Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74 Byggingin av nýggjum barna­ skúla í Fuglafirði gong­ur sum ætlað – Tá býráðið fyri Fuglafjarðar kommunu í fjør samtykti at byggja nýggjan barnaskúla, var samstundis sett hol á til­gongdina at fáa hetta út­ int í verki. Bygginevndin mælti til, at skipa arbeiðið í parta­lagi, sum hevur roynst væl í slíkum byggi­ngum aðrastaðni. Tað sigur Fuglafjarðar komm­una í tíðindaskrivi. Partalagssamstarvið snýr seg í høv­uðsheitinum um at tryggja at kommunan fær ein skúla til avtalaðan prís, til eina avtalaða góðsku, klárur at flyta inn til avtalaða tíð. Í desember í fjør var gjørd partalagsavtala mill­um part­ arnar, sum skulu byggja nýggja skúlan í Fugla­firði. Partalagsavtalan var und­ irskrivað millum Fugla­ fjarðar kommunu, Heildar­ verk og MAP Arkitektar, LBF og SMJ. Í tilgongdini at fyrireika bygg­ingina, var komið til tað niðurstøðu, at best var um skjøtil var settur á út­grevstr­ ar­ar­beiðið sum tað fyrsta, so hes­in partur ikki kom at seinka ar­beiðnum. Sáttmáli var gjørd­ur við Heildarverk um ar­beiðs­tøkuna og er ar­ beiðið um at verða liðugt. Ar­ beið­ið hevur gingið sera væl. Partalagið hevur hetta sein­asta hálva árið arbeitt av øllum alvi at útgreina verk­ætl­anina og hevur lagt ar­beiðið soleiðis tilrættis, at ar­beiðið skal ganga javnt og samt og ikki steðga upp. Sjálv­andi verður eisini alla tíð­ina mett um kostnað, hvørt hann er innan fyri karm­in, sum býráðiði hevur samtykt, ella ikki. Ljós­kast­ ar­in hevur verið varpaður á tey arbeiðir, sum koma beint eft­ir at útgravingin er liðug. Tal­an er um stuðlaveggir og be­tong­vegg­ir, sum er tað næsta a­r­beiðið sum fer í gongd. Tá vit koma út á heystið, er pro­jekt­er­ings­ar­ beiðið fyri samlaðu loysnina kom­ið so mikið áleiðis, at endaligur sáttmáli kann und­ ir­skrivast. Eftir ætlan verður takið lagt á høllina innan veturin byrjar. Skúlabygging í fuglafirði gongur sum ætlað Arbeiðið at grav út til nýggja barnaskúlan í Fuglafirði er um at vera liðugt