Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 5 IKKI AT IRKJUNI – SO SKULU TIT SIGNA Á DONSKUM 03/06-2011 Kristina Maria og Súsanna stríðast fyri kærleikanum – Vit vilja vísa heiminum, at vit hava valt hvørja aðra. Tað søgdu Kristina Maria Eliasen og Súsanna Danielsen við Sosialinum í 2011. Tær vórðu giftar í Danmark stutt eftir hesa greinina. Tær harmaðust tá um, at teirra heimland ikki góðkendi teirra kærleika. – Súsanna er mín lívs kærleiki, og eg vil vera saman við henni restina av lívinum. Um tað merkir, at eg skal í rættin at berjast fyri okkara giftarmáli, so geri eg gleðiliga tað. Hesi orðini eigur Kristina Maria Eliasen úr Fuglafirði, sum í 2011 varð gift í Danmark við havnadamuni Súsonnu Danielsen. Tær báðar ornaðu pappírini í Danmark, men hildu brúðarveitsluna í Føroyum. – Vit elska Føroyar. Tað er okkara heimland, og vit vilja vísa okkara kærleika í Føroyum, staðfestu tær báðar. Tá var ikki møguligt hjá ungu kvinnunum at giftast í Føroyum. Ein veruleiki, sum 1. juli í 2017, góð seks ár seinni, verður broyttur. 6. januar 2012 Vilja ikki liva lívið grundað á lygn Føroyingar eru ikki homofobiskir. Tað staðfestu Snorri Hansen og Lionel Mouffe Hansen í Sosialinum í 2012. Tá vóru hálvtriðja ár liðin, síðani teir giftust í Garre Gambarogno í Sveits við 80 føroyingum sum brúdleypsgestir. – Vit hava góðtikið, hvørjir vit eru, og vit vilja ikki liva okkara lív grundað á eina lygn, søgdu teir báðir Snorri og Lionel við Sosialin. Snorri Hansen er elstur av fýra beiggjum, og hansara uppvøkstur í Nólsoy var sum hjá dreingjum flest. – Eg minnist barnaárini sum góð og trygg. Eg vaks upp sum allir aðrir dreingir og spældi við bilar og bátar sum hinir, segði Snorri Hansen við Sosialin tá. Við at líta aftur um bak minnist mamm­an, Malan Hansen, tó, at Snorri ofta spældi við gentur í nógv størri mun enn hinir tríggir beiggjarnir seinni gjørdu. Øll barnaárini gingu, uttan at Snorri á nakran hátt kendi seg nakað øðrvísi enn øll hini dreingjabørnini, sum runnu runt í nólsoyargeilum. Men tá hann var um 15 ára aldur, merkti hann, at hann ikki longur hevði somu áhugamál, sum hinir dreingirnir. – Eg dugi ikki heilt at seta orð á tað, men eg visti bara, at eg ikki longur var sum hinir dreingirnir. Gentur var bara nakað, sum eg metti sum vinir og einki meira. Eg var ikki áhugaður í teimum á sama hátt, segði Snorri Hansen. Hann bara visti við sær sjálvum, at soleiðis var hann mentur, men tað var langt frá, at hann vildi gera onnur varug við, at hann var samkyndur. – Eg hevði als ongan varuga av, at Snorri var samkyndur, fyrr enn fyri seks árum síðani, tá ið hann á fyrsta sinni vitjaði í Nólsoy og hevði Lionel við, greiddi mamman frá. Tað má sigast, at Snorri gekk stillisliga við hurðunum øll hesi árini, frá tí hann var 15 ár, til hann sum 29 ára gamal ára gamal á fyrsta sinni lat mammuna skilja, hvør hann í veruleikanum var kynsliga. 5. mai 2016 – Hugburður er tað mest skaðiliga – Børn eru ikki fødd við einari fatan av, hvør liviháttur er rættur ella skeivur. Tað er bara hugburður hjá nærumhvørvinum, sum ger av, hvat børn uppliva sum rætt og skeivt. Her í California er tað eingin sum heldur tað løgið, at sonur mín Liam hevur tveir pápar, segði hoyvíkingurin Meinhard St.John við Sosialin í 2016. Hann flutti av landinum sum blaðungur millum annað orsaka av sínari seksuellari sannføring. – Eg fylgdi væl við í orðaskiftinum har heima, hóast tíðarmunurin gjørdi tað trupult. Orðini eigur 43 ára gamli sjónleikarin Meinhard St.John, sum í San Francisco í California sat við telduni og fylgdi við í orðaskiftinum, tá ið hjúnabandslógin var til viðgerðar í Løgtinginum. Og sum vera man var fagnaðurin stórur, tá ið úrslitið gjørdist endaligt. Fyri Meinhard St.John, amerikanska mann hansara Paul og lítla sonin Liam hevur tað jú týdning, at heimlandið góðtekur samkyndleika og harvið eisini hjúnabandið hjá Meinhard. – Nú sær út til, at samfelagið er broytt har heima. Eg vóni tað veruliga, tí tað hevur ikki altíð verið lætt, sigur Meinhard St.John. Sum 21 ára gamal fór Meinhard av landinum. Orsøkirnar vóru nógvar. Millum annað hevur Meinhard altíð havt ein útlongsul