týsdagur 27. juni 2017síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN JUNI 2017
18
Instagram er ein sosialur miðil, har tú kanst deila myndir
úr tínum gerandisdegi. Og her kanst tú eisini fylgja
spennandi fólkum úr allari verðini. Vit nevna hvønn
mánaða nakrar av føroysku Instagram vangunum:
@GUDRIDIGONG
FYLGJARAR: 545
Tað er okkurt so friðarligt við
myndunum hjá Guðrið; okkurt sum fær
spenningar at sleppa. Tí samstundis
sum myndirnar eru vakrar og ‘perfeltar’
(sum so nógvar instagram myndir eru),
so eru tær so lítið krevjandi. Tær krevja
ikki av mær at eg skal sita uppi í songini
sunnumorgnar og lesa bløð við einum
góðum koppi av te í einum perfektum
koppi - men myndirnar minna meg
á at tað eisini er ein møguleiki.
Myndirnar krevja ikki av mær at eg
gangi í lekkrum høghalaum skóm ein
vanligan týsmorgun, men minna meg á
møguleikan. Áh teir møguleikar. Deiligt.
@BEINTA
FYLGJARAR: 1519
Hóast nógv fólk leggja góðar
myndir út á instagram, so
slepst ikki uttan um, at eitt
gott myndafólk altíð eigur
munin. Myndirnar hjá yrkis
myndafólki eru áhugaverdar
longri enn myndirnar hjá
flestu øðrum, og tey duga at
spæla við ljósið uttan at tað
kennist tilgjørt. Fylg beintu,
fylg vakurleikanum.
@jollyklub
FYLGJARAR: 1413
Dragandi. Óforútsigiligar. Ólekkrar.
Gerandisligar. Óveruligar. Og ógvuliga
filtreraðar uttan filtur… ella so. Næstan
øll onnur leggja bara myndir út sum liva
upp til ein áísan vakurleika standard. Alt
skal vera pent - uppá tann rætta mátan.
Ljósið skal fella uppá júst tann mátan sum
tað ger á 99,7 % av øllum øðrum instagram
myndum. Jollyklub er øðrsvísi. Eg dugi
ikki at seta orð á hvat tað er, men okkurt
við myndunum hjá teimum báðum Anný
og Emilju er fangandi. Profilurin hjá
teimum er stongdur fyri almenninginum,
men søk um at sleppa at fylgja - sleppur
tú upp í part, so kanst tú gleða teg til eitt
meira fjølbroytt instagram-feed.
Instagram – talgildur
heimur í myndum