týsdagur 27. juni 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góða úrslitið hjá Torkil Veyhe og
eisini sjeyndaplássið hjá Dávur
Magnussen gjørdu sítt til, at før
oysku menninir eisini fingu heið
ursmerkir í liðkappingini.
Liðkappingin verður roknað á
tann hátt, at tríggjar tær bestu ein
støku tíðirnar hjá ymisku londun
um verða lagdar saman, og her vísti
tað seg, at Føroyar við tíðunum hjá
Torkil Veyhe, Dávur Magnussen og
Jóhann Brend høvdu tryggjað sær
bronsuna.
Fimm føroyskir súkklarar vóru
við í einkultstartinum hjá monn
um, og teir fingu tí allir bronsuheið
ursmerki.
Teir fimm eru Jóhann Brend,
Gunnar Dahl-Olsen, Dávur Mag
nussen, Torkil Veyhe og Jan Hjalt
alin Olsen.
Tvær føroyskar kvinnur lut
tóku eisini í einkultstartinum.
Tað vóru tær báðar systrarnar úr
Vestmanna, Birita og Svanna Poul
sen, og teimum gekk eisini væl.
Birita gjørist nummar 17, meðan
Svanna gjørdist nummar 30.
Terji Nielsen
Visby, Gotland
Spenningurin var stórur millum
føroysku súkklararnar og nógv
onnur
eisini
mánamorgunin,
áðrenn farið var undir fyrstu
súkklukappingina
í
Gotlandi.
Stóri spenningurin var um verj
andi gullvinnaran, Torkil Veyhe, tí
umframt at metast sum favorittur
undan kappingini, so var spenn
ingur um, nær Torkil fór at koma
til Gotlands.
Fremsti
føroyski
súkklarin
hevði nevnliga súkkla um danska
meistaraheitið
sunnudagin,
og
tí bar ikki til hjá honum at koma
til Gotlands fyrr enn fyrrapartin
mánadagin, og so var bert at vóna,
at ongar seinkingar vóru í flúgving
ini til Gotlands.
Var púra róligur
Men tað var einki at stúra fyri,
tí Torkil Veyhe kom til Gotlands
í nóg góðari tíð til at taka lut í
einkultstartinum, og tá ið hann
sum tann seinasti fór uppá súkklu
na og legði út á tann um 37 kilo
metrar langa teinin, sást beinan
vegin at her var talan um ein ungan
mann, sum ikki ætlaði at lata gullið
frá sær.
Tí Torkil Veyhe koyrdi sum ein
dreymur, og so skjótt sum fyrstu
millumtíðirnar komu inn, var
greitt, at eingin kundi skala fremsta
føroyska súkklaran.
Og sum vera man var lagt
ómetaliga gott á hinum føroyskum
súkklarunum umframt mongum
øðrum føroyingum, sum høvdu
leitað sær út til súkklingina, tá ið
Torkil Veyhe fór um málstrikuna,
og gullið var tryggjað.
So greiður var sigurin hjá Torkil
Veyhe, at teinurin, ið teir súkkl
aðu ikki var meiri enn 37 kilo
metrar, so var gullvinnarin næst
an tveir minuttir framman fyri
næstfremsta súkklaran í kapp
ingini.
Fyrireikingarnar
ávirkaðu ikki
Tá ið vit fingu orðið á Torkil Veyhe,
beint eftir at hann var komin um
málstrikuna, var tað ein sjálvsagt
fegin gullvinnari, sum segði ikki
vera ávirkaðan av umstøðunum
fram móti kappingina.
Eg havi jú vitað leingi, at tað
fór at vera soleiðis, at eg ikki kom
til Gotlands fyrr enn beint undan
kappingini í dag, so eg var rættiliga
fyrireikaður uppá tað, og tí haldi
eg ikki, at tað ávirkaði nakað, segði
Torkil Veyhe.
Men er tað ikki øgiliga hart at
koyra ein slíka einkult start, tá ið
man dagin fyri hevur koyrt eina
kapping upp á umleið 230 kilo
metrar um danska meistaraheitið,
spurdu vit Torkil Veyhe.
Tað situr sjálvandi ræðuliga
nógv í beinunum, men man skal
líka í gongd, so er í lagi aftur. Tað
er næstan bara ein mentalur spurn
ingur, segði føroyski gullvinnarin.
Men
hevði
Torkil
Veyhe
allatíðina kensluna av, hvønn veg
tað bar, tá ið hann súklaði einkult
startin?
Eg koyrdi ein einkultstart hós
dagin, og tá koyrdi eg gott, so eg
royndi at leggja meg eftir tí. Tað er
altíð ringt at meta um, hvussu man
liggur fyri, tá ið man er úti á rutuni,
men eg føldi, at eg hevði góða ferð
á súkkluni, segði Torkil Veyhe, sum
segði seg vóna, at gullmerkið og
bronsan í liðkappingini ikki vóru
seinastu heiðursmerkini hjá hon
um í Gotlandi.
OYGGJALEIKIR 2017
Fingu bronsu í liðkappingini
TORKIL VANN Í STÓRUM STÍLI
Súkklarin Torkil Veyhe prógvaði mánadagin,
at hann er í einum flokki fyri seg, tá ið hann
vann gull í einkultstarti í sannførandi stíli
Høvuðsstuðul hjá føroysku
ítróttafólkunum í Gotlandi
#VINNAFYRIFØROYAR #FLÚGVAFYRIFØROYAR
Torkli Veyhe við gull- og bronsuheiðursmerkinum saman við the grand old man í
føroyskari súkkling, sum var við til at vinna bronsu í liðkappingini
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Føroysku menninir vunnu bronsu í liðkappingini á einkultstartinum
Mynd: Ísak Laksafoss