týsdagur 27. juni 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN JUNI 2017
12
Handy-
woman
t
TJÓÐHILD PATURSSON
Áh nei! Nú eri eg aftur ov sein við hasi greinini til HON, eg má
heldur fari í gongd við at skriva… men fyrst má eg líííka mála
hendan veggin, taka gólvið av í kamarinum, og kanska
líka flyta hasar hyllarnar, og byggja ein kassa til allar
barnatroyggjurnar… ja, lat meg byrja við tí, bara líííka.
Meðan eg standi og skrúvi gomlu garderobuna niður
og tveiti alt tað gamla slitna tilfarið út gjøgnum
vindeyga á øðru hædd hugsi eg: árgh, hví havi
eg lovað meg til at skriva hasar Handy Woman
greinirnar… eg eri einki handy og áni ikki hvat
eg skal skriva… Eg fari at flenna. Hov! Tað er
løgið sum tað at vera handy kennist nattúrligt,
tá ið tú gert okkurt fyri aðru (ella tríðu ella
fimtu ferð) - tað er bara fyrstuferð sum
er trupult og óyvirskoðiligt. So far bara í
gongd, tí áðrenn tú veist av, so eru tú og
skúvumaskinan bestu vinir.
Tað er løgið sum okkurt ljóðar
óyvirskoðiligt, so skjótt tað eitur
‘spartla’… men í grundini er alt
hetta ikki so nógv øðrvísi enn
at sminka sær… ella at koyra
køkukrem á eina vakra køku. Eg
trúgvi, at nógv konufólk hava
so gott handalag og síggja
so væl detaljur, at tær duga
nógv betur at spartla enn
flestu Handymenn. Hevur
tú ikki roynt at spartla fyrr,
fylg so við her. Og hevur tú,
sum eg, roynt tað nógvar
ferðir, men spartlar sum
tú sminkar (ófantaliga
og ófullfíggja); ja, fylg
so eisini við her (og
sminka síðani sum
tú spartlar).
– Soleiðis
tippur tú hol
við spartli