týsdagur 27. juni 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74
OYGGJALEIKIR 2017
Høvuðsstuðul hjá føroysku
ítróttafólkunum í Gotlandi
#VINNAFYRIFØROYAR #FLÚGVAFYRIFØROYAR
Terji Nielsen
Visby, Gotland
Fimleikahøllin í Save útjaðaranum
av
gotlendska
høvuðsstaðnum
Visby er karmur um fimleika
kappingarnar á oyggjaleikunum
í Gotlandi, og fimleikurin er ein
ítróttargrein, har føroyingar van
liga standa seg væl. Tí var tað ikki
óvæntað, at rættiliga nógvir føroy
ingar høvdu leitað sær út at stuðla
okkara fimleikarum, og stuðulin
mundi vera góður, tí føroysku fim
leikararnir gjørdu eitt ordans hál
fyrsta dagin.
Djóni vann fyrsta gullið
Kappingarnar
mánadagin
vóru
skipaðar á tann hátt, at talan var um
bundar kappingar. Tað vil siga, at allir
fimleikararnir skuldu gera tað sama
á ymsu amboðunum, og so vóru stig
givin eftir, hvussu avrikini vóru.
Fyrsti føroyingur at vinna gull á
Oyggjaleikunum var Djóni Sakaris
son, sum vann gull í lopi um hest.
Hetta var greitt beinanvegin, tí
Djóni fekk 10,0 fyri sítt lop, og tað
er tað mesta, ið man kann fáa, so
greitt var, at ongin kundi fáa meiri
enn hann. Tveir aðrir fimleikarar
fingu eisini 10,0, so tað vóru tríggir,
ið fingu gull í lopi um hest.
Ein
annar
føroyingur
fekk
einstaklingagull í fimleiki. Tað
var Aron Jacobsen, ið vann gull
í paralellari barr. Harumframt
fekk manslandsliðið eisini gull í
liðkappingini, so føroysku fim
leikararnir vunnu ikki færri enn
trý gull fyrsta dagin.
Men tað vóru ikki bara gull
heiðursmerkir, ið føroyingarnir fin
gu við sær mánadagin. Serliga vóru
tað mannligu fimleikararnir, ið
gjørdu um seg, og umframt tey trý
áðurnevndu
gullheiðursmerkini
vunnu føroysku menninir ikki
færri enn trý silvur og tvey bronsu
heiðursmerkir. Harumframt vunnu
føroysku kvinnurnar bronsu í lið
kappingini, so samlaða úrtøkan hjá
føroysku fimleikarunum fyrsta dag
var trý gull, trý silvur og trý bronsu.
FIMLEIKARARNIR GJØRDU EITT ORDANS HÁL
Mánadagin var fyrsti kappingardagurin hjá fimleikinum á Oyggjaleikunum,
og føroysku fimleikararnir gjørdu eitt ordans hál fyrsta dagin
Allir føroysku fimleikararnir eftir ein góðan dag mánadagin
Mynd: Annilisa Arge Klevang
Sakaris Zachariasen
ferðaðist allan
tann langa vegin
úr Norður-Noreg
at síggja sonin hjá
sær vinna gull á
Oyggjaleikunum
Terji Nielsen
Visby, Gotland
Millum mongu føroysku áskoðarar
nar í fimleikahøllini mánadagin var
Sakaris Zachariasen ella Sakaris í
Streymnesi, soleiðis sum nógv eisi
ni kenna hann. Sakaris býr til dag
ligt í Norður-Noreg, har hann er
útróðrarmaður, men nú var hann
komin til Gotlands at fylgja við í,
hvussu tað fór at ganga hjá soni
num, Djóna Sakarisson, ið er ein av
okkara fremstu fimleikarum.
Ferðaðist hálvtannað døgn
Tað er langur vegur úr Norður-
Noreg til Gotlands, og Sakaris hevði
ferðast í gott og væl hálvtannað
døgn fyri koma til Gotlands, tí hesa
tíðina av árinum er trupult at fáa
pláss á bæði flogførum og ferjum
innanlands í Noreg, men tað lukk
aðist honum at koma vegin fram.
Eg fekk passa tað so við fiskarí
num, at eg kundi sleppa avstað, tí eg
vildi síggja Djóna kappast, og eg eri
ógvuliga glaður um at vera her og
stuðla honum, segði Sakaris mána
dagin.
Og Sakaris Zachariasen fekk
eisini okkurt at fegnast um, tí longu
tíðliga mánamorgunin var greitt, at
sonurin Djóni sum fyrsti føroyska
ítróttarfólkið á leikunum hesaferð
hevði vunnið gull, og tað var ein ikki
sørt errin pápi, ið var vitni til tað.
Hetta var ótrúliga stuttligt. Bæði
hann og beiggin Ari hava eisini
spælt fótbólt sum yngri, men tá ið
teir fóru í holt við fimleikin, blivu
teir so bitnir av tí, at restin bleiv
lagt til síðis, og teir eru óførir, og eg
eri ómetaliga errin av teimum, segði
Sakaris Zachariasen.
Sakaris Zachariasen ferðaðist
allan tann langa vegin úr Norður-
Noreg at síggja sonin hjá sær
vinna gull á Oyggjaleikunum
Mynd: Ísak Laksafoss
Kom úr Norður-Noreg at síggja sonin vinna gull