Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Tað verður søga skrivað í kappróðrinum í hesum døg­ um. Leygardagin var jóan­ søku­róðurin avgreiddur. Tað er ongantíð komið fyri áður, síðani tað í 1973 varð farið undir FM kappingina í tí líki, sum hon hevur verið síðani, at tað so seint sum 24. juni hev­ur verið kappast í aðru FM kappingini. Tað er heldur ongantíð komið fyri áður, at tað hava verið fýra vikur frá fyrstu FM kappingini og til tað næstu. Longu mikukvøldið í hesi vikuni verður aftur FM kappróður á skránni. Tá verður róðurin í Hósvík, sum skuldi verið næstsíðsta leyg­ar­dag. Tað er ongantíð kom­ið fyri áður, at FM kapp­ róð­ur hevur verið eitt vanligt yrka­kvøld mitt í viku. Leygardagin verður aftur kappróður – í Fuglafirði. Tað er ongantíð komið fyri áður, at tríggir FM kappróðrar hava verið í eina viku. Elsta felagið 85 ár Í gjár, sunnudagin 25. juni, hevði Havnar Róðrarfelag føð­ing­ardag. Felagið varð stovn­að 25. juni í 1932, og har­við var tað í gjár 85 ára føð­ingar­dagur í Álakeri. Tað er nógv lív í elsta kapp­róðr­ ar­felagnum í landinum. Átta mann­ingar og 99 rógvarar lut­taka í FM kappingunum. Havnarbáturin hevur onkun­tíð staðið seg betur, enn hann ger í ár. Sigurs­ vandi Ørvur tykist vera farin í søguna – fyribils í hvussu so er – og einki er at síggja til Gongu­rólv. Í yngra endanum er lut­ tøkan stór. Tað boðar frá, at 85 ára gamla Havnar Róðr­ar­ felag er við at fóta sær aftur eftir nøkur ikki so hugalig ár. 85 ára føðingar­dags­gávu­ na til felagið syrgdu barna­ mann­ingarnar fyri leygar­ dag­in. Nýggja 5-mannafarið Ingibjørg vann bæði kapp­ ing­ina hjá dreingjum og gent­um í barnaróðrinum. Hetta var endurtøka av sigrun­um á norðoyastevnu. Tá vóru sigrarnir uppaftur meiri sannførandi, enn teir vóru á jóansøku. Tað kann vera ábending um, at tað miku­kvøldið og aftur leyg­ar­ dag­in, tá ið tað verður kapp­ róð­ur í Fuglafirði, verður heilt spennandi. Tær úr Fuglafirði eru tiknar Í fjør vunnu bæði Rádni og Erla Kongsdóttir FM í kappingunum millum ávika­víst 6-mannafør við kvinn­um og 5-mannafør við kvinn­um. Erla Kongsdóttir vann eisini FM við fullum stigatali í 2015 og 2014. Nú sær tað út til, at tað eru aðrir bátar, ið av álvara bjóða teimum úr Fuglafirði av. Á norðoyastevnu vann Rád­ni á Sølmundi. Tá var mun­ur­in eitt stórt sekund. Tað gav ábendingar um, at tað kundi fara at verða meiri spenn­andi, enn tað var í fjør, og soleiðis vísti tað seg at verða á jóansøku. Sølmundur var í fjør drúgv­ur avbjóðari hjá Rádna. Tað eydnaðist ongantíð at vinna, men tær í gula báti­ num av Glyvrum góvu ikki skarvin yvir, og loksins eydn­ aðist tað leygardagin at basa grøna bátinum úr Fuglafirði. Talan var um framúr kapp­ing. Rádni legði bragd­ lig­ari fyri, men Sølmundur helt tørn, og so stóð borð um borð, inntil fram ímóti enda­spurtinum. Tá hil­nað­ ust tøkini betri hjá teimum á gula bátinum. Kvinnurnar á Erlu Kongs­ dóttir endaðu á triðja plássi á norðoyastevnu. Tær vóru leingi nummar trý leyg­ar­ dag­in, men í síðstu tøkunum megn­aðu tær at taka Drekan, sum var nummar tvey á norð­oya­stevnu. Einki hefti í hesi kapp­ ing­ini fyri Jallinum hjá Róðrarfelagnum Knørri. Á norðoyastevnu var fjar­ støðan aftur til Erlu Kongs­ dóttir næstan seks sekund. Leygardagin vóru tað hálvt fjórða sekund frá Jallinum og aftur til Erlu Kongsdóttir. Jallurin vann mest sann­ førandi sigurin av øllum í FM kappingunum á jóansøku. Tað skal nógv til hjá Erlu Kongsdóttir, um tað skal eydnast at vinna miku­kvøld­ ið og aftur í heima­sjógvi leygardagin. Um FM møguleiki skal verða fyri at vinna fjórða FM heitið á rað, so er tað neyðugt hjá teimum í Fugla­ firði at taka bláa bátin hjá Knørrafelagnum í hesi vikuni. Knáir suðuroyingar Firvaldur við gentumanning syrgdi fyri heimasigrinum til tey á Tvøroyri. Á norðoya­ stevnu var fjarstøðan aftur til Drekan 3.20 sekund ella meiri enn ein bátslongd. So stótur var munurin ikki á jóan­søku. Firvaldur var fremstur allan teinin, men Drekin var ógvu­liga treiskur, og tað varð heilt spennandi fram ímóti mál­strikuni. Tá ið bátarnir fóru um málið var munurin bara 0.24 sekund. Sigurin hjá vágbingum um­borð á 8-mannafarinum Tofta Regini var sera sann­ førandi. Á norð­oya­stevnu var Argjabáturin fremstur. Tað vóru bara 0.88 sekund aft­ur til Tofta Regin. Tí meiri enn spøkti møguleikin fyri, at tað skuldi eydnast vág­bingum at vinna á jóan­ søku, og soleiðis varð tað. Sigur­in var sannførandi, tí Tofta Regin var 1.87 sekund frammanfyri Argjabátin. Á norðoyastevnu bjóðaði Árnfirðingur av í kappingini um fremsta plássið. Hann var eitt lítið sekund frá sigri­ num. Á jóansøku hekk Árn­ firðingur fyrstu løtuna væl uppií, men tá ið bátarnir fóru um málið, var hann 2.88 sekund frá at vinna. Stinnir menn í Norðoyggjum Klaksvíkingur vann á norðoya­stevnu, og Klaks­ vík­ingur vann á jóansøku. Klaksvíkingur sprakk avstað, og hann var alla tíðina frammanfyri avbjóðararnar. Fremsta plássið kendist ongantíð av álvara at vera hótt. Í heimasjógvi var fjar­ støð­an aftur til Drekan Reyða 3.97 sekund, og á jóansøku var hon 1.57 sekund, og Ormurin Langi, sum tað hevur verið roknað við fór at verða hótt­an ímóti Klaksvíkingi, var næstan trý sekund frá fremsta plássinum. 6-mannafarið Sunda­ BØRNINI GÓVU HR STÓRU Útjaðarin eigur bestu mannfólkamanningarnar, genturnar á Firvaldi hildu stásið við líka, og í kvinnukappingunum hava Sølmundur og Jallurin tikið tær úr Fuglafirði Bæði í gentu- og dreingjakappingini í barnaróðrinum vann Ingibjørg hjá Havnar Róðrarfelag mynd: Havnar Róðrarfelag