Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Terji Nielsen VISBY, GOTLAND Rættiliga nógvir føroyskir áskoð­ar­ar høvdu leitað sær om­an á havna­lagið í Visby fyrra­partin sunnu­dag­in, tá ið triathlon-kappingin hjá kvinn­um fór av bakkastokki. Høv­uðs­or­søk­in til tað var iva­leyst, at Før­oyar áttu ver­ andi oyggja­leika­meist­ar­an, Karinu Otto­sen, og spurn­ ing­ur­in var, hvussu tað fór at gang­ast henni. Truplar umstøður Tað var rættiliga illfýsið í veðr­in­um, og umstøðurnar at kapp­ast vóru tí ikki av teim­um bestu. Vanliga er eitt tri­ath­lon samansett soleiðis, at fyrst verður svomið 1.500 metr­ar á sjón­um, síðani verð­ ur súklað 40 kilo­metrar, áðr­ enn man at enda renn­ur 10 kilo­metrar. Men veðrið gjørdi, at tað var ógvu­liga ófantaligt í sjón­um út fyri Vis­by, og ald­ ur­nar vóru rætti­liga stór­ar. Av hesi orsøk valdu fyri­reik­ ar­ar­nir at stytta svimji­tein­ in heilt nið­ur í 400 metrar av trygd­ar­ávum. Lá til silvurið bróður­ partin av kappingini Eftir svimjingina lá Karina Otto­sen sum nummar fýra, tá ið farið var und­ir súklingina. Tein­urin, sum skuldi súklast, var 10 kilometrar lang­ur, og íðk­ar­ar­nir skuldu súkla fýra um­før. Longu eftir fyrsta um­ far­ið hevði Karina Ottosen lagt seg á eitt silvurpláss, men tað var rættiliga langt upp til odda­sess­in, tí ein íðkari av Jer­sey lá alla­tíð­ina næst­an eitt heilt minutt framm­an­fyri Karinu. Ein annar íðkari av Jer­ sey lá og elti Karinu, men før­oyski gull­vinn­ar­in frá sein­ast helt tørn, og hon var á einum tryggum silv­ ur­plássi, tá ið tær komu á mál eftir góðum tveim­um tím­um. Ovurfegin um silvurið Man kundi kanska ímyndað sær, at ein gullvinnari frá sein­ast var vónbrotin um at fáa silvur hesa­ferð, men so­leið­is var ikki við Kar­inu Otto­sen. Eg er ótrúliga glað fyri silv­ur­ið. Hetta er næstan størri, enn tá ið eg vann gull sein­ast, tí umstøðurnar eru heilt øðrvísi hesaferð. Eg havi ver­ið nógv darvað av skaða, so tá ið eg fór í gongd við renn­ing­ina og lá numm­ ar tvey, so hugsaði eg bara, at eg skuldi bíta pínuna í meg fyri at tryggja Føroyum silv­ur, segði Kar­ina Ottosen eft­ir lokna kapping. Hin føroyski triath­let­ur­ in, Anne­lisa J. Møss, gjørdist numm­ar 14 av teim­um 24, sum ­gjøgnumførdu kapp­ ing­ini hjá kvinnunum. Aldursforsetin royndist best hjá monnunum Fýra føroyingar royndu seg í mans­kapp­ingini í triathlon, og her var tað elsti maður á liðnum, Andrass Joen­ sen, ið stóð seg best. Men menn­inir stóðu seg ikki eins væl og kvinnurnar, tí fremsti maður end­aði nummar 37 av teimum 61. Hin­ir tríggir føroyingarnir vóru Kári Davidsen, Gunnar Dahl-Olsen og Han­us Debes Joensen. OYGGJALEIKIR Hóast Karina Ottosen vann gull á Oyggjaleikunum í Jersey fyri tveimum árum síðani, so var hon ovurfegin um silvurheiðursmerki, ið hon vann í Gotlandi í gjár. Tí tað stóð nógv á Vunnu og mistu silvurið í liðkapp­ingini Føroysku kvinnurnar fingu fyrst at vita, at tær høvdu vunnið silvur í liðkappingini í triathlon, og hetta stóð eisini á almennu úr­slitssíðuni hjá Oyggjaleikunum. Men úrslitið bleiv broytt nakað seinni. Terji Nielsen VISBY, GOTLAND Tað var stórur fagn­að­ur í føroysku triathlon-leguni, tá ið Karina Otto­ sen tryggjaði sær silvurheriðursmerkið í einstaklinga kapp­ing­ini hjá kvinnum. Hin føroyski luttakarin, Annelisa J. Møss gjørdist numm­ar 14, og fagnaðurin bleiv ikki minni í føroysku leguni, tá ið al­menna heimasíðan hjá Oyggjaleikunum kunngjørdi, at føroysku kvinn­ur­nar høvdu vunnið silvur í liðkappingini eisini. Men nakað seinni fekk føroyska triathlon-legan at vita, at tær kort­ini ikki høvdu vunnið silvurið í liðkappingini. Orsøkin var, at treytin fyri at eitt land skal telja við í lið­kapp­ing­ini er, at man hevur í minsta lagi tríggjar íðkarar, og so telja tvey tey bestu úrslitini við í liðkappingini. Føroyar høvdu bara tveir íðkarar við í kvinnukappingini, og tí kundu okkara ikki teljast við. Men hví Føroyar blivu kunngjørdar sum silvurvinnarar fyri síð­ani at blíva strikaðar, meldar søgan einki um. Annelisa J. Møss helt seg hava vunn­ið silvur í lið­kapp­ ing­ini í tri­ath­lon, men hetta bleiv seinni strik­að aftur Mynd: Hilmar Jan Hansen Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tosaði við ein fólkaskúlalærara nú ein dagin. Tey høvdu havt spurnarkapping í flokkinum. Børnini, sum í næstum fara í framhaldsdeildina, vistu ikki øll hvat oyggjaleikirnir var fyri nakað. Eg veit ikki um eg bara hava verið ítróttaridiot alt mítt lív, men eg minnist tað sum, at oyggjaleikirnir var nakað av tí størsta sum var, tá eg var ungur. Vit fóru heim at hyggja hyggja tá SVF sendi oyggjaleikatíðindi um kvøldið. Eisini var útvarpið frá, tá okkara ítróttarfólk kappaðust. Tað var stór gleði tá vit vunnu, og vinnararnir vóru lítlar hetjur. Kanska okkara árgangur var serliga áhugaður, tí vit fóru í skula um tað mundið, tá oyggjaleikirnir vóru í Føroyum. Øll vistu hvat oyggjaleikirnir vóru og eitt gullheiðursmerki var nógv vert. Í dag tykist støðan mær eitt sindur øðrvísi. Ítróttarliga hava fleiri ítróttargreinar flutt seg á eitt hægri stig, har eitt gullheiðursmerki á oyggjaleikunum ikki altíð er yvirleggjarin. Eg vil ikki siga, at glansurin er farin av oyggjaleikunum, men týdningurin av oyggjaleikunum hevur flutt seg til ávísar ítróttargreinar. Vit síggja eitt nú flogbóltslandsliðið spæla í EM undankapping samstundis, har tær ikki hava møguleika at koma víðari. Á oyggjaleikunum er bara eitt mótstøðuliðið, sum gevur sterka mótstøðu. U-landsliðini í hondbólti og fótbólt vinna seg til risa stóru endaspølini og olympisku leikirnir eru málið hjá fleiri av okkara einstaklingum. Tað er ikki longur gott at fáa stig landsdystum móti hinum smærru tjóðunum, og heitið “heiðurligt tap” móti nógv størri og sterkari londum verður møtt við rullandi eygum og irritatión. Føroyskur ítróttur tykist vera í stórari framgongd og oyggjaleikirnir eru ein frálíkur mátistokkur, fyri hvar vit eru ítróttarliga. Vónandi fáa okkara ítróttarfólk, sum klára seg væl á oyggjaleikunum tann heiður, tey hava uppiborið. Vit eru er eitt stað millum oyggjaleikirnar og elituna í Evropa í løtuni. Eg havi sum so ikki eina meining um boðini, at vit í fyrsta lagi fáa oyggjaleikirnar í 2029. Eg havi sæð mangt umboð fyri bæði landið og býir, sum hava verið við við tí endamáli, at hetta skuldi eydnast áðrenn. Tað hevur so ikki rokkið á mál, men skulu vit hava oyggjaleikirnar í Føroyum, so má málið verða at hava bestu oyggjaleikirnar nakrantíð. trondur@sosialurin.fo Millum oyggja­ leikir og elituna í Evropa EG BEIT PÍNUNA Í MEG