Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA GÓÐ FØÐSL­UEVN­I GEVA TÆR EIN KLÁRARI HEILA Gransking bendir á, at stórar nøgdir av fruktum, grønmeti, fiski, fullkorni og olivenolju gagna heilanum og eru mennandi fyri fatanarligu evnini, samstundis sum hesin kostur minkar um vandan hjá teimum eldru at menna tunglyndi Vilmund Jacobsen Ein røð av føðsluevnum eru við til at halda uppi kogni­ tivu ella fatanarligu evn­un­ um hjá teimum gomlu. Tá matarlysturin hjá eldri fólki ofta er lítil, hava tey av somu orsøk eisini brúk fyri dygd­argóðum og føðslu­rík­ um kosti. Ein góður lívsstílur við rørslu og heilsugóðum kosti kann byrgja upp fyri forfalli í heilanum í fleiri ár. Gransking bendir á, at ein røð av føðsluevnum sum eitt nú omega-3 feittsýrur, plantuevni og B-vitaminir hava sín leiklut, tá ræður um at uppihalda fatanarligu evn­un­um, samstundis sum møgu­leikin fyri tunglyndi eft­ir øllum at døma eisini mink­ar. Ov fá tilboð Tá fatanarligu evnini hjá teim­um eldru minka, verður hetta vanliga mált í stigum, og oftast gongur hetta út yvir evnini hjá teimum eldru at minn­ast, konsentrera seg, skilja og læra. At gerast gamal, er ikki ein sjúka, og tað eru nógv eldri, sum klára seg serstakliga væl. Men, talið av eldri fólki, sum hava viknandi fat­an­ ar­lig evni, er tó nógv økt seinnu árini. Viknandi evnini sam­an við tung­lyndi telj­ast nevni­ liga mill­um álvarsamastu trup­ul­leikar, sum eru knýttir at ald­urdómi í dag. Tað krevst stór almenn fíggj­ar­orka til at veita neyð­ ugu tilboðini, og í Danmark hava út við tveir triðingar av kommununum eingi ser­ til­boð, sum skulu byrgja upp fyri viknandi fatanarligu evn­un­um millum tey eldru og gomlu. Denturin hjá komm­un­ un­um verður serliga lagdur á lik­am­liga rørslu – og minni á fat­an­arligu evnini. Roknað verður við, at um­ leið helmingurin av teimum eldru og gomlu, sum hava vikn­andi fatanarevni, vilja menna demens næstu fimm árini. Tá heilin eldist Tá fólk eldast, ávirkast heila­ kykn­urnar, og tá heilin hev­ ur eitt høgt stoffskifti við­ før­ir tað, at strongd og bruni ikki eru óvanlig í aldrandi heil­an­um. Við aldrinum minkar heila­vevn­að­ur­in – ikki í sjálv­ um heila­børk­in­um, men í tí hvíta sub­stansinum, sum tað verð­ur rópt. Minkingin av hvíta sub­ stans­inum er knýtt at vikn­ andi fatanarevnum og líð­ andi menning av tung­lyndi. Feittsýrusamansetingin í heilahinnuni verður bein­ leið­is ávirkað av kostinum, og tí er uppmerksemi vent móti tí leikluti, sum feitt­ sýr­ur í kostinum hava fyri heil­an. Í hesum sambandi er ávíst, at omega-3-feitt­sýr­ ur­nar EPA og DHA, sum vit ser­liga fáa í fiski og fiska­olju, gagna okk­ara fat­an­ar­ligu heilsu og halda aftur menn­ ing­ini av de­mens. Hesar feitt­sýrur byrgja upp fyri, at so­nevndu blóðpláturnar klum­past saman, og tær virka eisini verjandi móti bruna. Gransking bendir á, at stór­ar nøgdir av fruktum, grøn­meti, fiski, fullkorni og oli­ven­olju gagna heilanum og eru mennandi fyri fat­an­ ar­ligu funktiónirnar, sam­ stund­is sum hesin kostur mink­ar um vandan hjá teim­ um eldru at menna tung­ lyndi. Neyvari kunning Dentur verður lagdur á, at B-vita­minir hava ein týðandi leik­lut í varðveitingini av heil­an­um, og gransking bend­ir eisini á eitt møguligt sam­band millum lágt tal av B-vita­minum og minkandi heila­vevnað. Meira kann lesast um sam­bandið millum góð føðslu­evni og heilan á www. helse.dk Kelda: www.helse.dk At gerast gamal, er ikki ein sjúka, og tað eru nógv eldri fólk, sum klára seg serstakliga væl. Talið av eldri fólki, sum hava viknandi fatanarlig evni, er tó nógv økt seinnu árini