hósdagur 29. juni 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017
SOSIALURIN 75
4
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
L
eygardagin er lógin endalig
– nú kunnu samkynd
giftast í Føroyum. Ára
tíggju langa stríðið um
rættindi hjá samkyndum í Før
oyum er nú av fyri hesu ferð,
og borgarlig rættindi eru latin
pørum av sama kyni. Meðan tað
hevur verið eljustríð um alt frá
§266b á sinni til hesi borgarligu
rættindi, hava bylgjurnar gingið
høgt. Spurningurin er, hvussu
framtíðin fer at síggja út, hvat
hesum evni viðvíkur. Summi
siga, at nú er stríðið av, tí tað ein
asta tað snúði seg um, var at fáa
javnbjóðis rættindi. Onnur halda,
at glíðibreytin fer at elva til fram
tíðar stríð um onnur líknandi mál.
Hvussu er og ikki, so er vist, at tey
eru mong samkynd og hinkynd í
Føroyum, sum markera 1. juli sum
ein sigursdag.
Ein stovnur í Føroyum, sum
hevur upplivað hetta mál sum eitt
stríðsmál – og framvegis ger tað –
er føroyska fólkakirkjan. Eftir at
lógin varð endaliga samtykt, gjørdi
biskupur greitt, at hann hevði í
hyggju at steðga allari signing av
borgarliga giftum í fólkakirkjuni –
í øllum førum fyribils. Orsøkin er,
at biskupur ætlar at bjóða inn til
aðalorðaskifti um fólkakirkjuna
komandi vár, og á vári/sumri 2019
ætlar fólkakirkjan at koma við nið
urstøðu um signing í kirkjuni, eftir
at hjúnabandslógin er broytt til eis
ini at fevna um tey samkyndu.
– Tænastuboðini, ið biskupur
ætlar at geva sóknarprestunum,
hava til endamáls at fáa ró og arb
eiðsfrið í kirkjuliga landslagnum.
Fáa eitt skilagott orðaskifti, har
vit taka okkum stundir at umrøða
nýggju støðuna, nú hjúnalagið løg
frøðiliga verður greinað øðrvísi
enn klassiska fatanin, ið er løggilt
samband millum mann og kvinnu,
skrivar Jógvan Fríðrikson, biskup
ur, í skrivi til Mentamálaráðið.
Víðari sigur hann, at tað merk
ir, at biskupur hevur boðað
sóknarprestunum frá, at tænastu
boð við atliti til signing av borgar
liga giftum bæði hinskyndum og
samkyndum ætlandi verða givin.
Biskupur ætlar, at steðgað verður
við signing av borgarliga giftum,
meðan kirkjan tey tvey komandi
árini viðger spurningin í tí kirkju
liga landslagnum.
– Skulu vit einans signa hins
kynd pør, ið eru borgarliga gift?
Skulu vit signa bæði hinskynd og
samkynd pør, ið eru borgarliga
gift? Skulu vit taka signingina av
borgarliga giftum pørum út úr
kirkjuni? Hesir eru spurningarnir,
sum fólkakirkjan skal kjakast um í
samband við aðalorðaskifti í næsta
ár.
Biskupur ræðist, at fólkakirkjan
kemur í ta støðu, at hvør prestur
ger, sum honum hóvar best og eftir
síni egnu sannføring.
– Biskupur hevur boðað frá, at
vit vegna diskriminatión mega
geva bæði hinskyndum og sam
kyndum pørum somu tænastu
við atliti at signing av borgarligari
giftu, skrivar biskupur.
Fær noktandi svar
Biskupur heitti í skrivinum sent 31.
mai í ár á Rigmor Dam, um at gera
skjótt av, so biskupur kann senda
tænastuboðini út sum fráboðað.
Men landsstýriskvinnan er ikki
samd við Jógvani Fríðriksson í, at
hann kann senda hesi tænastuboð
út og soleiðis stegða allari signing
av borgarliga giftum.
– Tað er ein rættiliga grund
legg jandi
liður
í
verandi
kirkjuskipan, at politiska skipanin
eftir tilmæli biskups (ið kemur
aftan á innankirkjuliga tilgongd)
løggildir kirkjuni rituali, sambært
§16 í lóg um fólkakirkjuna í Før
oyum. Biskupur kann tí ikki við
heimildum embæti síns gera
nakað, sum í verki hevði verið at
tikið eitt løggilt ritual av, skrivar
Rigmor Dam í svarskrivi til Jógvan
Fríðriksson.
Landsstýriskvinnan vísir á, at
tað skal vera eitt breitt ynski aftan
fyri broytingar í fólkakirkjuni, tí
annars kann ruðuleiki valda.
– Mangt talar eisini fyri, at
kirkjupolitiskt kundi tað verið iva
samt, ella kanska beinleiðis óynski
ligt at útvegað heimild fyri at taka
ritual av. Mannagongdin upp til,
at ritual verða løggilt, er til fyri at
tryggja, at tann gerðin, sum verður
framd, eins og at hvørt einasta
orð, ið borið verður fram undir
halgigerðini, ikki bert er málsliga
hóskandi, men eisini er tryggiliga
rótfest í lærugrundarlagi fólka
kirkjunnar, skrivar Rigmor Dam.
Tó vísir hon á, at kemur fólka
kirkjan til eina niðurstøðu, tá ið hon
samlað skal umrøða spurningin á
vári í komandi ári, so fer Rigmor
Dam at mæla løgmanni til at løg
gilda tað tilmæli, sum kirkjan tá
kemur við.
BORGARLIG VÍGSLA
Jógvan Fríðriksson fær nei
BISKUPUR SLEPPUR
STEÐGA SIGNING Í K
– Herfyri gjørdist greitt, at biskupur ætlaði sær at geva tænastuboð um, at
prestar skuldu steðga við at signa pør, sum eru vígd borgarliga. Men hetta
sleppur fólkakirkjan ikki, er niðurstøðan hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu.
– Tó eru biskupur og landsstýriskvinnan samd um, at tá einki formelt føroyskt
ritual er, so er ein møguleiki at steðga føroyskari “heimagjørdari” signing av
borgarliga vígdum