týsdagur 27. juni 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN JUNI 2017
6
So situr mann her, sum ein zombie vikuna áðrenn brúdleypið. Fekk eitt bræv
frá Landssjúkrahúsinum í síðstu viku, at eg skuldi til tað sokallaða “keglesnit”
mánamorgunin 19. juni, sum skuldi vera dagurin, har vit skuldu royndarseta hár
og leggja makeup. Jeps, barasta so typiskt, og “timingin” er bara skræpa. Men
sum elsti sonur mín plagar at siga, og sum eg havi sagt fleiri ferðir í seinastuni:
“Such is life”!
Og hetta kann hervið vera ein áheitan til allar kvinnur um at fara til regluligu
innkallingarnar til screening fyri lívmóðurhálskrabba - tí tað er ikki altíð bert
nábúgvin, ið kemur út fyri tílíkum.
Men “on the bright side”, so prøvaði eg brúðarkjólan aftur í síðstu viku, og
hann var ikki ov lítil…fjúúússs, tí eg var rættiliga nervøs fyri, at eg ikki passaði
hann. Eg havi vant nógv, og havi gingið ræææðuliga svang ræææðuliga leingi…
stakkals Jan. ”You’re not you when you’re hungry”, ikki sannheit?!
Eg visti og føldi, at eg havi tapt meg nøkur kilo og nakrar sentimetrar, men fyri
tað var einki garanti fyri, at kjólin sat perfekt kortini. Mann er so óluksáliga
sjálvkritiskur altíð! Man er altíð ringast við seg sjálvan. Tí eg sá bara armarnar,
sum vóru ov stórir, og ryggin, sum er fullur av móðurmerkjum og sindur
slaskutur. Men tað sóu systrarnar slett ikki. So tað man vera á einari góðari leið.
:)
Faktist, so fekk eg gjøgnumført nokk so nógv í síðstu viku. Eg fann klæðir til
børnini, í øllum førum til onkrum av teimum. Okkurt manglar enn, sum skal
koma ta vikuna brúdleypið er, og “with my luck so far”, skal nokk okkurt lort
koma afturat. Men eg fekk í øllum førum leigað mær vasar til blómurnar, sum
eg skal hava standandi á borðunum, keypti dúkar, borðleypara, serviettar,
hevði tí “obligatorisku” samrøðuna við prestin, sum mann skal hava, áðrenn
brúdleypið, og sum faktiskt var óvæntandi gevandi og stuttligt, um mann kann
siga tað soleiðis.
So alt í alt vil eg siga, at tann 3 vikan uppundir brúdleypið hevur verið tann
mest effektiva. Alt borðpyntið bleiv broytt, tí eg fann ikki tað, eg vildi hava,
men ein má altso laga seg eftir tí, sum er at fáa fatur á. Again: “such is life”. ;)
Krukkurnar, sum eg havi samlað, eru eisini pyntaðar, og myndirnar, sum eg skal
brúka, eru farnar á ein geyma og til svigermor, sum skal printa tær út og skera
tær til. Hon ornar eisini sangheftini og ger eskjur, sum karamellur skulu í til at
hava afturvið kaffi. Eg fekk eisini pappír frá henni, sum eg havi brúkt til at pynta
krukkurnar, og hevur hjálpt so óluksáliga nógv við øllum…hon er amazing! :*
Mann rennur seg í so skít etandi fult av trupulleikum, og mann má altso bara “go
with the flow”, tí um eg skal ganga og vera stúrin um alt, so fungeri eg slett ikki.
Húsið sær aftur út sum eitt r-hol, sjálvt um mamma hevur verið her og skimmað
alt, men eg má bara skíta á tað. Eg fekk nú hasa skurðviðgerðina, so eg skal
slappa av og sita sum ein ónytta ímillum alt óruddið. Og um eg ikki hevði fingið
skurðviðgerina, hevði eg verið til arbeiðis og ikki havt tíð at ruddað kortini, so
fuck it! Vit orna tað aftaná brúdleypið. :D
Eg havi faktiskt eisini verið til tvey polterabend í hesum mánaðinum og ein
rundtúr við Norrønu við arbeiðsplássinum, so har eru trý vikuskifti farin, har einki
bleiv gjørt. :p Og eg haldi, at 24 tímar í einum døgni er nóóóóógv for lítið!! Líka
við, at mann ikki hevur tíð at fara undir brús! :p
Ná, men nú eru bert 9 dagar eftir til brúdleypið, og eg vóni eg bara, at alt gongur
upp. Eg ivist onga løtu í, at vit fara at renna okkum í onkrar festligar trupulleikar,
men eg eri so væl brýnd, “so bring it on”. ;)
Brúdleyps
FYRIREIKING