Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 6 PERSÓNSSØGA HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO S unnudagur var ein fagn­ að­ardagur hjá familjuni Bisp í Kollafirði, tá Sigr­ un Jóhansdóttir Bisp og familjan loksins kundu flyta heim­aftur til Føroyar. Í góðar fjúrt­an mánaðir hevði lítla smá­ barna­familjan nevniliga livað í út­ legd á Sjúklingahotellinum í Keyp­ manna­havn, har mamma hevði bíða eftir einum nýggjum lungum. Sjáldsama sjúkan cystisk fibr­ osa hevði beint fyri gomlu lung­ unum, men tað eydnaðist lækn­un­ um at fáa fatur á nýggjum lungum til ungu kvinnuna. Fyri Sigruni Jóhansdóttir Bisp merkir tað, at hon í dag, fyri fyrstu ferð í fleiri ár, kann hava ein ger­ and­is­dag, ið líkist honum hjá øðr­ um fólkum. Tað hevur nógv at týða fyri unga kvinnuna, ið hevur stríðst ein tungan kamp fyri at kunna liva eitt vanligt lív. – Eg havi tað ordiliga gott nú. Eg kann spæla við sonin, ganga túr­ar og gera alt tað, ið eitt vanligt lív inniber. Nú orki eg at liva aftur, sig­ur ein lætta Sigrun Jóhansdóttir Bisp. Øgilig broyting Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit bæði hittast til eina samrøðu. Fyri tíggju mán­aðum síðan sótu vit bæði yvir­ av hvørjum øðr­um á Sjúkl­inga­ hot­ell­inum í Keypmannahavn, tá Sigr­un Jóhansdóttir Bisp greiddi les­ar­unum hjá Sosialinum frá, hvussu tað var at seta lívið á steðg, með­an bíðað bleiv eftir einum nýggj­um lungum. Á allan hátt tykist tað tó hend­an dagin sum, at talan er um tíggju ár heldur enn mánaðir, nú vit aftur hitt­ast, men hesaferð í Norð­ur­ landa­húsinum í Tórshavn. Yvirav mær situr ein ung, frísk kvinna, ið er full av orku, er í góðum lag, sær bjart uppá framtíðina og tosar um aktiva lívið við mann­in­ um og soninum. Munurin er øgi­ lig­ur frá tíggjum mánaðum síð­an, tá orkan ikki var tann stóra, hon fekk ilt gjøgnum slangur og dag­ur­ in varð brúktur at bíða eftir tí eini telefonuppringingini, ið var av­ger­ andi munurin millum lív og deyða. At tað var tungt at bíða eftir slík­um boðum kom eisini til sjónd­ ar í samrøðuni, ið var at lesa í Sosi­ al­in­um í august. – Tað ringasta við at vera á list­ an­um eru teir dagarnar, tá man hev­ur tað ordiliga keðiligt. Tá hugs­ ar man, at man kanska ikki hev­ur tíð at bíða eftir teimum nýggju lungunum. At tað verður ov seint hjá mær, segði Sigrun Jó­hans­dótt­ir Bisp við Sosialin fyri tíggju mán­ að­um síðan. Í respirator Í dag kann Sigrun Jóhansdóttir Bisp fegnast um, at tað eydnaðist at fáa nýggj lungu, men hennara lagna hevði kunna fingið ein heilt annan enda, tí í desember bleiv unga kvinnan brádliga nógv verri fyri. Tíðin byrjaði brádliga at ganga und­an. – Eg vaknaði náttina til 14. des­ emb­er, og merkti, at pulsurin var øgi­liga høgur. Eg var rættiliga í ør­viti, men megnaði at ganga inn í stov­una at ringja eftir sjúkra­ systr­ini. Tá hon kom, ringdi hon alt fyri eitt eftir sjúkrabilinum. Tað ein­asta eg minnist síðan er, at eg bleiv trillað inn í sjúkrabilin, og so minnist eg einki meira, sigur Sigr­ un Jóhansdóttir Bisp. Seinni sama dag bleiv Sigrun Jó­ hans­dóttir Bisp løgd í respirator, tí lækn­ar­nir mettu, at lunguni vóru so mik­ið illa fyri, at tey ikki kláraðu seg sjálvi. At støðan var rættiliga álv­ar­som gjørdist greitt dagin eftir, tá hon varð knýtt til eitt Ecmo-tól. – Tann avgerðin bleiv tikin, tí mett varð, at ein respirator ikki megn­aði at halda andadráttinum ein­sam­allur. Umframt respirator og Ecmo-tól varð eg eisini knýtt til eina dialysu, greiðir Sigrun Jó­hans­ dótt­ir Bisp frá. Tað er tó ikki serliga gott fyri hini gøgnini í likaminum at vera knýtt til so nógvar maskinur, og fam­ilj­an hjá ungu kvinnuni fingu eis­ini at vita, at talan ikki var um eina varandi loysn. Nú máttu nýggj lung­ur fáa til vega innan nakrar fá­ ar vikur, tí vanliga liva sjúklingar ein­ans við Ecmo-tólum í tvær til fýra vikur. Var klár Hóast heilsustøðan hjá Sigruni Jó­hans­dóttir Bisp harvið var mun­ andi versn­að, og tíðin var um at ganga undan, so fall unga kvinn­ an úr Kolla­firði ikki í fátt. Tá hon bleiv illa fyri 14. desember og knýtt til fleiri tól, varð hon nevni­liga eis­ ini samstundis flutt á bráð­feing­is listan, ið merkti, at hon fram­yvir kundi fáa nýggj lungu frá Dan­ mark, Noregi, Svøríki og Týsklandi. – Sjálvandi var tað tungt til tíð­ir, men eg hevði aldrin nakrar keði­ligar tankar, meðan eg bíðaði hes­ar vikurnar. Hugsaði einans, at hetta skuldi nokk ganga. Tað var nokk harðast fyri míni nærmastu at síggja meg liggja har og bíða. Ser­liga í fyrstani, tá ið eg hevði slang­ur í munnin, og ikki megnaði at tosa sjálv, og fólk máttu royna at varralesa tað, ið eg royndi at – Eg havi tað ordiliga gott nú. Eg kann spæla við sonin, ganga túrar og gera alt tað, ið eitt vanligt lív inniber. Nú orki eg at liva aftur, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp, ið sunnudagin kundi venda heim aftur til Føroyar eftir at hava fingið nýggj lungu í Danmark – NÚ ORK AT LIVA A Maðurin hevur verið við mína lið gjøgnum alt og verið ein hollur stuðul. Nú gleði eg meg at kunna liva eitt meira vanligt lív saman við honum og soninum