týsdagur 27. juni 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
OYGGJALEIKIR 2017
Høvuðsstuðul hjá føroysku
ítróttafólkunum í Gotlandi
#VINNAFYRIFØROYAR #FLÚGVAFYRIFØROYAR
Terji Nielsen
Visby, Gotland
Mánadagurin var ein fantastiskur
fyri
føroysku
bogaskjúttarnar
á oyggjaleikunum í Gotlandi, tí
úrtøkan gjørdist ikki minni enn trý
gull og tvey bronsuheiðursmerkir
fyrsta dagin.
Anja og Oddmar vunnu gull
Í kappingini í compound var tað
Anja Eydnudóttir, sum vann gull
við einum greiðum sigri á Gen
Witham úr Gurnsey, ið fór avstað
við silvurinum. Anja var ikki
færri enn 22 stig framman fyri
næstfremsta skjúttan.
Eftir kappingina segði Anja
Eydnudóttur, at hon ikki hevði
gjørt so nógv annað enn at roynt
at gera sítt besta og so bara síggja,
hvussu langt tað bar.
Man ger bara sítt besta, og so
fáa vit at síggja. Umstøðurnar at
skjóta her eru góðar, men tað var
rættiliga nógvur vindur, og tað má
man so taka hædd fyri, segði Anja
Eyndudóttir eftir lokna kapping.
Umframt
gullið
í
einstaklingakappingini kundi Anja
Eydnudóttir somuleiðis fegnast
um, at hon eisini hevði vunnið gull
í liðkappingini í compound.
Tað er ótrúliga deiligt eisini at
vinna gull fyri lið, so eg eri ordiliga
væl nøgd við dagin í dag, segði
Anja Eydnudóttir eftir kappingina
mánadagin.
Umframt
Anju
Eydnudóttir
luttók
Jastrid
Jensen
eisini
í compound, og hon gjørdist
samanlagt nummar 12 í kappingini.
Tey
fimm,
sum
mannaðu
føroyska liðið, ið vann gull í
liðkappingini í compound, eru
Anja Eydnudóttir, Albert Elias Dam,
Nikkel Petersen, Jógvan Niclasen
og Jóannes Poulsen.
Avrikini
hjá
monnunum
í
compound kappingini vóru so
mikið góð, at tað eisini rakk til
heiðursmerki. Absalon Hansen, ið
bar føroyska Merkið til setanina
leygarkvøldið, gjørdist nummar trý
hjá monnunum og vann bronsuna,
meðan Nikkel Petersen gjørdist
nummar fýra og Albert Dam
nummar fimm, so teir blandaðu seg
allir í oddastríðið.
Oddmar vann eisini
sannførandi
Meðan Anja Eydnudóttir vann gull
í compound, so var tað í recurve,
at Oddmar Nielsen tryggjaði sær
gullið, og eins og hjá Anju var talan
um eina ógvuliga sannførandi
sigur.
Oddmar Nielsen vann recurve-
kappingina við 826 stig, meðan
nummar tvey, sum var Jason La
Page úr Guernsey, hevði 802 stig.
Eftir kappingina segði Oddmar
Nielsen, at hann ikki hevði væntað,
at hann fór avstað við gullinum,
men at hann sjálvsagt hevði vónað
tað.
Eg havi vant miðvíst, men
eg leggi væl til merkis undir
kappingini her, at skjúttarnir frá
hinum londunum eru meiri vanir
við at skjóta úti enn eg, og at teir
eisini luttaka í fleiri kappingum
enn vit gera í Føroyum, men eg
vann so framvegis gullið, so eg eri
glaður, segði Oddmar Nielsen.
TRÝ GULL FYRSTA DAGIN
Fyrsti dagurin hjá bogaskjúttunum í Gotlandi
kastaði ikki færri enn trý gull av sær
Føroysku gullvinnararnir, Anja Eydnudóttur og Oddmar Nielsen, eftir lokna kapping mánadagin
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Eins og á Jersey
í 2015 so fekk
Marna Egholm
silvur á 10.000
metra teininum í
renning í Gotlandi
Terji Nielsen
Visby, Gotland
Stórur spenningur var millum
føroysku áskoðararnar við Guta
vallen í Visby, har kappingar
nar í frælsum ítrótti fara fram á
oyggjaleikunum, tá ið Marna Eg
holm skuldi kappast á 10.000 metra
teininum mánakvøldið.
Á leikunum á Jersey fyri tveim
um árum síðani fekk Marna Eg
holm silvur, og undan kappingini
mánakvøldið var væntandi, at
sterkasti føroyski rennarin eisini
fór at fáa heiðursmerki í ár.
Bleiv yvirhálvað í evstu løtu
Fyrstu umførini fylgdust fleiri av
rennarunum, men tað gekk ikki
so long tíð, so gjørdist tað greitt, at
kappingin um gullið fór at standa
millum júst Marnu Egholm og so
Louise Perrio av Guernsey.
Seinastu fimm kilometrarnar
ella so var tað Marna, sum lá beint
framman fyri rennaran av Guern
sey, men hóast Marna fleiri ferðir
royndi at fara frá hinari, so bleiv
Louise Perrio við at hanga í før
oyska rennaranum.
Og tá ið komið var inn á seinastu
50 metrarnar, setti Perrio spurtin
inn, og tá hevði hon meiri ferð í
beinunum enn Marna Egholm,
sum sostatt bleiv yvirhálvað í evstu
løtu og mátti taka til takkar við
silvurinum.
Tað var týðiligt, at Marna
Egholm als ikki var nøgd við
silvurið, tí hon vildi als ikki tosa
við nakað umboð fyri føroysku
miðlarnar eftir kappingina.
Hetta er fimtu ferð í oyggja
leikasøguni, at Føroyar fáa silvur
á 10.000 metra teininum hjá
kvinnum.
Marna fekk silvur
Her er Marna Egholm framman fyri Louise Perrio av Guernsey, men tá ið
tær fóru um málstrikuna hevði rennarin av Guernsey yvirhálað Marnu.
Mynd: Frælsur Ìtróttur Føroya