mánadagur 26. juni 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TREPCA HEVUR SPÆLT TVEIR VENJINGARDYSTIR
Trepca 89 hevur í farnu viku spælt tveir veningardystir
sum upptakt til dystirnar móti Víkingi. Í fyrru uppgerðini
vann Trepca 89 3-2 móti Astra, ið spælir í bestu
rumensku deildini, og hóskvøldið spældi Trepca 89 1-1
javnleik móti NK Olimpija, ið spælir í bestu slovensku
deildini. Tí er talan helst um sterka mótstøðu hjá Víkingi.
Tað sigur Víkinga liðskiparin, Atli Gregersen,
sum saman við Víkingi skal spæla
Champions League fótbólt týsdagin fyri
fyrstu ferð nakrantíð í søgu felagsins
Víkingur spælir týskvøldið
søguligan fótbóltsdyst, tá
teir fyri fyrstu ferð nakrantíð
fara at luttaka í Champions
League fótbólti. Talan er um
fyrru uppgerðina av tveim
um ímóti meistarunum úr
Kosovo, Trepca 89, sum verð
ur spæld á Tórsvølli klokkan
19:00.
Blástempling av
samanleggingini
Atli
Gregersen,
liðskipari
hjá Víkingi, sigur, at talan
er helst um størsta dystin í
søguni hjá Víkingi nakrantíð,
og at dysturin týskvøldið er
ein blástempling av hvussu
væl samanleggingin millum
GÍ og LÍF hevur eydnast.
Fyri okkum í Víkingi
hevur dysturin heilt serlig
an týdning. Síðani stovning
ina av Víkingi, hava vit alla
tíðina spakuliga flutt okk
um tann rætta vegin upp
eftir. Tað er eingin ivi um,
at vit øll rundanum felag
ið eru serstakliga glað fyri
samanleggingina, men dyst
urin týskvøldið er líka sum
ein
blástempling
úteftir
hvussu væl samanleggingin
hevur eydnast millum feløg
ini, greiðir Atli Gregersen frá.
Fragd at síggja
hvussu allir hava
lyft seg í felag
Víkingur hevur sum felag
spakuliga bygt á ár eftir ár
síðani stovniningina í 2008,
har bulurin av leikarum
hevur verið tann sami alla
tíðina. Tí hevur dysturin fyri
Atla Gregersen persónliga,
ið annars hevur roynt nógv
í fótbólti, eisini heilt serligan
týdning týskvøldið.
Eg havi roynt tað mesta
í fótbólti, men at spæla
Champions League fótbólt,
havi eg ongantíð roynt.
Tað verður ógvuliga serligt,
og tað sum er so serstakt
eisini er, at tað er saman við
teimum leikarunum, ið man
hevur spælt saman við tígg
ju tey seinastu árini. Bulurin
hevur jú verið tann saman
allan vegin ígjøgnum, og tað
er ein fragd at síggja hvussu
vit allir hava lyft okkum í
felag nú gjøgnum 8-9 ár. So
tað er eingin ivi um, at dyst
urin týskvøldið er eitt hædd
arpunkt hjá mær persón
liga, og verður tað eisini fyri
hendan hópin her í Víkingi,
sigur Atli Gregersen.
Europa er altíð
hæddarpunktið
í Víkingi
Mótstøðuliðið hjá Víkingi
í fyrsta undanumfari av
Champions League kapp
ingini eru meistararnir úr
Kosovo, Trepca 89, sum í ár
luttaka í altjóða fótbólti fyri
fyrstu ferð í søgu felagsins.
Tí er eitt sindur ilt at siga um
støðið hjá mótstøðuliðnum
hjá Víkingi, sum helst
er eitt sindur sterkari,
enn man av fyrstan tíð
roknaði við.
Atli
Gregersen
og liðfelagarnir úr
Víkingi, hava hugt
eftir mótstøðuliðnum,
og vænta at teir koma
at fáa ein truplan dyst.
Tó leggur hann dent á,
at Víkingur eru sterkir
søguliga sæð í altjóða fót
bólti, og at teir ætla at spæla
seg víðari.
Vit hava sæð ein dyst
hjá Trepca 89 við ekstremt
vánaligari upptøku, har tað
var tikið upp frá banda
num. Tað er ringt at geva
sær eina fatan av tí, og tað
sær ikki so eksotiskt út
niðri hjá teimum. Men tó
sær tað út til at teir eru góð
ir, og minna sum lið nógv
um eysturevropeisk lið, ið
spæla
tekniskan
fótbólt.
Men við søguni hjá okkum í
europeiskum fótbólti, skulu
vit fara eftir at spæla okkum
víðari. Vit eru vorðnir kendir
fyri
europeiskan
fótbólt,
og tað skulu vit halda fast
við. Í Víkingi er tað hvørt ár
hæddarpunktið á árinum,
tá teir europeisku dystirnir
verða spældir, og tí er tað
ógvuliga
umráðandi
hjá
okkum at halda fast í okkara
góðu gongd í Europa, og at
spæla okkum víðari, sigur
Atli Gregersen at enda.
Fyrri
dysturin
millum
Víking og Trepca 89 verður
altso leiktur á Tórsvølli
týskvøldið klokkan 19:00,
meðan
seinni
dysturin
verður leiktur niðri í Kosovo
týskvøldið tann 4 juli.
Gongd hjá Víkingi í
europeiskum fótbólti
í søgu felagsins.
2010:
Besiktas – Víkingur 3-0
Víkingur – Besiktas 0-4
2012:
Víkingur – FC Gomel 0-6
FC Gomel – Víkingur 4-0
2013:
Víkingur – Inter Turku 1-1
Inter Turku – Víkingur 0-1
FC Petrolul Ploiesti
– Víkingur 3-0
Víkingur – FC Petrolul
Ploiesti 0-4
2014:
Víkingur – Daugava
Daugavpils 2-1
Daugava Daugavpils
– Víkingur 1-1
Víkingur – Tromsø 0-0
Tromsø – Víkingur 1-2
Víkingur – HNK Rijeka 1-5
HNK Rijeka – Víkingur 4-0
2015:
Víkingur – Rosenborg 0-2
Rosenborg – Víkingur 0-0
2016:
Ventspils – Víkingur 2-0
Víkingur – Ventspils 0-2
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Atli Gregersen:
HETTA ER BLÁ
STEMPLINGIN AV
SAMANLEGGINGINI