mánadagur 26. juni 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
OYGGJALEIKIR
Terji Nielsen
VISBY, GOTLAND
Føroyar hava mangan gjørt verulig
hál innan frælsan ítrótt á Oyggja
leikunum, men hesaferð er ikki
væntandi, at okkara íðkarar fara
avstað við teimum mongu heiðurs
merkjunum.
Men vónir eru tó um nøkur heið
ursmerkir, og kanska er størsta
vónin Tórur Mortensen, sum skal
royna seg í trístøkk, har hann er
gullfavorittur.
Tann
kappingin
verður avgreidd fríggjadagin.
Eisini er góðar vónir um, at
Marna Egholm fer at standa seg á
teimum longru renniteinunum, og
fyrsta kappingin av hesum verður
runnin í dag, eftir at blaðið er farið
til prent.
Føroyski hópurin í frælsum ítr
ótti er yvirhøvur rættiliga ungur, og
fleiri íðkarar eru við á fyrsta sinni.
“The Grand Old Man” innan
frælsan ítrótt í Føroyum, Heri
Ziska, er ikki við sum íðkari hesa
ferð, og tað ger sjálvandi eisini sítt
til, at miðalaldurin á føroyska lið
num er tann lægsti í mong ár.
Ein av mongu ungu íðkarunum
er tann bert 18 ára gamla Margit
W. Fríðmundsdóttir, sum sunnu
kvøldið royndi seg í longdarlopi.
Har gjørdist hon nummar seks
av 14 luttakarum við einum lopi á
4,94 metrar. Føroyska metið er 4,91
metrar, og tað eigur Margit sjálv,
men lopið í gjár telur ikki sum nýtt
føroyskt met, tí vindurin var ov
nógvur.
Tað, sum eisini er stuttligt sæð
við føroyskum eygum, er, at vit
hesaferð hava fleiri sprintarar við
í kappingini, og tað er nakað, sum
Føroyar ikki hava havt í mong ár.
So tey, sum eru rundan um frælsan
ítrótt í Føroyum, eru sera spent,
hvussu tað fer at ganga hjá mongu
ungu íðkarunum.
Kurvabóltur tapti
fyrsta dystin
Kurvabóltsmenninir taptu greitt í
fyrsta dystinum í Gotlandi
Terji Nielsen - VISBY, GOTLAND
Kurvabólturin, ið fyri næstu ferð nakrantíð eigur umboðan fyri
Føroyar á oyggjaleikum, spældi í morgun móti vertslandinum,
Gotlandi.
Áðrenn dystin visti føroyska liðið, at talan fór at blíva um
truplan dyst, og soleiðis gjørdist eisini. Endaliga úrslitið var, at
Gotland vann dystin 90-33, eftir at støðan í hálvleikinum var 46-12
til Gotland.
Hóast føroyska liðið fekk dyggan stuðul av áskoðaraplássunum,
so rakk tað ikki langt.
Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður leiktur í kvøld, tá ið
Saarema tekur ímóti.
Kappingarnar í frælsum ítrótti fóru av bakkastokki sunnukvøldið, og størstu føroysku vónirnar eru til Tórur
Mortensen í trístøkk og Marnu Egholm á ávikavíst 5.000 og 10.000 metra renning. Men hópurin er sera ungur.
STØRSTU VÓNIRNAR ERU
TIL TÓRUR OG MARNU
18 ára gamla Margit W.
Fríðmundsdóttir gjørdist nummar
seks av 14 luttakarum í longdarlopi
við einum lopi á 4,94 metrar, sum
er tríggjar sentimetrar longri enn
føroyska metið, ið Margit sjálv
eigur. Men orsaka av nógvum vindi
taldi lopið í gjár ikki sum nýtt met.
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Ongir oyggjaleikir til
Føroya fyrrenn í 2029
Tað verður ikki fyrrenn í 2029, at vit kunnu gera okkum
vónir um at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya.
Áki Bertholdsen
Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, sig
ur, at hetta er niðurstøðan eftir
fund
við
oyggjaleikanevndina,
IIGA, í gjár, har tey tosaðu um
møguleikarnar fyri at fáa oyggja
leikirnar aftur til Føroya.
Annars ætlaðu føroyingar at
skipa fyri oyggjaleikunum í 2019,
men máttu taka umsóknina aftur, tí
vissa kundi ikki veitast fyri, at allir
hentleikar fóru at vera til staðar.
Serliga varð bólturin tveittur aftur
og fram ímillum Landsstýrið og
Tórshavnar Býráð, um golfvøllin á
Glyvursnesi, og nú er tað so greitt,
hvussu dýrt tað varð, at ongin fekk
tikið avgerð í tí málinum.
Umboðini
fyri
ÍSF
greiddu
Oyggjaleikanevndini frá, at Føroyar
eru klárar at skipa fyri Oyggjaleik
unum, ongantíð ov skjótt, og hevur
hetta fullan stuðul frá ítróttini og
politiska myndugleikanum í Før
oyum, sigur ÍSF.
– Nevndin í IIGA gjørdi greitt,
at tekur einki óvæntað seg upp,
verða Oyggjaleikirnir í 2023 verða
í Orkney. Á fundinum upplýsti
nevndin í IIGA eisini, at fundir hava
verið við Ynis Mon um Oyggjaleik
irnar í 2025 og Isle of Man um leik
irnar í 2027.
IIGA vísti á, at enn er einki boð
uppá Oyggjaleikirnir í 2029, og
umboðini hjá ÍSF gjørdu greitt, at
vit fegin vilja skipa fyri leikunum
í 2029. Og skuldi tað hent, at sam
ráðingarnar við Ynis Mon og Isle
of Man ikki bera á mál, eru Føroyar
klárar at skipa fyri leikunum í 2025
ella 2027, sigur ÍSF.
Á fundinum bjóðaði ÍSF eisini
nevndini í IIGA til Føroyar, at halda
regluliga várfundin.
Høvuðsstuðul hjá føroysku
ítróttafólkunum í Gotlandi
#VINNAFYRIFØROYAR #FLÚGVAFYRIFØROYAR