Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Landskappingin í fótbólti er farin í summarfrí. Tær báð­ar næstu vikurnar er eur­op­e­ isk­ur fótbóltur á dagsskrá. Hvussu long altjóða skráin verð­ur valdast um, hvussu tað fer at hilnast hjá Víkingi, KÍ, NSÍ og B36. Eina viku und­ an ólavsøku tørnar heimliga kapp­ingin fyri aftur. Stóri taparin fríggja­ kvøld­ið var NSÍ, sum noydd­ ist av Skála við 2-1 tapi. NSÍ hevði fríska lotið undan í fyrra hálvleiki, men tað eydn­að­ist ikki at fáa hol á: – Vit áttu at havt skor­að fleiri ferðir, men marg­in­al­ ir­nir vóru ikki við, staðfestir lið­for­mað­urin Klæmint A. Olsen. At tað ikki eydnaðist at skora komst ikki minst av, at Andras Gango var sera sann­før­andi millum Skála stólp­ar­nar. Burtur úr tveimum deyð­ bólts­støð­um skor­aði Skála síðsta kort­erið undan hvíld­ ini tvær ferðir. – At vit vóru frammanfyri við tveimum broytti fyri­ treyt­ir­nar undan seinna hálv­leiki. Sum tíðin leið, fóru teir at spæla við longum send­ing­um, men vit høvdu gott tak á, sigur Skála venj­ ar­in Pauli Poulsen, sum er væl nøgdur við fyrru hálvu: – Vit hava nú vunnið 2-1 ímóti bæði HB og NSÍ, og vit hava trý stig fleiri, enn vit høvdu um sama mundið í fjør. – Vit minkaðu um mun­in, men hetta er dyggur smeit­ur at fara í summarfrí, held­ur Klæm­int A. Olsen, lið­for­mað­ u­r hjá NSÍ, sum hevur sama stiga­tal eftir fjúrtan umfør, sum liðið hevði í fjør. Víkingarnir reistust Tá ið tað varð bríkslað fyri hálv­leiki, vísti máltalvan í Sør­vági 2-1. Heimamenninir vóru væl upplagdir, og við fínum langskoti setti Gun­leif Magnusarson hol á, og upp­ spælið var gott, tá ið Holgar Dur­huus økti til 2-0. Síðsta lítla løtan undan steðg­inum var avgerandi. Væl upplagdi Sølvi Vatn­ ham­ar minkaði um munin, og so sá 16 ára gamli Asbjørn Heð­ins­son gult fyri aðru ferð. Harvið var 07 Vestur und­ir­mannað allan seinna hálv­leik. – Vit vóru frammanfyri 2-0, og vit høvdu møguleikar at skora uppaftur fleiri mál. Tí­verri var tað síðsta løtan und­an steðginum, sum gjørdi, at vit taptu, staðfestir Trygvi Mortensen, venjari hjá 07 Vestur. – Eg hevði verið heilt væl nøgd­ur, um vit nú høvdu havt trý ella fýra stig fleiri, enn vit hava, sigur 07 Vestur venj­ar­in. Vík­inga liðformaðurin Atli Greg­ersen er væl nøgdur: – Teir vóru frammanfyri við tveimum, og Elias Ras­ mus­sen bjargaði tvær ferðir, tá ið teir vóru einsamallir við okk­ara málverja. Vit spældu heilt væl í seinna hálvleiki. Tá høvdu vit nógvar møgu­ leik­ar, og tað er klassi at skora fýra mál á útivølli, held­ur Atli Gregersen. Víkingur hevur 29 stig, sum er eitt stig fleiri, enn lið­ ið hevði eftir fjúrtan umfør í fjør. Adu í hopla Eftir eyðmýkingina í 5-1 heima­tap­inum ímóti B36 reisti KÍ seg við 4-1 sigri í Fugla­firði. Eftir fyrra hálv­ leik var 1-1. ÍF gjørdi sjálvmál, og Dánjal á Lakjuni sendi við frí­sparki bóltin flatt framvið Mein­hardti Joensen, ið var mill­um KÍ stólparnar. Eftir steðgin vóru tyngd­ in og broddurin størri hjá KÍ. Eftir horna skoraði mið­verj­ in Ahmed Mujdragic, og so var Albert Adu tvær ferðir fyrst­ur á. – Vit spældu væl betri í seinna hálvleiki, tá ið vit kundu havt skorað fleiri mál. Vit liggja lið um lið við Vík­ing, og tað eru vit nøgdir