mánadagur 26. juni 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein viti innan
pedagogiska heimin farin
NØVN
Stórur var skelkurin, ið vit fingu 14.
juni, tá ið vit frættu, at Rógvi var
farin. Hendan morgunin hevði eg,
saman við dagstovnaráðnum, av
talað fund við hann. Vit arbeiddu,
saman við Rógva, við at fyrireika
eina ráðstevnu, sum skuldi seta
orð á føroysku námsfrøðina - ein
uppgáva, sum Rógvi sá sum eitt av
sínum hjartamálum.
Rógvi var lærari og cand.ped.
og arbeiddi seinastu tíðina sum
námsfrøðiligur ráðgevi. Hann var
sera upptikin av at hjálpa okkara
børnum og ungu, sum høvdu tað
trupult í lívinum, og eitt annað
hjartamál hjá honum var at steðga
happing, og legði hann ikki fingr
arnar ímillum at siga sína hjartans
meining.
Rógvi fylgdi væl við, hvat fór
fram innan gransking á námsfrøði
liga økinum. Við sínari stóru vitan
innan fakið, hevur hann verið ein
hollur stuðul hjá Føroya Pedagog
felag seinastu árini.
Hann
gjørdi
námsfrøðiligu
vangamyndirnar, og var hann altíð
fúsur at ráðgeva, tá ið álit skuldu
skrivast. Eisini var hann sera góður
at heita á, tá ið lógaruppskot/kunn
gerðir vóru til hoyringar.
Altíð var hann frammi við penn
inum, og bar síni altíð væl grund
givnu sjónarmið fram, tá ið náms
frøðin var til umrøðu. Hann helt
nógvar fyrilestrar runt í landinum,
og mong eru tey, ið arbeiða á okkara
øki, sum hava vent sær til hansara
og eru ríkaði við hansara vitan.
Rógvi hevur í sínum virki,
sum lærari á Læraraskúlanum,
seinni Námsvísindadeildin á Fróð
skaparsetrinum, verið við til at
útbúgvað ein stóran part av náms
frøðingunum, ið nú virka innan
námsfrøðiliga virkisøkið. Hann
hevur verið ein virkin og íðin partur
av teirra búning, og legði stóran
dent á at menna námsfrøðiligu fat
anina hjá tí einstaka lesandi.
Ikki minst havi eg sjálvur notið
væl av hansara vitan og ágrýtni,
bæði sum lesandi, í mínum yrki á
dagstovni, sum nevndarlimur og
eisini nú sum formaður.
Rógvi hevur nú lagt árarnar inn,
men ringarnir í sjónum eftir honum
fara framhaldandi at spreiða seg.
Ein stríðsmaður og ein fyrimynd
á námsfrøðiliga økinum er farin,
ikki bert hevði hann týdning fyri
okkara fakøki, men fyri alt tað før
oyska samfelagið. Stórur verður
saknurin eftir honum.
Vegna Føroya Pedagogfelag
Jógvan Philbrow, formaður
Sum formaður í Føroya Pedagogfelag vil eg her koma við
nøkrum hugleiðingum um Rógva Thomsen.
Minnist til
haldaragjaldið
Boks 76, FO-110 Tórshavn