týsdagur 27. juni 2017síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN JUNI 2017
ARLIGT
NØVN: Jannet Mikkelsen & David Andreasen
STUTT LÝSING UM BRÚÐARPARIÐ:
Jannet er heimaarbeiðandi.
David starvast sum maskinsmiður og ser-
montørur hjá Petur Larsen
Vit hava 3 deilig børn, Eir 10 ár, Owin 3 ár og
Unni, sum er 9 mánaðir.
Vit keyptu okkum hús á Kambsdali í 2014 og
her trívast vit væl.
BRÚDLEYPSDAGUR: 23.11.2016
VÍGSLAN: Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
VEITSLAN: Eldrafelagið Nón í Runavík.
GESTIR TIL VEITSLUNA: ca. 150.
BRÚÐARKJÓLIN: Bílagdur frá aliexpress
KLÆDNINGURIN HJÁ DAVID:
Læntur frá familju
KLÆÐINI HJÁ BØRNUNUM:
Brúðargentukjólar frá aliexpress og klæðini
hjá soninum frá Sannu í Runavík.
HÁR OG MAKEUP: Evoke í Klaksvík, Mia V.
Staksá pyntaði meg.
PYNT:
Blómur og pynt lántu vit frá Orkis og okkurt
frá familju.
Brúðarbukettin var frá einari vinkonu, Durita
Petersdóttir Alberg, sum er ein sera dugnalig
blómubindari.
RINGARNIR:
Ringarnir bíløgdu vit á alnótini, teir blivu
sergjørdir akkurát soleiðis, sum vit høvdu
ynskt okkum, og var eisini dýrasti posturin
hjá okkum.
FÍGGJARÆTLAN: Uml. 40.000 kr.
MYNDIR: E.P. Petersen Photography
FRÁ HEIMASÍÐUNI
BRUDLEYP.FO
Eg hevði í øllum førum ikki gjørt nakað øðrvísi. Tá
kvøldið var liðugt, sótu vit bæði við einari sera góðari
kenslu av, at alt var bara perfekt. Vit vóru so glað og
vælnøgd, og høvdu einki havt ímóti at gjørt alt umaftur
fleiri ferð.
GÓÐ RÁÐ TIL KOMANDI
BRÚÐARPØR:
Jannet: Tosið saman, so tit púrasta eru á somu síðu
um, hvussu tit ynskja dagin at síggja út.
Mín “obsession” við at gera listar reddaði okkum, haldi
eg. Eg hevði gjørt ein lista yvir allan dagin, av øllum,
sum vit skuldu brúka og minnast til - Tað var ein langur
listi. Men tað gjørdi, at tað var skil á ØLLUM. Vit fingu
alt uppá pláss áðrenn stóra dagin, og tí var einki stríð
ella strongd. Vit skuldu mestsum bara møta upp og
hava ein hugnaligan dag saman.
Fáið eisini gott fólk, sum tit kunna stóla uppá, at
hjálpa tykkum. Tað hevur alt at siga, at ein trygt kann
lata nakrar postar í hendurnar á øðrum.
David: Ger bara, sum konan sigur. ;)