Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-27, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2017síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN JUNI 2017 16 Vit testa: HAVRA- GRÝN TJÓÐHILD PATURSSON – EG HAVI HAVRAGRÝNSMOTOR - UTTAN HAVRAGRÝN, SO STEÐGI EG UPP. EG KLÁRI MEG Í NAKRAR DAGAR, MEN FYRR ELLA SEINNI, SO GONGUR MOTORURIN Í TÓMGONGD, OG HÓAST EG HALDI MEG GERA OKKURT, SO KEMUR EINKI AV SKAFTI. NEI, HAVRAGRÝN SKAL TIL! MEN MUNUR ER Á HAVRAGRÝNI! FYRST OG FREMST ER STÓRUR MUNUR Á FÍNVALSAÐUM OG GROVVALSAÐUM HAVRAGRÝNI. HETTA ER ALLAR HELST EIN SMAKK SAK; SJÁLV DÁMAR MÆR BEST HITT GROVVALSAÐA RÁTT OG HITT FÍNVALSAÐA TIL HAVRAGREYT. MEN TAÐ ER IKKI BARA VALSINGIN SUM GER HAVRAGRÝNIÐ… STÓRUR MUNUR ER Á SMAKKINUM Á YMISKUM HAVRAGRÝNI. TRÝRT TÚ MÆR IKKI? ROYN SO OG KEYP TÆR TVEY YMISK SLØG AV HAVRAGRÝNI OG SMAKKA MUNIN. TAÐ ER VERULIGA STÓRUR MUNUR Á! HER KEMUR UMMÆLIÐ AV HAVRAGRÝNI TIL HAVRAGRÝNSMOTORAR: Vistfrøðiligt havragrýn Tað var stuttligt at síggja, at tríggir av teimum fimm havragrýnspakkunum sum vóru til keyps vóru vistfrøðiligir. Havragrýn er ikki ímillum tær matvørurnar ið verða sproytaðar allar mest, men mær dámar nú væl at keypa vistfrøðiligt havragrýn, tí havragrýnið er ein so stórur partur av matinum eg eti. Í ummælinum er tað tó ikki tikið hædd fyri um havragrýnið er vistfrøðiðigt ella ei. Korn Kammeret Vakrasti pakki og besta havragrýnið. Tað er ikki so nógv meira at siga. Hetta verður havragrýnið eg keypi framyvir. TESTVINNARI