týsdagur 27. juni 2017síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN JUNI 2017
TIPP HOL
VIÐ
SPARTLI
Tú kanst mála ein vegg, men hann verður ongantíð
vakrari enn tann flatan, sum er undir. Á sama hátt
sum tú/eg/summi/nógv reinsa sær húðina, áðrenn
fyrsta lagið av foundation, so skal ein veggur
reinsast og skavast reinur, áðrenn tú málar hann –
annars verður málingin ójøvn og flykrar av… sum
foundation á órøktari húð.
Furur í vegginum, hol eftir skrúvum og annað, kann
fáast burtur, ella minkast við spartli. Tú kanst
velja at spartla allan veggin, ella bara nøkur fá hol.
Oftast er bert neyðugt at tippa nøkur hol.
1. Skava alt leyst tilfar av, áðrenn tú byrjar at
spartla. Skalt tú tippa hol eftir skrúvum, so
kanst tú við spartlinum skava og skera holið
til, soleiðis at einki stendur út frá vegginum.
Eg plagi eisini at pussa tað leystliga, soleiðis at
tað verður javnt við restina av vegginum.
2. Turka eftir vegginum. Er veggurin støvuttur, so
heftir spartlið ikki so væl við.
3. Sproyta spartl í holið (Skalt tú tippa stórar
furur, smyrt tú spartl á við einum stórum spartli
– onkuntíð er neyðugt at spartla allan veggin).
Slatta spartlið væl við einum spartli (ein spartil
er eitt amboð at spartla við… um tú bert
tippur smá hol, kanst tú eisini brúka ein knív…
ella bara ein vátan klút at turka restina av
spartlinum av við. Men um tú skalt spartla allan
veggin, er best at brúka ein breiðan spartil)…
Slættari og javnari tú smyrt spartlið nú, lættari
verður pussiarbeiðið aftaná.
4. Ger tær ein temunn ímeðan spartlið tornar. Um
tú hevur keypt skjótt turkandi spartl, so nært
tú ikki at drekka temunnin, áðrenn spartlið er
turt… ert tú ordiliga spent til næsta stig, ja, so
letur tú temunnin standa… Spartlið tolir annars
væl at bíða, ímeðan tú drekkur te, so gev tær
bara tíð.
5. Tá ið spartlið er tornað – ella temunnurin
er drukkin – pussar tú spartlið heilt
javnt (sandpappír er altíð gott at eiga í
amboðsskápinum – eitt fínt og eitt grovt, tað er
nokk).
6. Eru enn onkur lítil hol, so endurtekur tú aftur
frá punkt 2.
7. Turka eftir flatuni, soleiðis at alt støvið fer av,
og koyr síðani grundara á. Grundarin ger at
spartlið ikki sæst ígjøgnum málingina.
8. Mála veggin. Liðugt.
Eg havi ein vinmann, sum
kvepptist við, tá ið eg
fortaldi um hugskotið til
‘handy-woman’ greinarnar.
‘Altso skulu kvinnur ikki
vera kvinnur’?…
Jú, kvinnur kunnu saktans
vera kvinnur (hvat enn
nú tað er?)… ja, eg haldi
egentliga, at kvinnur kunnu
vera júst tað, tær hava
hug til at vera. Eg kann
viðmerkja, at eg merki eingi
brot á mína elskaðu og
elskuligu kvinnuligheit, so
hvørt sum eg gerist meira
handy.
Eg keypi oftast spartl á eini tubu (ok,
nú ljóðar tað, sum um eg keypi spartl
í heilum… men tú veit, tá ið tú fyrst
fert í gongd, ja, so fært tú knapliga
eitt ‘spartl-forbrúk’). Tað er lætt at
brúka, gott at tippa hol eftir skrúvum
og tornar ógvuliga skjótt. Um tú skalt
spartla ein størri part av vegginum, er
betur at keypa spartl í spann. Spartl,
spartl, spartl. Eitt stuttligt orð.
Eg elski mína skrúvu
maskinu, og eg brúki hana
fleiri ferðir um vikuna (tá
er gott at duga at spartla
eftir øll holini eg skrúvi
í veggin). Flyta hasa
myndina. Seta ein nýggjan
knaka upp her. Eina nýggja
hyll har. Einki problem.
MEN, í kjallaranum eru
betongveggir, og tá fari eg
heilt í svart… hvussu skrúvi
eg í ein betongvegg? Hetta
droymi eg um at læra meg.
Kanska verður tað til næsta
HON?
UM AT VERA EIN
HANDY-WOMAN
AT KEYPA SPARTL
MÍNIR HANDY-
WOMAN DREYMAR