Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74 OYGGJALEIKIR 2017 Høvuðsstuðul hjá føroysku ítróttafólkunum í Gotlandi #VINNAFYRIFØROYAR #FLÚGVAFYRIFØROYAR Føroyska landsliðið í badminton endaði nummar fýra í liðkappingini Terji Nielsen Visby, Gotland Fyrrapartin mánadagin tapti før­ oyska badmintonlandsliðið 1-3 ímóti Guernsey í hálvfinaluni í lið­kapp­ingini.  Seinnapartin spældu før­oysku badmintonspælararnir bronsu­ dyst ímóti Isle of Man, og endaði tað eisini við einum 1-3 tapi í hes­ um dystinum.  Bartal Poulsen tapti 1-2 (13-21, 21-15 og 15-21) ímóti Adam Colley. Rann­vá Carlsson tapti 1-2 ímóti Jessicu Li við settmuninum 19-21, 21-19 og 10-21.  Sólfríð Hjørleifsdóttir og Gunn­ vá Jacobsen taptu 0-2 (12-21 og 16-21) ímóti Kimberley Clague og Jessicu Li í tvímansleikinum hjá kvinn­um. Niklas Eysturoy og Bartal Poul­ sen stóðu fyri tí góða avrikinum. Teir vunnu 2-0 (21-10 og 21-12) á Neil Harding og Adam Colley.  So ikki ein góður dagur fyri føroysku badmintonspælararnar í dag, sum vunnu silvur á Jersey fyri tveimum árum síðani, men nú koma einstaklingakappingarnar, og so er at vóna, at heiðursmerkini koma til høldar.  Terji Nielsen Visby, Gotland Svimjikappingin á Oyggjaleikunum byrjaði mánadagin, og fyrstu final­ ur­nar vóru á skránni mánakvøldið. Og ivaleyst mundi áskoðararnir í full­setta Solbergabadet blíva eitt sind­ur troyttir av at hoyra ”Tú Alfagra Land Mítt”, tí føroysku svimjar­arnir stóðu seg so mikið væl, at Føroyar vunnu gull í fýra teim­um fyrstu kappingunum. Jana gjørdi tað óvæntaða Tað vóru Óli Mortensen, sum vann gull á ávikavíst 1.500 metrum frí og 200 metrar firvald, og so Sára Ny­ sted, ið vann gull á 400 metrum bland­að, ið vunnu fyrstu trý gull­ heiðursmerkini, meðan fjórða gullmerkið var eitt sindur meiri óvæntað. Tað var Jana Bjartalíð Thom­sen, sum rættiliga óvæntað gull í kapp­ ingini í 100 metra fir­valda­svimj­ing. Jana lá heilt úti á uttastu geil, men hon spílaði seg veruliga út og vann gullið, meðan Vár Eidesgaard í somu kapping gjørdist nummar fýra. Yvirhøvur var talan um ein fram­úr góðan dag hjá føroysku svimjar­unum, sum tilsamans vun­ nu heili 11 heiðursmerkir fyrsta dag­in. Eitt annað, sum føroysku svimjar­arnr eisini kunnu fegnast um, er, at allir svimjararnir á før­ oyska landsliðnum vunnu heiðurs­ merk­ið fyrsta kvøldið. Endaðu nummar fýra í badminton Óli Mortensen vann tvey gull fyrsta kvøldið á oyggjaleikunum í Gotlandi Mynd: Ísak Laksafoss FÝRA GULL Í FYRSTU FÝRA KAPPINGUNUM Føroysku svimjararnir løgdu hart út í svimjikappingini í Gotlandi, tí fýra fyrstu finalurnar mánakvøldið endaðu allar við føroyskum gulli