og á ungum árum hugsaði hann nógv um, at heimurin mátti hava meira at bjóða uppá enn bara Føroyar. Men ein orsøk var eisini, at Meinhard ikki kendi tað møguligt at liva sum samkyndur í heimlandinum. Einasti møguleiki fyri tænastuboðum er, at biskupur gevur boð um, at signing av borgarliga giftum skal fara fram á donsk­um máli. Og tað hevur biskupur nú gjørt av. – Orsøkin er, at vit kunnu ikki hava eina diskriminerandi fólkakirkju, hóast Løgtingið nú hevur givið loyvi til tess. Prestar kunnu framvegis diskriminera á donskum, um teir vilja, tí hesum fái eg ikki stegða. Men eg heiti á teir um at lata vera við tí. Velja teir kortini at signa borgarliga gift, so skal tað vera á donskum, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO Sum víst aðrastaðni her á síðuni, sleppur biskupur ikki at steðga allari signing av borgarliga giftum í fólkakirkjuni. Ístaðin lat Rigmor Dam upp fyri møguleikanum um, at tvíhalda um lógarinnar tekst. Tí sendir Jógvan Fríðriksson út boð um, at nýggja lógin leggur nakrar forðingar og tí skulu mannagongdir broytast. – Við atliti at lógarbroytingini / nýggju lógini um hjúnalag er at siga:   1. Fólkakirkjan hevur einki løggildað ritual á føroyskum, ið vit kunnu nýta við atliti at signing av borgarliga giftum hinskyndum pørum. 2. Fólkakirkjan hevur einki løggildað ritual, ið vit kunnu nýta vit atliti at signing av borg­arliga giftum samkyndum pørum. 3. Fólkakirkjan hevur eitt danskt ritual á donskum máli, ið er løggildað við atliti at sign­ing av borgarliga giftum hinskyndum pørum.   – Tænastuboðini eru grundað á omanfyri nevnda veruleika, at fólkakirkjan ikki hevur nakað ritual á føroyskum til signing av borgarliga stovnaðum hjúnalagi. Harafturat er løtan eitt gylt høvi at fáa viðurskifti í rættlag, ið ongantíð formliga eru skipað á føroyskum í fólkakirkjuni, sigur Jógvan Fríðriksson og heldur fram.   – Tænastuboðini steðga siðvenjuni, ið sóknarprestar hava nýtt í fleiri ár, at borgarliga gift hinskynd pør eru signað á føroyskum við rituali, ið ikki er løggildað, sigur biskupur. – Gamla kirkjuliga fatanin av hjúna­ lag­num var grundfest í bíbilsku skapanarsøguni og tí hugmyndafrøði, ið gjørdist frymil fyri fatanini í kirkju og samfelag. Málsliga orðingin, at hjúnalagið “er løgfest samband millum mann og kvinnu”, staðfestir ta siðvenju og fatan, ið hevur verið ráðandi í øldir. Fólkakirkjan virkar í samfelagnum og eigur fyrisitingarliga at virka út frá tí løgfrøði, ið Føroya løgting ásetir í lógum og regluverki. Fólkakirkjan skal samstundis sum kirkja grunda sínar avgerðir við støði í Skriftini. Fyrisitingarligar leiðreglur eru t.d. Bíblian og § 266b. Nýggja løgfrøðiliga greiningin av hjúnalagnum staðfestir, at eitt hjúnalag er løgfest samband millum mann og kvinnu, kvinnu og kvinnu og mann og mann. – Í allari kirkjunnar fyrisiting metir bisk­upur tað óhóskandi at diskriminera. Í ávís­um førum er tað beinleiðis ólógligt at dis­kriminera. Fólkakirkjan skal virða øll menniskju uttan mun til trúgv, lívsfatan, kyn, upphav og húðarlit, sigur biskupur. – Fólkakirkjan skal taka sær stundir at viðgera broyttu fatanina av hjúnalagnum, ið løgfrøðiliga er galdandi við tí nýggju lóg­ ini um hjúnalag, ið endaliga er staðfest á sumri 2017. Biskupur tekur neyðug stig til at tryggja, at fólkakirkjan ikki fremur ta skaða­gerð móti limum fólkakirkjunnar, at vit við lógini í hondini gera okkum sek í diskriminatión. Tess vegna steðgar sið­ venj­an at signa borgarliga gift hinskynd pør á føroysk­um við ritualum, ið ikki eru løggildað. Tæn­astu­boðini eru galdandi alla ta tíð, inntil onnur boð verða givin, sigur Jógvan Fríð­riks­son.   Tænastuboðini ljóða soleiðis: Sóknarprestunum / prestunum verður ikki heimilað at signa hjún í borgarliga stovn­ aðum hjúnalagi á føroyskum máli. Tæn­ astu­boðini eru galdandi bæði við atliti at borgarligari giftu av hinskyndum og borg­ ar­ligari giftu av samkyndum. – NÚ KUNNU SAMKYND GIFTAST Í FØROYUM Sosialurin hevur mangan skrivað um samkynd pør, sum hava leitað sær út um landoddarnar at ganga saman í hjúnaband. Her endurgeva vit sumt av tí, sum hevur verið frammi hjá okkum seinastu árini. 1. juli 2017: