Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74 FÓTBÓLTUR dystir­nar við einum málmuni á 7-0. So í styrki koma teir at minna nógv um mótstøðuliðið frá í fjør, Shaktyor Soligorsk, ið eisini vóru ógvu­liga sterkir. Men tað kann tó gott gerast ein fyrimunur hjá okkum, at vit í fjør spældu í sama landið ímóti einum líknandi liði, greið­ ir Anders Gerber frá. Anders Gerber heldur at tað hevur nógv at siga fyri felagið, at man fær eitt so gott úrslit sum gjørligt í fyrru uppgerðini, tá talan er um ein ógvuligan langan og dýran túr fyri felag­ið. Talan er um ein ógvuligan langan og dýran túr yvir til Minsk, og tí hevur tað nógv at siga fyri felagið, at man ger tað so gott sum møguligt í fyrru uppgerðini, so at man møguliga kundi leikt seg víðari. Fyri før­ oyskan fótbólt hevur eitt gott úrslit eisini nógv at siga, soleiðis at føroyskur fót­bóltur kann koma at standa sterkari á ranking­lista­ num í altjóða fótbólti, sigur Anders Gerber. NSÍ er farið yvir við mestsum full­mannað­ um hópi, har tað bert er Jann Ó. Ellingsgaard, ið er ikki við í NSÍ ferðalagnum. 18 leikarar eru úttiknir til Minsk, og tann einasti skaðin, ið vit hava, er Jann Ellings­ gaard, sum verður verandi heima og ven­ur. Hann kann kanska koma í spæl til sein­nu uppgerðina, men annars er talan um full­ mannaðan hóp, sigur Anders Gerber. B36 manglar nakrar leikarar Seinasta føroyska liðið sum skal spæla hós­ kvøldið, er B36, ið spælir í Estlandi móti Nomme Kalju. B36 ferðalagið fór mána­ morgun­in avstað til Estland, har hópurin hevur vant nakrar ferðir. B36 ferðalagið hevur góðar vónir til uppgerðina móti est­ lendska liðnum, men kemur at mangla nakr­ ar leikarar til fyrru uppgerðina í Estlandi. Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B36, greiðir frá, at nakrir leikarar ikki eru tøkir til fyrru upp­gerðina. Philipp Lund, Jógvan Skeel Nolsøe og Høgni Eysturoy eru ikki tøkir til dystin í Est­ landi, meðan Fróði Pætursson Rasmussen og Alex Mellemgaard eru við at koma fyri seg aftur, men enn ikki eru 100% tøkir. So tað er status uppá hópin, greiðir B36 venjarin, Jákup á Borg frá. Dystirnir hjá teimum føroysku liðunum verða allir leiktir á ymiskum tíðspunktum hós­kvøldið. NSÍ spælir fyrst, tá teirra dystur í Hvítarusslandi byrjar klokkan 16:30 føroyska tíð. Næst spælir B36, sum byrjar klokkan 18:30 føroyska tíð í Estlandi, meðan KÍ spælir seinast, tá teir á ovara vølli í Gundadali spæla klokkan 19:00 ímóti AIK Stokhólm. Hjalgrím Elttør greiðir frá, at fólk í norðoyggjum eru spent til hóskvøldið, tá KÍ fyri fyrstu ferð síðani 2007 spælir altjóða fótbólt Dystirnir: Dinamo Minsk – NSÍ 16:30 byrja klokkan føroyska tíð. Nomme Kalju – B36 18:30 byrja klokkan føroyska tíð. KÍ – AIK Stokhólm 19:00 byrja klokkan føroyska tíð.