Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-27, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2017síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN JUNI 2017 AXA Hvussu matur er pakkaður, hevur nógv at siga fyri um eg keypi hann – hóast at tað er torført at viðganga at eg gerist so ávirkað av hesum. Ein vakur pakki lokkar. AXA havragrýnið hevur umvenda ávirkan á meg - pakkin er so ljótur, at eg ongantíð fyrr havi roynt hetta havragrýnið. Á framsíðuni á pakkanum er ein mynd av einum manni, onkrari fittness ímynd haldi eg, sum skal ímynda at vera ein rættur harvagrýnsetari. Alt ov reklamukent fyri mín smakk, so eg havi gingið í langar ringar rundan um hendan pakkan. Gott at eg í sambandi við hesi ummælini til HON verði trýst útum míni (havragrýns)-mørk; tí AXA havragrýnið er gott. Ordliliga gott. Broyski og við góðum smakki. Tað kundi møguliga fingið 4 stjørnur, men útsjóndin á pakkanum trekkjur veruliga niður - tað hevur altso nakað at siga…. tí hetta er tað fyrsta eg síggi um morgunin…. so tað verður til 3,5 stjørnur til havragrýnið hjá AXA. Ditt Valg Coop Miðal havragrýn. Miðal pakki. Havagrýnið er ok, pakkin sær ok út. Gott at eg havið skrivað notatir, tí annars hevði eg longu havt gloymt hvussu hetta havragrýnið smakkaði. Hetta havragrýnið er, í síni ‘miðalheit’, lætt at gloyma. Tá ið eg aftur fari at hava minni av peningi, so verður hetta havragrýnið eg fari at keypa - havragrýnið frá Kornkammeret fari eg tá at keypa sunnudag…. ella tá ið eg havi føðingardag. Allar aðrar dagar er ‘Ditt Valg hjá Coop’ bara eitt heilt fínt gerandisval. Davre Hesin pakkin er onkusvegna ógvuliga gjøgnumførdur. Ommuligt havragrýn í einum ommuligum pakka. Pakk­ in er ordiliga fittur, og sær út sum um hann ætlar sær í summarhús, ella sum um at hann er fast inventar í fluguskápinum hjá eini fittari ommu. Havragrýnið sjálvt er ógvuliga ógvuliga mjølvut og hevur ein heilt øðrvísi smakk enn hini fýra sløgini. Havragrýnið smakkar sum fínavalsahavragrýn, hóast at tað er grovt. Hetta havragrýnið smakkar sum Solgryn. Havragýnið gjørdist ógvuliga skjótt bleytt og keðiligt eftir at mjólkin var koyrd út yvir. Anglamark Síðani eg flutti aftur til Føroya, havi eg altíð keypt Anglamark. Eg veit ikki heilt hví. Eg havi hildið tað smakka betur enn sumt annað eg havi keypt; men allar helst er orsøkin einamest tann, at keypi so nógv annað frá Anglemark, og at tað onkusvegna kennist ‘lætt og nattúrligt’ at eisini keypa Anglamark havragrýn. Tað passar til mítt image ;) Men farvæl, farvæl Anglamark. Havragrýnið er rættuliga mjølvut, sum ger bititð rættuliga keðiligt; og smakkurin er bara ikki eins góður og í havragrýninum í summum av hinum pakkunum. Afturat tí, so er pakkin einki serliga penur – hann sær ógvuliga óróligur út – ikki júst tað eg ynski mær um morgunin.