mánadagur 26. juni 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Aftur í ár hevur Ítróttar
Sosialurin sett eitt ársins lið
fyri fyrru hálvu av lands
kappingini. Tað gjørdu vit
eisini aftaná fyrsta triðingin,
men onkrar broytingar eru.
Liðið líkist nógv liðnum, sum
varð sett aftaná níggju tey
fyrstu umførini, men onkrar
broytingar eru, meðan fleiri
spælarar tykjast hava bjóðað
seg fram. Onkuntíð hevur
verið lættari at sett liðið, tí
tað er sum um at kappingin
er javnari enn hon hevur
verið fyrr.
Tað er í ár als ikki vist, at
toppliðini vinna á teimum
longur niðri á stigatalvuni.
Hetta er okkara boð upp á
ársins lið higartil. Við út
gangsstøði í liðnum eftir
níggju umfør, so skal ein
spælara vinna seg á liðið,
áðrenn vit skifta út.
Ársins lið higartil:
Uppstilling: 4-4-2
Málmaður: Símun
Rógvi Hansen (NSÍ)
Hevur verið sannførandi í
sínum avikum og tykist væl
fyri. NSÍ hevur latið fægst
mál inn í fyrru hálvu og
tað er millum annað takkað
verið hesum manninum.
Onnur boð: Kristian Joensen
(KÍ), Trygvi Askham (EB/
Streymur)
Høgri Bakk: Gert
Hansen (Víkingur)
Var á liðnum eftir níggju um
før og ongin hevur yvirhálað
hann síðani. Royndi bakk
urin hevur veruliga funnið
seg til rættis í Víkingi, eftir
at hann bleiv fluttur á høgra
bakkin. Hevur verið javnt
góður í ár. Hevur eisini hjálpt
til við trimum málum.
Onnur boð: Tobias W. Olesen
(NSÍ), Jógvan Rói Davidsen
(HB)
Miðverji: Per
Langgard (NSÍ)
Hevur
spælt
seg
upp
seinnu árini sum miðverji
hjá NSÍ. Er sannførandi
í
tvídystunum
og
er
sterkasta kortið í verjuni
hjá NSÍ í løtuni. Ein spælari
í framgongd. Vinnur plássi
frá Hørði Askham, sum eftir
eina sanførandi byrjan nú er
endaður uttanfyri.
Onnur boð: Jonas F. Ras
mussen (KÍ), Bartal Wardum
(HB), Mats Walberg (TB/FCS/
Royn)
Miðverji: Atli
Gregersen (Víkingur)
Landsliðsmiðverjin
er
betri fyri enn hann hevur
verið í langa tíð. Hansara
evir at stýra og leiða eru
ein undirmettur partur av
spælinum. Vann sær plássið
á ársins liðið fyrsta triðingin,
men er hart kroystur av av
bjóðarum, men stigatalvan
lýgur ikki.
Onnur boð: Odmar Færø
(B36), Erling Jacobsen (Vík
ingur)
Vinstri bakk: Hanus
Jacobsen (Víkingur)
Hevur í fleiri ár verið ein
fastur partur av verjuni hjá
Víkingi. Í ár hava avrikini
eisini verið góð og Víkingur
fær góða nyttu burturúr
Hanusi í bæði álopsstøðu og
verjustøðu.
Onnur boð: Einar Trónda
gjógv (NSÍ) og Ári Mohr
Jónsson (HB)
Høgri miðvøllur:
Sølvi Vatnhamar
Tók eina løtu at koma í
gongd, men er nú aftur
millum bestu spælararnar
í landinum. Hann er avger
andi og ein lykil hjá Víkingi.
Spælir við nógvari orku og
hevur vunnið plássið Jóan
nesi Bjartalíð úr KÍ. Sølvi
Vatnhamar spælir á fram
rættaða miðvøllinum, men
kann eisini spæla á høgra
vongi, sum hann eitt nú ger
á landsliðnum.
Miðvallari: Róaldur
Jakobsen (B36)
Tann føroyski Andrea Pirlo.
Er í einum flokki fyri seg,
tá hann er í góða lagnum.
Ein spælari, sum er verdur
allar pengarnar, bæði fyri
áskoðaran og fyri B36. Nú
er B36 eisini farið at vinna
dystir, so hann heldur fram
á ársins liði.
Miðvallari: Semir
Hadzibulic (KÍ)
Prógvaði í fjør, at hann er ein
av stinnastu spælarunum í
landinum. Í ár hevur hann
avrikað frá byrjan og er ein
lyklaspælari í FM stríðnum
hjá KÍ. Heldur eisini fast
í
plássinum
frá
fyrsta
triðinginum.
Vinstri miðvøllur: Árni
Frederiksberg (NSÍ)
Er
undangongumaðurin
á NSÍ liðnum. Leggur upp
og skjýtur mál. Tykist væl
fyri
og
er
málrættaður
í sínum spæli. Ein tann
mest spennandi spælarin í
føroysku kappingini. Heldur
fast í plássinum frá fyrsta
triðinginum, men er fluttur
á vinstra vong, fyri at gera
pláss fyri Sølva Vatnhamar.
Onnur boð: Benjamin Heine
sen (B36), Jóannes Bjartalíð
(KÍ)
Áleypari: Klæmint
A. Olsen (NSÍ)
Er toppskjútti í deildini og er
tryggur maður í álopinum á
ársins liði higartil. Seinast
fekk hann eisini mál móti
Víkingi. Hevur havt enn
eitt gott kappingarár, men
verður andaður í nakkan
av Adeshina Lawal, sum nú
er komin upp á níggju mál
– tvey færri enn liðskiparin
hjá NSÍ.
Onnur boð: Adeshina Lawal
(Víkingur), Aleksandar Stan
kov (HB), Páll A. Klettskarð
(KÍ)
Áleypari: Patrik
Johannesen (B36)
Fekk ein fantastiska byrjan
upp á kappingarárið, ið eis
ini úrslitaði í eina lands
liðsúttøku. Hevur ikki rakt
málið síðani, men hevur
framvegis munin á kapp
ingarneytunum,
tí
hann
kom á liðið fyrst. Tað er góð
argumentir fyri, at skifta út
í álopinum, men enn hevur
Patrik
Johannesen
ikki
spælt seg av liðnum.
Onnur boð: Jón Krosslá
Poulsen (TB/FSC/Royn), Búi
Egilsson
(TB/FSC/Royn),
Albert Adu (KÍ)
Venjari: Maurice Ross
(TB/FC Suðuroy/Royn)
Skotin hevur verið maðurin
aftanfyri
góðu
gongdina
hjá
nýggja
felagsliðnum.
Hann hevur havt styttst
tíð at fyrireika sítt lið, og
torførastu umstøðurnar, tí
fleiri spælarar venja í Havn.
Liðið liggur á fimta plássi og
stjørnan er venjarin sjálvur.
Hann er enn venjari hjá
ársins liði, hóast bæði Sámal
Erik
Hentze
og
Mikkjal
Thomassen klára seg væl í
løtuni.
Onnur
boð:
Sámal
Erik
Hentze (Víkingur) og Mikkjal
Thomassen (KÍ)
ÁRSINS LIÐ – HIGARTIL