týsdagur 27. juni 2017síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN JUNI 2017
14
DIY
BIRITA BLACK ER ÚR KLAKSVÍK, HAR HON BÝR SAMAN VIÐ
SÍNUM LÍVSKÆRLEIKA, ODDURI OG BØRNUNUM, ARCHIA
OG VITALIU. BIRITU HEVUR ALTÍÐ DÁMAÐ SERA VÆL AT
TAKAST VIÐ TAD KREATIVA, AT LATA HUGFLOGIÐ REIKA OG
SKAPA, OG HEVUR FYRR VERIÐ VIÐ Í FLEIRI KREATIVUM VERKÆTLANUM.
H
esa ferð
havi
eg valt
at gera ein
urtapotta
haldara, eina
uppslagstalvu
og eina lampu.
Alt verður gjørt
á sama hátt, sum
rammur. Urtapottahaldarin 85 cm x 28,3
cm, og listarnir eru 2,7 cm í tjykd.
1. Fyrst skal træið pussast lættliga og
síðani málast, um tú ynskir tad. Eg
brúkti akrylmáling, tí tað tornar so
dejliga skjótt og er fínt, tá tað er til
innibrúk.
2. Síðani verða trælistarnir sagaðir til.
Skjúlarin, eg valdi mær, er ø25 cm og
kanturin er 1cm. Opið mátti tí verða
23cm. Stykkini eru tí: a) 80 cm x4 b)
28cm x4 c) 22,8cm x4.
3. Listarnir, sum eru 80 cm og 28 cm
verða skrúðaðir saman, soleiðis at tað
nú eru 2 rammur. (Sí mynd) Koyr eitt
lítið sindur av trælími á endarnar, sum
skulu skrúðast saman. Skrúða sídani
styttri listarnar fastar fyri endarnar á
longru listunum. (Sí mynd)
4. Síðani verða millumstykkini (22,8
cm) skrúðað ímillum hesar tvær
rammurnar. (Sí mynd)
5. Koyr eitt sindur av trælími ímillum, har
stykkini koma saman (Sí mynd)
6. Mála so endarnar, har sagað varð, og
set skrúðuhettur á skrúðurnar. (Sí
mynd)
7. Lat urtapottahaldaran standa, ímeðan
límið tornar.
Uppslagstalvan og lampan verða
gjørdar á sama hátt sum rammurnar á
urtapottahaldaranum.
Uppslagstalvan er 166 cm x 40 cm.
16 ringar verða skrúðaðir fastir, 8 á
hvørjum enda (Sí mynd) og síðani verður
30 metrar langt elastikk drigið ígjøgnum
ringarnar. Týdningarmikið at stramma
elastikkið mest møguligt.
Lampan er 32 cm x 24 cm. Eitt hol
verður borað niður ígjøgnum miðjuna á
ovasta listanum, og leidningurin drigin
ígjøgnum. Fyri at halda rammuni upp á
pláss, verður eitt strips spent um, har
ramman skal koma niður á, og endin
kliptur av. (Sí mynd)
Tilfar:
Trælistar, trælím, skrúður (3,5 x 50/35
mm) Skrúðuhettur, pussupappír, máling,
málingarullu, skjúlara 25 cm við kanti
+ plantu, krókar (ringar), elastikk, 30 m
fatning vid leidningi + peru, strips.
URTAPOTTAHALDARI
UPPSLAGSTALVA & LAMPA
Henda síðan er fíggjað av