldur hann, at alt kvøld­ið eydnaðist sera væl, alt var gott, kanska Thomas Helmig og Han­ne Boel áttu munin, sigur hann. Voxbotn verður sum vant síðsta leygardag í juni, so næsta ár verður Vox­botn 30. juni. So kanska jóan­ søkan fær frið næsta ár. Næst á skránni hjá Rúna Djur­ huus er Tórsfest og eisini har fingu fyriskipararnir eitt tilboð, sum teir ikki kundu siga nei til. - John Martin og Michael Zitron spæla tríggjar konsertir í ár, á Tinder­box, eitt show í Onglandi og so á Tórsfest. Annars royna vit at raka eitt eitt sindur eldri publikum til Tórsfest. Studentarnir hava tik­ ið Voxbotn til sín, so Tórsfest royna vit at gera eitt sindur meiri fólks­ ligt, sigur hann. Nógv trýst var á fram móti girðingini framman fyri pallinum, tá fjøldin leikaði í undir framførsluni hjá Gulddreng. MÁTTU VERJA BØRNINI