Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-27, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2017síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN JUNI 2017 Hesar síðurnar eru fíggjaðar av Laksur hevur ómetaliga nógvar heilsuligar ágóðar. Laksur inniheldur nógv protein í góðari góðsku, vitaminir og miniralir og herí eisini potassium, selenium og B12, men tað er óivað innihaldið av omega 3, sum fær mest viðurkenning Quinoa inniheldur eisini nógv protein og hevur eisini nógv meir kosttrevjur enn aðrar kjarnur. Í quinoa er eisini jarn, magnesium, B2 og nógv annað, sum er gott fyri kroppin. Radisur er ein summarsligur klassikari. Tað er nógv C vitamin í radisum, sum eisini kunnu vera lekjandi Í vatnmelónini er 92 prosent vatn, men tað er eisini eina rúgva av vitaminum í søtu fruktini. Millum annað C, A og B vitamin. Eisini er nógv kalium, jarn, kalsium og magnesium í vatnmelónini. Tað besta er tó, at hon er full av antioxidantum! MANNAGONGD: Kóka quinoa soleiðis, sum tað stendur á pakkanum. Blanda saman pressaðan hvítleyk, skalið av rivnari sitrón, saftina úr sitrónini, oliven olju, hunang, salt og pipar. Vaska radisurnar og sker tær í smáar flísar, rør tær síðani í dressingina, og lat tað standa, meðan tú gert restina klárt. Koyr salt og pipar oman á laksin og steik fiskin í smør ella olju á pannu ella legg fiskin á grillina, um tú hevur møguleika til tað. Tak laksin av aftur, tá hann er steiktur, so hann ikki verður turrur. Sletta oliven olju á laksin. Halt síðani á fram við salatini og hakka myntuna og reyðleykin smátt. Sker vatnmelónina í smáar puntar og vend tilfarinum saman við tí kókaða quinoa. Koyr radisurnar, dressingina og morlaðan feta ost í, og borðreið á einum fati. Vælgagnist! TIP HEIMABAKAÐ BREYÐ ELLA BOLLAR HÓSKA SEG VÆL TIL RÆTTIN Visti tú