við. Spælið kann verða betri, men alt í alt eru vit nøgdir, sig­ur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen. KÍ hevur 29 stig, sum er trý færri enn eftir fjúrtan um­før í fjør. Í Fuglafirði er fót­bólts­ hýr­ur­in vánaligur. ÍF er aft­ ast við seks stigum, sum er fimt­an stig færri enn eftir fjúrt­an umfør í fjør. Tað eru átta stig fram til áttanda pláss­ið: – Fyrra hálvleik vóru vit nøgd­ir við, men vit fingu enn eina­ferð mál ímóti okkum bein­an­vegin eftir steðgin, og tað gjørdi av við okkum, stað­festir Jákup Mikkelsen, venj­ari hjá ÍF. – Úrtøkan er út av lagi vána­lig, og summarfrítíðin kem­ur væl við. Nú ræður um at arbeiða hart í fyri­reik­ing­ un­um til seinnu hálvu, sigur ÍF venjarin. B36 pílurin peikar rætta vegin Úrtøkan er væl soltn­ari hjá B36, enn hon var eftir fyrru hálvu í fjør. B36 hevur 20 stig, meðan tað eftir fjúrt­ an umfør í fjør vóru 26 stig í skjáttuni. Eftir 2-1 sigurin í Streymnesi sig­ur B36 venjarin Jákup á Borg seg vera nøgdan: – Avbjóðingin hjá okkum er at fáa verjupartin at rigga betri. Vit hava skorað nógv mál, men tað eru farin ov nógv mál ígjøgn­um. Ímóti EB/­Streymi var tal­an um arb­eiðs­sig­ur. Vind­ur­in vaks, og vit høvdu í báð­um hálv­ leik­um vind­in ímóti. Vong­ verj­in í høgru, Erlendur Magn­us­son, legði okkum framu­m í fyrra hálvleiki, og vong­verjin í vinstru, Gestur Boga­son Dam, skoraði sig­ urs­málið, tá ið tað restaðu tólv min­uttir. EB/Streyma venj­ar­in Heðin Askham harm­ast um, at tað ikki eydn­að­ist at vinna úrtøku ímóti B36: – Vit stóðu einki aftanfyri B36. Fyrr í ár hava vit verið und­ir væl størri trýsti ímóti B36, enn vit vóru hesaferð. Hug­burð­ur­in á okkara monn­um er góður, og tað er huga­ligt at kenna, at liðið støð­ugt mennist. Bri­an Olsen javnaði til 1-1, tá ið ein tími var far­in, men tað eydnaðist ikki at halda tørn um javn­lei­k­in: – Nú hava vit ein stutt­ an steðg, og um eina stóra viku leggja til brots aftur við setn­inginum, sum snýr seg um at varð­veita plássið í bestu deildini, sigur Heðin Ask­ham. Tað byrjaði so væl... men við 10 monnum móti føroya­ meistarunum verður mótbrekkan tung. Antifótbólturin vann í ill­veðr­ inum í dag. Tað sker við­hvørt. Ikki gott nokk av okkum. Vinna á einum oddaliði, tapa á einum botnliði.. Har mugu aðrir bollar í suppuna ímóti Dinamo Minsk! ;) Góðir! Torført at spæla. Vit høvdu størstu kjansirnar, men hepni var ikki við okkum. Men tað eru 20 stig í Suðuroynni. Her má sólkrem á skallan Top of Form Vit tóku ikki av í dag, betur verur næstu ferð. Saman standa sterk Vit vita ikki hvøn veg Vit skulu koyra bóltin í málið, so Vit koyra bara hann bara í baði málini Koyr á ÍF Jubbiiii oyjøssus tað er deiligt at vinna - vit eru B36 og vit elska tað ! Hvítt og svart er ellars mega feitt ! Gott summar vit eru glað - síggjast aftur 23.juli í hvítadali har vit eisini vinna REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN RÓGVI DAM EB/STREYMUR SÆBJØRN LEITI ÍF LISSI MOURITSEN B36 14. umfar: Úrtøkan higartil er lakari hjá KÍ, NSÍ, B36, HB og ÍF, meðan Víkingur, Suðringar og Skála hava vunnið meiri enn í fyrstu fjúrtan umførunum í fjør, og uppflytararnir hava staðið seg væl betri, enn teir plaga at gera NSÍ SPILTI SEG BURTUR Á SKÁLA