týsdagur 27. juni 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað eru heilt øðrvísi tíðir í kappróðrinum
hesa vikuna, enn tað nakrantíð hava verið
áður. FM kappróður var á jóansøku leygar
dagin. Í kvøld verður FM kappróðurin í Hós
vík, sum var útsettur á sundalagsstevnu, og
so verður FM kappróður í Fuglafirði leygar
dagin.
Tað verður gingið høgt upp í hvíld og upp
hiting – bæði likamliga og sinniliga – men ein
av teimum, sum hevur nógvar royndir bæði
sum rógvari og venjari, heldur ikki, at tað
fer at órógva avrikini í kvøld og leygardagin
nakað serligt, at tað nú er so stutt millum FM
kappróðrarnar.
Talan er um rógvarar, sum eru í heilt
góðari venjing. Tá ið tað er ein vika millum
FM róðrarnar, so plagar tað at vera soleiðis,
at venjingin sunnudag, mánadag og týsdag
er løtt venjing. Mikudag plagar at vera talan
um kapprógving innanhýsis í feløgunum, tá
ið heilt nógv verður lagt fyri, og so verður
hitað upp til kappróðurin leygardag. Í kvøld
verð ur kapprógvingin um stig, har tað
annars plagar at vera innanhýsis kapping í
feløg unum vanligu mikukvøldini. Burtursæð
frá at kappingin í kvøld verður ums stig, so
er lítil og eingin munur frá tí, sum tað plagar
at vera mikukvøldini, heldur Martin Venned.
Ein umróður
Tað er ongantíð áður komið fyri, at tað hevur
ver ið FM kappróður, tá ið allar bátastøddir
eitt yrkakvøld mitt í viku hava kappast um
stig.
Eitt undantak var fyri tjúgu árum síðani.
Tað var í 1997, og tað var eisini á sunda lags
stevnu. Talan var um kappingina millum
10mannaførini. Eftir kæru varð avgerð tikin
um, at tað skuldi vera umróður. Kappast var eitt
vanligt týskvøld í Kollafirði. Í fyrra róðrinum
vann Havnarbáturin. Í seinna róðrinum vann
Vestmenningur. Vest menn ingar vunnu eisini
á ólavsøku og vunnu harvið FM.
Eg róði við Kjøli tað árið, og eg minnist
einki til, at tað órógvaði nakað serligt, at vit
hetta eina yrkakvøldið kappaðust um FM
stig, sigur Martin Venned.
Møguleiki er fyri broytingum
Martin Venned er sera royndur rógvari og
venjari. Hann heldur, at tað er møguleiki fyri,
at onkrir vinnarar vera at síggja í kvøld, sum
ikki hava vunnið í teimum báðum fyrstu FM
kapp ingunum í ár.
Umstøðurnar
hava
nógv
at
siga.
Summar mann ingar trívast betri, tá ið lotið
er frískt, enn aðrar gera, og hjá summum
manningum riggar tað betri, tá ið lotið er
undan, og hjá øðrum riggar tað betri, tá ið
lotið er ímóti. Í Klaks vík var lotið undan, og
á jóansøku var lotið rættiliga frískt undan.
Tað verður sagt frá mest sum stilli í kvøld,
so tað kann vera, at hetta fer at ávirka
onkra kapping, har tað er tætt millum
bátarnar, sigur Martin Venned.
37 sigrar á rað
Merkisvert var tað á jóansøku, at báðar
kvinnumanningarnar
í
Fuglafirði,
sum
annars hava vunnið so ógvuliga nógv tey
sein nu árini, ikki vunnu. Sølmundur vann á
Rád na, og Jallurin vann á Erlu Kongsdóttir.
Serliga tær á Rádna hava vunnið nógv.
Onkrar hava verið við til at vinna 37 FM
kapp róðrar á rað – við Erlu Kongsdóttir og
síðani Rádna. Onkuntíð upprennur tann løt
an, tá ið tað ikki gongur longur. Soleiðis var
tað hjá Rádna leygardagin. 22 ferðir á rað
hava teir verið omaná, tá ið tær á Sølmundi
hava bjóðað av. Nú eydnaðist tað loksins hjá
Søl mundi at vinna. Tær rógva sera væl, og
ára lagið er heilt átókt tí hjá teimum á Rádna.
At tær hava verið tætt við og hava hildið fram
og verið treiskar bar nú úrslit við sær. Kanska
vóru tær svangari eftir at vinna enn tær, sum
hava vunnið so nógv. Tað var øgiliga tætt, og
tað verður spennandi at síggja, hvussu tað
fer at roynast í kvøld, nú umstøðurnar eftir
øll um at døma verða øðrvísi, enn tær hava
verið tvær tær undanfarnu ferðirnar, heldur
Martin Venned.
Sannførandi vinnarar
Klaksvíkingur hevur vunnið báðar kapp ing
ar nar, sum higartil í ár hava verið millum
10mannaførini:
Teir á Klaksvíkingi rógva sera væl. Eg
rokni við, at tað fer at verða tættari millum
frems tu bátarnar, enn tað hevur verið. Tað
verð ur torført hjá avbjóðarunum at taka
Klaks víking, men eg haldi ikki, at tað er
ómøgu ligt, tí tað vísir seg sum um, at teir
verða alt betri fyri, bæði umborð á Drekanum
Reyða og Orminum Langa.
8mannafarið Tofta Regin úr Vági tók á
jóan søku Argjabátin, sum var fremstur á
norð oya stevnu:
Talan var leygardagin um framgongd hjá
Tofta Regini sammett við á norðoyastevnu.
Teir róðu framúr væl. Tað verður torført hjá
Argja bátinum at svara aftur, men spurn ing
urin er, hvussu argjamenn reagera upp á tað,
at teir leygardagin vórðu settir upp á pláss.
Hvessingur vann kappingina millum
6mannafør við monnum á norðoyastevnu. Á
jóansøku vann Sundabáturin, sum var øgiliga
drúgv ur í endaspurtinum:
Teir á Sundabátinum vóru so nógv betri
fyri leygardagin, enn teir vóru á norð oya
stevnu. Avrikið hjá teimum var sera sann
førandi, og tað er stór avbjóðing hjá teimum
í Hvalvík og Streymnesi at svara aftur, nú tað
verður róð í Sundalagnum, heldur Martin
Venned.
KAPPRÓÐUR
SØGULIGUR KAPP RÓÐUR
VERÐUR Í KVØLD
Martin Venned, sum er venjari í Fuglafirði, heldur
ikki, at tað ávirkar fyritreytirnar stórvegis,
at tað nú er so stutt millum kappingarnar