týsdagur 27. juni 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN JUNI 2017
4
YNSKTU BÚSKAPARVIN
OG INNILIGT BRÚDLEYP
AVGERÐIN UM AT GIFTAST:
Jannet: Vit høvdu verið saman í nøkur ár, og eg hevði
nokk “hintað” væl og virðiliga til, at eg møguliga ynskti
mær ein ring. Vit høvdu tosað um at taka ring uppá og
um at velja okkurt festligt dato, so tá ið 12. desembur
2012 nærkaðist hugsaði eg, man tað fara at vera nú?
Og jú so bleiv, hann hevði fingið dóttrina við uppí leikin.
Hon hevði gjørt eina pappírsbukett og eitt pappírsslør
til mín, og hon tók eisini nakrar myndir, tá ið David fór
á knæ. Eg var upp á vegin við soninum hjá okkum tá og
øgiliga illa fyri, so tað var einki hóvasták. Hann fór á
knæ frammanfyri mær í stovuni hjá okkum. Vit flentu,
og dótturin fjasaði eitt sindur. Tað var ein fitt løta.
David’sa versión: Ja Jannet hintaði nógv (hon vildi so
gjarna hava meg til mann, men eg skilti ikki hví). Men eg
eri ikki so romantiskur, so eg visti simpulten ikki, hvussu
eg skuldi gera. Men 12-12-12 nærkaðist, so eg mátti
bara bukka beinið, og so taka tað, sum tað kom. Eir mátti
sjálvandi eisini sleppa at vera við, tí hon var so spent og
helt eisini, at Jannet hevði uppiborið at fáa ein ring. Hon
plagdi at spyrja meg javnan um, nær eg og Jannet fóru
at giftast, og sum eg eri, so svaraði eg bara okkurt býtt
aftur, og so fingu vit bara eitt flenn burturúr tí.
UM BRÚDLEYPIÐ:
Vit hava haft góða tíð at tosa um, hvussu dagurin
hjá okkum skuldi vera, tá hann so einaferð kom. Vit
hava altíð vita, hvat fyri dato vit ynsktu at blíva gift,
men árstalið vistu vit ikki. So vit avgjørdu satt at siga
1-2 mánaðir, áðrenn vit giftust, at nú skuldi tað vera.
Men av tí, at vit hava haft góða tíð at tosa aftur og
fram ígjøgnum árini, so vistu við nøkunlunda, hvat og
hvussu, og vóru rímiliga einig í, hvussu dagurin skuldi
vera. Aftaná tað, var tað bara alt tað praktiska eftir.
At spyrja um høli og døgurða og køkur o.s.fr. Men tað
var ongantíð nakað stress ella press, tað haldi eg ikki.
Vit fingu góða hjálp frá familjuni, sum bakaðu køkur
fyri okkum og hjálptu at seta upp og gera klárt og
eisini at rudda av, tá síðstu gestirnir fóru avstað. Tað
einasta, sum kom óvart á meg, var, at eg ikki skuldi
heim saman við børnunum í endanum av kvøldinum,
tí mamma mín hevði bestilt okkum svitu á Hotel
Runavík til brúðarnáttina, so tað var ikki nakað keðiligt
“yvirraskilsi”.
Vit vóru vígd av borgarstjóranum Sonni á Horni í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað avgjørdi David, eftir
sum hann er frá Fuglafirði, og eg helt eisini, at tað var
eitt gott hugskot.
Vit fóru til Mentanarhúsið kvøldi fyri og settu nakrar
stólar upp og nøkur stearinljós. Vit ynsktu bæði, at tað
skuldi vera lítið og hugnaligt. Bara okkara nærmastu
og vit. Og so bleiv eisini, men kortini so hátíðarligt.
Abbi mín leiddi meg fram til David. Tá hurðarnar fóru
upp, fóru øll at gráta. Tað gekk ikki upp fyri mær fyrren
aftaná, at eg ikki hevði fortalt nøkrum, at abbi mín fór
at fylgja mær. Tað einasta, eg hugsaði, var, “tú hevur
akkurát sitið hjá frisør og blivin smurd í fleiri tímar…
IKKI GRÀTA” hahaha.. Men tá eg sá, at David eisini var
so rørdur, tá var ringt at halda aftur. Tað var ein stór
løta.
Aftaná vígsluna fóru vit vestur Innandals at taka myndir
á einari flottari brúgv, sum er har. David fortaldi mær
um hana, og eg helt, at tað ljóðaði perfekt, og tað var
tað.
Vit bjóðaðu foreldrum, systkjum, ommum og abbum til
døgurða á Hotel Runavík.
Aftaná døgurðan høvdu vit boðið restina av familjuni,
vinum og kenningum til suppu og dessertborð í
Eldrafelagnum Nón í Runavík. Har høvdu vit borðreitt
í litunum lilla, silvur og hvítt. Dessertborði høvdu vit
bílagt frá Vestmanna, Køku-Design v/Ildiko Johanesen.
Tey komu til Runavíkar og settu alt upp fyri okkum, tað
var perfekt. Brúðarkøkuna høvdu vit bílagt frá Jórun
Joensen í Havn.
Tað var hugnaligt, inniligt og romantiskt. Akkurát, sum
vit ynkstu okkum. Hvørgan okkara tímdu eitt langt
borðhald, tað traditionella við sang og spæl, har ein
situr í fleiri tímar. Vit hugsaðu eisini um børnini, og at
tað ikki skuldi vera so tungt, strævið og leingi. Okkara
yngsta var bara 5 mánaðir, og eg mátti jú eisini kunna
sníkja meg vekk fyri at geva henni av og á, uttan at
skula missa nakað av “borðhaldinum”.
So vit hugsaðu, at alt mátti eisini vera praktiskt. Tí hildu
vit, at Eldrafelagði Nón var tað perfekta staðið. Har
kundu børnini og tey ungu fara uppá loftið at seta seg,
tá tey vóru troytt av at sita við borðið.
Orsøkin til at vit valdu júst hetta slag av brúdleypi, var
tann, at vit vóru einig í, at tað ikki skuldi vera nakað
“uppblást” og stórt, tí tað var eingin grund at sita í
stórari skuld eftir einum degi, sum David segði so væl.
Men tað var eg eisini so rørandi einig í.
So vit valdu at gera tað heila so búskaparvinarligt og
praktiskt sum møguligt, men kortini høvdu vit alt, sum
vit ynsktu okkum. Einki manglaði. Dagurin var meir, enn
vit høvdu ímyndað okkum.
Brúðarferðina hava vit til góðar. Av tí at børnini enn eru
so smá, hava vit valt at bíða, men so er eisini møguligt
at spara upp til eina lekkra ferð einaferð, og tað gleða
vit okkum til.