Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FLAGGSKIPIÐ HJÁ NORÐOYINGUM AFTUR Í EUROPEISKUM FÓTBÓLTI KÍ leikarin, Hjalgrím Elttør, sum hevur verið partur av KÍ í bæði góðum og minni góðum tíðum, fegnast um at flaggskipið hjá norðoyingum nú aftur er partur av europeiskum fótbólti fyri fyrstu ferð síðani 2007 Upptakt til Europa League: André Olsen Stolta og traditiónsríka felagið úr Norð­oyggj­ um, KÍ, skal hóskvøldið spæla europeiskan fót­bólt fyri fyrstu ferð síðani 2007. Í 2007 var mótstøðuliðið svenskt og æt Hammarby. Hós­kvøldið verður mótstøðuliðið aftur svenskt og eitur AIK Stokholm. Síðani seinasta europeiska dystin í 2007, hev­ur KÍ mangan verið í tungum sjógvi. Bæði í 2007 og 2008 stríddist KÍ í niðaru hálvu av Effo-deildini, og í 2009 gekk so mikið illa, at stolta felagið úr Norðoyggjum fyri fyrstu ferð nakrantíð flutti niður úr bestu føroysku deild­ini. Síðani tá hevur spakuliga gingið rætta veg­in. Í 2010 byrjaði felagið av nýggjum í næst­bestu deildini, har fíggjarligu blussini vórðu skrúvaði nógv niður. Spælt var tá bert við lokalum leikarum, sum endaði við at KÍ eftir kappingarlok í 2010 aftur flutti upp í bestu føroysku deildini, eftir at teir endaðu numm­ar tvey í næstbestu deildini. Fyrstu árini eftir at KÍ var komið í bestu deildina aftur vóru brúkt til at stabilisera felag­ið í deildini aftur, og seinastu tvey árini er KÍ av álvara vorðið eitt oddalið aftur í føroyskum fótbólti. Í fjør endaði KÍ á øðrum pláss­ið í Effo-deildini, umframt at felagið vann Løgmanssteypið, og í ár liggur KÍ á ein­um deildum fyrsta plássið, nú farið er í summar­steðg. Fólkini hava saknað europeiska luttøku Ein av KÍ leikarunum sum hevur verið við mestsum allan vegin við KÍ er royndi leikarin, Hjalgrím Elttør. Hann greiðir frá, at tað hevur stóran týdning fyri KÍ, at man nú aftur er part­ur av oddinum í føroyskum fótbólti. Tað kennist væl aftur at vera partur av europeiskum fótbólti. Vit í KÍ hava verið uttan­fyri europeisku plássini seinastu 10 árini, og tað er als ikki nøktandi. Okkurt árið hevur verið tætt við, men í 2016 bragdaði endi­ liga aftur, har vit spældu okkum til luttøku í al­tjóða fótbólti. Tað hevur serliga nógv at siga fyri allar norðoyingar at KÍ nú aftur er part­ur av oddinum í føroyskum fótbólti, og í ár skal spæla europeiskan fótbólt aftur. Tað hava fólkini her norðuri saknað. Hjalgrím Elttør væntar at KÍ fer at fáa tveir truplar dystir ímóti svenska AIK Stock­holm, men hann sær ikki uppgávuna ómøg­u­liga. Í styrki minnir AIK Stokholm um donsk odda­lið. Eg vænti at uppgávan h ó s k v ø l d i ð verður trupul, men hon verður ikki ómøgu­lig. Vænt­andi fara teir at hava bóltin nógv, og royna at fáa eitt ella tvey mál heim við, so vit skulu ar­beiða hart við at standa ímóti og royna at taka av teimum m ø g u l e i k u n u m sum vit fáa. Vit skulu royna at fáa okk­um eitt gott út­gangs­støð­ið til seinnu upp­gerðina í Stok­ hólm. Í styrki er AIK á støðið við donsku feløg­ini, Brøndby og FC Midtjylland, sum eru eitt vet aftanfyri sterkasta norður­lendska lið­ ið, FC Keypmannahavn, sigur Hjalgrím Elttør. Hjá KÍ er talan um ein nærum full­mann­ aðan hóp hóskvøldið á Tórsvølli. Einasti leik­ ari, ið ikki er tøkur, er Sørmundur Kalsø, ið hevur verið darvaður av skaða seinasta mán­ aðan. Tað minnir nógv um í fjør hjá NSÍ Tað er ikki bara KÍ sum hóskvøldið skal spæla í Europa League. Eisini NSÍ og B36 skulu spæla, har tey ávikavist skulu í eldin í Hvítarusslandi og í Estlandi. Merkisvert hjá NSÍ er, at teir bæði í fjør og í ár trektu lið frá Hvítarusslandi. NSÍ venjarin, Anders Ger­ber, greiðir frá, at talan verður um trupla upp­gávu hjá NSÍ aftur í ár, har talan er um gott mótstøðulið. Tó metir hann tað sum ein fyri­mun, at NSÍ spældi í sama landið seinasta kapp­ingarár. Fyrst av øllum er talan um eitt ótrúliga gott mótstøðulið. Teir eru sterkir kropsliga og ógvuliga disciplinerir í teirra spælskipan, sum er 3-4-3. Teir hava fleiri landsliðsleikarar á lið­num, og hava vunnið fýra teir seinastu NSÍ venjarin, Anders Gerber, greiðir frá, at mótstøðuliðið í ár í styrki minnir nógv um mótstøðuliðið sum NSÍ hevði í fjør